fáa samráðingarnar um blokkstuðul, skuld og bankamálið frá hondini. Hetta eru mál, sum áttu at verið avgreidd í fjør heyst og um árslok. Tað merkir, at vit fyrst fara at samráðast um hesi viðurskifti við [...] seriøst og siðiliga. Hetta verður ein prosess, har tingið er við í arbeiðinum og síðani fáa allir politiskir flokkar ávirkan, sigur landsstýrismaðurin. Víðari í skránni skal standa, at fakliga og søguilga [...] Týðandi partur í hesum arbeiði verður at kunna vanliga føroyingin um úrslit av arbeiðnum og ætlanir á sjálvstýrisleiðini, og sum seinni skal føra til fólkaatkvøðu um málið. Høgni Hoydal metir leysliga, at ein
afturímóti í fjør, kemst tað fyrst og fremst av einum, heldur óvæntaðum fyribrigdi. Og tað er, at innflutningurin av brennievni er fallin næstan niður í helvt í januar og februar í ár, afturímóti í sama [...] tvs, innflutningi av skipum og fiski. Og hann er munandi minkaður í januar og februar í ár, aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjørð. Í januar og februar í ár innfluttu vit skip og fisk fyri fýra milliónir. [...] Innflutningurin av fóðuri vaks 10% í januar og februar í ár, afturímóti í fjør. Í januar og februar í 1996 vaks hann 46% afturímóti sama tíðarskeiðið í 1995. Og í januar og februar í 1997 vaks hann 18% afturímóti
fyri ymsum tiltøkum og smærri skeiðum. Tað hevur heldur ikki verið óvanligt, at Matmøðrafelagið skipar fyri hugnakvøldum, kvøldsetum og sjónleiki, ofta saman við sjónleikarafelagnum. Og vit nevndu býráðspolitikk [...] kunna fáa ein kaffimunn og ein kakubita afturvið. Ella tað kann brúkast til okkurt heilt annað. Í kjallaranum er tvey almenn wc, brúsa, vaskimaskina og turkitrumla, ein lítil køkur og korttelefon til ferðafólk [...] Tær skipa fyri pensionistakvøldum, hugnakvøldum, kvøldsetum og sjónleiki. Tær hava stóran, fjølbroyttan handil. Tær eiga tvey hús. Og tær savnað hundraðtúsundtals krónur inn til ymisk vælgerðandi endamál
nógv við hesum og hevði frálík hugskot. Sum tann seinasta slapp eg at syngja inn. Tá var alt liðugt, og vit kundu fara niður til Óla Poulsen, sum skuldi ljóðblanda. Hann er ein løgin snigil og hevði nakrar [...] seriøst og vera kritiskur mótvegis hvørjum øðrum. Eg dugi ikki altíð við tí, at tað skal vera Niclas, sum finnist at og rættar, viðgongur Lena. Eg veit ikki um tann næsta verður í stíli við hesa; fyrst vilja [...] fløguni. Kaffi og kakur vóru settar fram til tey, sum vildu koma framvið og fáa eitt prát við Lenu ella onkran av teimum, sum høvdu givið fløguna út. Stórar plakatir hingu eisini uppi, og fløgan var í
byrjaði tað spakuliga at bobla, og so við og við kom meira og meira vatn+sápa uppúr, og knappliga stóð ein tjúkk strála av vatni upp í luftina. Hetta vardi einar 4-5 min., og fyri einaferð skyld var tann [...] áðrenn maðurin bað Hallu koma og seta seg í stólin og fáa beinini fast-spent. Tað var eisini í lagi; smíla til video-upptøkutólið uppi yvir og vinka til tað á síðuni, og so spakuliga hoppa út móti kantinum [...] 102 m., og teir bóðu hana hugsa eitt sindur um tað, og kanska royna aftur um eina løtu. Men kenslan at standa har! Tað var als ikki neyðugt at hoppa! Adrenalinið pumpaði sum ongantíð fyrr, og knø og hendur
aftur í tann stríðandi heim at leita eftir slekt og vinum og at hjálpa til ímóti einræðisharranum Nimrod og hansara hermonnum. Og eftir sorg og vónir, vandar og sigrar verður endin, sum hann eigur at vera. [...] »Drupu øll, bæði menn og konur og børn«, og fáar reglur seinni: »og nógv fólk vóru tikin til fanga«. Hetta er smáputl, men argandi smáputl. »Leiðarljós« er ógvuliga konkret og glær um somu tíð. Nógv verður [...] teknaði permu og myndir. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1997. 137 s. Skaldsøgan »Leiðarljós« fer fram í einum ævintýrkendum heimi, har gott og ilt berjast ímóti hvørjum øðrum. Kort er við bókini og somuleiðis
Soleiðis er tað nú einaferð. Og nú koma tey - ferðamannaskipini. Í eini langari røð, sum byrjar týsdagin og ikki endar fyrr enn mikudagin 9. september koma 25 ferðamannaskip á Havnina og tá tey eru farin avstað [...] Íslands, har teir koma hósdagin 11. juni. Fari verður aftur úr Reykjavík sama dag, og siglt verður til Grønlands. Fyrst verður lagt at í Nuuk, har tey eru 15. juni. Síðani verður farið til Ilulissat, har [...] skipið er í Føroyum verða útferðir gjørdar. Farið verður til Saksunar, til Eiðis, Kirkjubøar, Kvívíkar og til Kollafjarðar. Ikki øll ferðafólkini fara til allar bygdirnar, men ferðafólkini fáa møguleika at
góðar undan dystinum, og tað vóru eisini fleiri orsøkir til tað. Føroyar vunnu 2-0 á Estlandi í venjingardysti í Tartu 6. august 1997, og tað var enntá uttan menn sum Toda Jónsson og Jens Martin Knudsen [...] var ov høgt, og bólturin endaði aftan fyri málið. Og tríggjar minuttir seinni kom avgerandi løtan í dystinum. Jens Kristian Hansen fekk eina vánaliga sending langt afturi á vøllinum, gleið, og so streyk Indrek [...] síðu. Innleggið var vánaligt og fór upp um alla verjuna yvir móti vinstru síðu. Har kom Terehhov púra óvardur, og við einum klokkureinum fluktara sendi hann kúluna í netið og avgjørdi dystin med alla. Allan
lokka? føroyingar at taka undir við eini skjótari loysn í marknatrætuni, tí ein slík verður fyrst og fremst at gagna bretskum áhugamálum. Hinvegin kann ein eisini velja at halda, at her er veruliga talan [...] Føroyar um at fáa samstarv í lag og við at loysa eina marknatrætu fáa skundað undir búskaparliga samvinnu. Tað er greitt, at Føroyar og Bretland, sum næstu grannar og sum ognarar av kanska nakrar av heimsins [...] alneyðugt at bjóða út bestu økini og harnæst er tvingandi neyðugt við samstarvi fyri at minka um kostnaðin. Og loksins er eisini avgerandi, hvussu ?regime? tvs. skattalógir og reglur annars verða. Hóast alt
AWI Boats Service byrjaði í Danmark fyrst í sjeytiárunum, og fyrst í áttatiárunum byrjaðu teir í Føroyum. Umframt AWI-33 bátin so framleiða teir eisini AWI-27 og Aqua Star-33 bátar. Sjógóðir bátar Tá [...] gjørt royndartúrar við bátunum, og alt hevur víst seg at virka sum tað skal, sigur Aðalstein. - Nú er bara eftir at fáa alt tað leysa umborð, so sum bjargingarútgerð og annað sum krevst, áðrenn AWI-33 [...] til Umanakk og Upernavik, skulu allir nýtast til svartkalvaveiðu. Onkrir av teimum undanfarnu hava eisini verðir nýttir at reina eftir svartkalva. - Í AWI-33 bátunum eru tríggjar koyggjur, og tað ber til