Analysa
Jan Müller
Nýtt landsstýri er skipað, og vit hava fingið okkara fyrsta oljumálaráðharra. Fyrsta útbjóðingarumfarið á føroyskum øki nakrantíð stendur fyri stavn. Arbeitt verður við at gera skattalóg og reglur fyri hesi útbjóðing. Marknatrætan er komin inn í eina avgerandi fasu. Bretski uttanríkisráðharrin hevur nú eisini meldað út, hvussu týdningarmikið tað er at fáa eina loysn har. Og í næstu viku fer landsstýrið til Danmarkar at samráðast um eina nýggja avtalu, har helst eisini spurningurin um møguligar oljuinntøkur og oljuvirksemi fer at fáa høgan prioritet.
Hetta eru nakrar av teimum sannroyndum vit hava við at gera, nú 1998 skjótt er hálvrunnið. Og ein kann við røttum loyva sær at siga, at her er talan um eina um somu tíð ómetaliga spennandi og sera álvarsliga tíð, sum stendur fyri framman. Ja, í veruleikanum tosa vit meira um tilveruna hjá okkara eftirkomarum - hjá komandi ættarliðum - enn hjá teimum, sum eru vorðin tilkomin í dag.
Tað er tí so ómetaliga týdningarmikið, at tað verður telvað rætt á øllum mótum. Veruleikin er so eisini tann, at øll hesi viðurskifti, sum her eru vorðin nevnd, meira og minni eru tengd saman. Ein skeiv avgerð á einum øki kann forkoma alt á hinum.
Hóast mangir føroyingar kanska ikki geva sær far um tað og leggja so nógv í tað heldur, so er brævið frá bretska uttanríkisráðharranum Robin Cook til nýggja løgmann og landsstýrið ikki so lítið av eini ?bumbu? ella sensatión. Fyri tað fyrsta er tað ikki vanligt, at so høgur ráðharri í einum landi sum Stórabretlandi kemur við góðynskjum og vónum um samstarv á henda hátt. Harnæst eiga vit ikki at gloyma, at bretski uttanríkisráðharrin her vendir sær beinleiðis til Føroya løgmann við ynski um at fáa eina loysn á einum ávísum máli, og tað er marknamálið. Tvs. at hann er her farin uttan um tað danska diplomatiið og uttanríkisráðið, ið annars er tað, sum tekur sær av slíkum málum - í hvussu er í fyrstu atløgu. Um hetta ber boð um, at vit longu hava fingið meira sjálvstýri, skulu vit ikki gera viðmerkingar til her.
Hvat ætla bretar?
Innihaldið í brævinum frá Robin Cook er sera áhugavert og vert at geva størsta gætur. Ein kann sjálvandi velja at halda, at hetta er ein roynd frá bretskari síðu at ?lokka? føroyingar at taka undir við eini skjótari loysn í marknatrætuni, tí ein slík verður fyrst og fremst at gagna bretskum áhugamálum.
Hinvegin kann ein eisini velja at halda, at her er veruliga talan um eina bróðurhond frá einum granna. Tað er rætt, at vit hava fingið nýggjan løgmann, sum ikki nýtist at hava somu støðu í marknamálinum sum tann undanfarni. Hetta kann vera gott, og tað kann vera minni gott. Ilt er at meta um slíkt, tá meginparturin av upplýsinginum um hetta mál eru í trúnaði.
Men tað er áhugavert, tá uttanríkisráðharrin í einum av heimsins fremstu londum heitir á lítlu tjóðina Føroyar um at fáa samstarv í lag og við at loysa eina marknatrætu fáa skundað undir búskaparliga samvinnu.
Tað er greitt, at Føroyar og Bretland, sum næstu grannar og sum ognarar av kanska nakrar av heimsins stóru framtíðar oljukeldum á Atlantsmótinum, kunnu fáa nógv skilagott burtur úr einum samstarvi á oljuøkinum.
Nú vit síggja, hvussu oljuprísurin lækkar er greitt, at altjóða oljuídnaðurin helst ger íløgur sínar, har útreiðslustøðið ikki er ov høgt. Nettup Atlantsmótið er nýtt øki, og tað skulu lutvíst stórar útreiðslur til at menna hetta økið enn mong onnur oljuøki kring um í heiminum. Nógva aðrastaðni standa londini og bjóða oljufeløgunum at gera íløgur í leiting uppá nógv lagaligari treytir enn tær, sum eru galdandi eitt nú á djúpum vatni mitt úti í Atlantshavinum.
Út frá hesi sannroynd er greitt, at eitt samstarv millum Føroyar og Bretland um at menna Atlantsmótið kann vera við til at eggja oljufeløgunum at gera íløgur í leiting her, hóast tað í dag er kostnaðarmikið. Nettup í hesum máli hevur tað so ómetaliga nógv at siga, at tey mest áhugaverdu økini kunnu bjóðast út, og tað vita vit, at tey ikki kunnu í løtuni.
Fyri tí at kunna varðveita áhugan hjá oljufeløgunum fyri hesum økinum, sjálvt við lágum oljuprísum, er fyri tað fyrsta alneyðugt at bjóða út bestu økini og harnæst er tvingandi neyðugt við samstarvi fyri at minka um kostnaðin. Og loksins er eisini avgerandi, hvussu ?regime? tvs. skattalógir og reglur annars verða.
Hóast alt hetta kann sýnast fjart og liggja langt úti í framtíðini fyri mong av okkum, so skulu vit ikki gloyma, at komandi samráðingar við danir m.a. nettup kunnu fara at snúgva seg um júst eina skilagóða handfaring av hesum viðurskiftum. Tí varðveita vit ikki áhugan hjá oljufeløgunum og eru vit heldur ikki før fyri at bjóða út frægastu økini, so kunnu væntaðar oljuinntøkur liggja langt úti í framtíðini. Og tá er lítil logikkur í yvirhøvur at byggja nakra avtalur við danir á vónirnar um at finna olju.
Hvíta økið kjarnin
Tá hugsað verður um, hvussu fáar stórar oljukeldur eru funnar í Norðsjónum mongu seinastu árini, og hvussu ringt útlitið er til at finna hesar eru, er greitt, at tað hevur stóran týdning fyri Bretland, sum hevur ein stóran oljuídnað, at kunnu bjóða út nýggj lovandi oljuøki. Og her er Hvíta økið millum Føroyar og Hetland svarið.
Tí er møguliga rætt at siga, at hava føroyingar skund við at fáa loyst marknatrætuna til tess at kunna fara undir eina innbjóðandi útbjóðingarrundu, so hava bretar tað so sanniliga eisini, fyri á tann hátt at kunna lata upp fyri oljuleiting, í hvussu í tí partinum av Hvíta økinum, sum liggur eystan fyri fiskimarkið. Soleingi marknatrætan ikki er loyst sleppa hvørki føroyingar ella bretar framat Hvíta økinum, tó við tí undantaki, at bretar herfyri lutaðu sær tveir teigar burtur av Hvíta økinum.
Út frá hesum kunnu vit tí siga, at orðini hjá Robin Cook eru vælskiljandi. Bretland og Føroyar hava brúk fyri hvørjum øðrum.
Men tá hetta er sagt, so mugu vit heldur ikki gloyma, at tað, sum ósemjan snýr seg um millum londini, kunnu vera ómetaliga stór virði.
Í blaðnum í gjár umrøddu vit hetta í oddagreinini og settu har fram spurningin, um ikki ein orsøk til at bretar nú so fegnir vilja hava eina loysn á málinum er tann, at teir hava so nógv meiri vitan um umstríddu økini enn vit føroyingar, at teir nettup vilja hava hesa loysn, áðrenn vit klára at ogna okkum somu vitan. Og tá verður so gitt, at henda vitan, sum bretar sita inni við, bendir á, at tað eru sera góðar fortreytir fyri at finna olju í júst teimum økjunum, sum breta vilja hava fatur á.
Eingin ivi er um, at bretar hava keypt upp meira seismikst tilfar frá Hvíta økinum enn vit føroyingar, og harvið eisini eru betri vitandi um undirgrundina her og heilt uppat føroyskum øki enn vit.
Eftirbátar!
Í oddagrein okkara í gjár loyvdu vit okkum at gita, at føroyingar - út frá filosofiini um at hava sum minst av útreiðslum uppá oljuvirksemi í hesi fasuni - eru eftirbátar í Hvíta økinum, tvs. at vit hava ikki keypt og tulkað tær seismisku kanningarnar, sum eru gjørdar har. Við øðrum orðum eru vit í eini verri samráðingarstøðu enn bretar, tá tosað verður um nettup landssynningshornið, nærhendis teimum stóru oljufundunum á bretskum øki.
Tað er rætt at nevna her, at føroyingar hava keypt seismiskt tilfar frá Hvíta økinum. Eykajáttan varð latin á fíggjarlógini undir undanfarna landsstýrinum til nettup hetta endamál. Vit mugu so bara vóna, at vit hava keypt nokk av hesum tilfari og harvið eru eins væl førir fyri at meta um møguleikarnar fyri at finna olju í teimum umstríddu økjunum sum bretar.
Nú skal ein ikki síggja spøkilsi á alljósum degi, men hinvegin eiga vit føroyingar heldur ikki at vera so góðtrúnir og halda, at bretar ynskja eina semju fyri okkara skyld.
Tað er rætt at taka úttalilsini frá Robin Cook í størsta álvara, og tað er at vóna, at løgmaður og oljumálaráðharrin saman við Uttanlandsnevndini gera sær ómak at tulka hesi signalini rætt. Tvs. í fyrstu atløgu at taka tey sum eina útrættaða hond frá bretum at fáa loyst eina alt ov drúgva trætu. Men hinvegin verður eisini spennnandi at síggja, um bretar eisini eru sinnaðir til at bakka nakað meira enn teir hava gjørt. Tí er tað bara ein spurningur um at fáa broytt mannagongd og proseduru, uttan nakað ítøkiligt innihald, í bretska útspælinum, so er ikki vist, at hetta er at meta sum nøkur útrætt hond.
Eftir tí sum eygleiðarar og keldur vilja vera við, so hava bretar førkað seg nógv í mun til sítt upprunaliga krav. Men enn restar nakað. Ein hevur eisini skilt, at seinasta útspælið frá bretum var ikki nakað ultimatum. Nú er at fáa partarnar saman aftur - á hesum ella hasum stigi - og fáa loyst hetta málið, sum í veruleikanum er lykilin til tað skattkamar, sum møguliga goymir seg djúpt undir havbotninum á Atlantsmótinum.
Ekkofisk-syndromið
Tað er greitt, at Ekkofisk-syndromið framvegis spøkir. Høvdu marknasamráðingarnar fyri mongum árum síðani millum Noreg og grannar tess fingið aðra loysn enn miðlinjumark, so áttu norðmenn ikki einsamallir hetta risastóra oljufeltið. Tá kundi tað verða ogn hjá øðrum! Er tað slíkt bretar ikki ynskja skal endurtaka seg ella hvat!
Vert er í øllum hesum eisini at geva gætur, at BP fyri nøkrum árum síðani helst fann eina stóra oljukeldu (brunnurin er oyramerktur sum ?tight hole? og merkir tað, at einki verður sagt um úrslitið av boringini) beint uppat føroyska fiskimarkinum, nevnd Conival. Tað hevur ljóðað, at oljufelagið fyri at verja bretsk áhugamál ikki vil upplýsa innihaldið í kelduni. Skotska blaðið ?Press & Journal? vildi vera við, at oljukeldan gongur langt inn á tað Hvíta økið, ja vestur um fiskimarkið - og at upplýsingar um hesa keldu kundu skaða samráðingarstøðuna hjá Bretlandi mótvegis Føroyum. Viðmerkjast skal, at hetta er ongantíð váttað.
Um somu tíð, sum hesi orð verða skrivað gera nærum øll av teimum umleið 25 oljufeløgunum, sum hava áhuga fyri føroyska økinum, seg ferðabúgvin. Umboð fyri feløgini fara at vitja í Føroyum í hesum mánaðinum. Áhugin fyri føroyska økinum er framvegis líka stórur - eisini sjálvt um oljuprísurin er botnlágur. Men sohvørt nærkast eini 1. útbjóðing á føroyskum øki verður øll støðan meira og meira spent. Seinasta bretska ?útspælið? ger hana ikki minni spenta.