men tað er eisini hugaligt, at onkur køkur verður umbiðin av og á. Vit byggja vanliga nakrar køkar um árið, og í løtuni eru vit so í holt við hesar báðar, sigur hann. Snikkarakjallarin hevur eisini fingið [...] sum rópt verður tekniskt yrkisnám innan timburfakið. Hetta fevnir um hálvt ár og verður nú drigið frá í lærutíðini. - Eg eri sera fegin um Boga. Hann er óførur og roynist væl í framleiðsluni, sigur Bødvar [...] Snikkarakjallaran í Dali, sum ikki minst er kendur fyri sínar mongu og snøggu trappur, ið standa kring um í føroyskum heimum. Viðskiftafólk eru væl nøgd við tænastuna og tað arbeiði, sum verkstaðurin í Dali
sum ikki klára seg so væl í støddfrøði, eru vorðnir færri, meðan næmingarnir, sum liggja um miðjuna, liggja umleið um sama stað. Teir næmingarnir, sum klára seg best, eru vorðnir eitt sindur færri í tali [...] Hildið verður, at orsøkin er, at uppgávuraðið er ment, og fatar eisini um nøkur nýggj uppgávusløg, skrivar Skúlablaðið. Meira kann lesast um málið VIÐ AT TRÝSTA HER [...] við fyrivarni, vísa tey á, sum hava skrivað frágreiðingina til landsroyndirnar, skrivar Skúlablaðið. Um úrslitini hjá 4. flokki í 2013, so liggur tað hagfrøðisliga tætt at úrslitinum frá 2012, men í upp
eri, tosa djúpt, væl og leingi um tað farna og komandi árið. Hann sigur, at Rakul hevur sagt honum, hvat hansara nýggjárslyfti skal vera. - Í 2013 snakki eg ikki meira um ta vánaligu og seinu handfaring [...] spæla spøl, syngja og serliga fara vit at tosa um teir stóru eksistentiellu spurningarnar, sum Johan tekur til. Johan og Rakul keypa ikki fýrverk, og um hví so er, hevur hann sína søgu at siga: - Fyrst [...] útfolda seg kreativt og verða seg sjálvi, sigur maðurin, sum allir føroyingar kenna ella hava hoyrt um.
gjørt enn ein sáttmála við donsku ferðaskrivstovuna, Atlantis Rejser, um leiguflúgving. Tað boðar flogfelagið frá í kvøld. Talan verður um flúgving suðureftir úr Keypmannahavn frá oktober 2013. Atlantis Rejser [...] Atlantic Airways skal flúgva fyri Atlantis Rejser úr Keypmannahavn alt árið. Í november gjørdu Atlantis rejser og Atlantic Airways sáttmála um flúgving úr Billund. Atlantsflog væntar at fáa sín næsta Airbus 319 [...] flúgving til Føroya úr Keypmannahavn umframt aðra leiguflúgving. - Samstarvið við donsku ferðaskrivstovuna um flúgving suðureftir styðjar væl upp undir okkara mál at fáa fleiri flogfør av slagnum Airbus 319 í
læt úr hondum, gongur væl í Eiðis kommunu, har fólkatalið er vaksið seinasta árið. Á Eiði hava tey eisini sínar metingar um, hvørjar orsøkirnar eru til, at fólkatalið ikki minkar, men veksur. - Felagsnevnarin [...] Bygdaráðið hevur lagt út í kortið at menna karmarnar um mentanarligar upplivingar í kommununi, og tískil skal gamla fimleikarhøllin í Eiðis skúla gerast um til ein mentanarmiðdepil, ið skal húsa mentanarligum [...] hýsir 1. til 7. flokki, er nútímans, og hartil ber fimm ára gamli dagstovnurin Korndalsgarður prógv um, at fólk flyta til. Fólkatalið veksur, og ansingartørvurin er vorðin størri. Lagt verður aftrat, at
Skopun langa fríggjadag og páskadag. Tveir túrar vórðu sigldir aftur og fram hvønn dagin, ein um morgunin og ein um kvøldið. Tað var fitt av ferðafólki, sum tók av tilboðnum, tí tilsamans ferðaðust 148 fólk [...] myndugleikin tekur hetta til eftirtektar og letur Strandferðsluna eisini sigla teir tríggjar dagarnar um árið, hon annars heldur frí, nevniliga langa fríggjadag, páskadag og jóladag. [...] fólk við hesi privatu Strandferðsluni. Langa fríggjdag sigldi Silja Star og hon førdi 53 fólk um fjørðin teir báðar túrarnar. Fyrra túrin av Gomlurætt til Skopunar, vóru 15 fólk við og norður aftur úr Skopun
Síðani 1972 hevur verið telvað regluliga um FM á hvørjum ári um páskirnar. Árið í ár var tí hitt hálvtrýssinstjúgunda í røðini í nýggjari tíð, at spælt hevur verið um FM-heitið í einstaklingstalvi. Stóri [...] Telvað hevur verið um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar síðani 1938. Í fyrsta umfari varð telvað til 1956, so var íhald í nøkur ár, byrjað var ikki aftur fyrr enn Talvsamband Føroya var stovnað [...] føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins. Í ár vann Høgni Egilstoft Nielsen. Hetta er triðja FM-heitið
ymiskar tíðir á degnum, fyrrapartin, seinnapart og um kvøldið. Skeiðini kunnu bæði vera við nógvum tímum um vikuna í fáar vikur, ella færri tímun um vikuna í fleiri vikum, verður sagt í støðulýsingini [...] einum slíkum skúla við undirvísarum og skrivstovufólki fer at kosta millum 2,5 og 3 milliónir krónur um árið, her eru hølisviðurskifti ikki íroknað. Havast skal í huga, at játtanin til kvøldskúlarnar kring [...] við lærarum í føstum starvi at skipa fyri mál- og samfelagsskeiði. Sagt verður víðari, at talan er um eitt lítið fakøkið, ið krevur servitan, og tí er umráðandi at savna orkuna innan økið á einum og sama
Tað er ikki grundarlag fyri at hava reglur um antitrust í fiskivinnuni. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú tey hava sagt sína hugsan um ætlanina hjá hesi samgonguni at broyta fiskivinnulógina hjá [...] illa vera endamálið í hesum føri, leggja tey afturat. – Tað er ein gróthørð kapping um at selja fisk, og talan er um ein altjóða marknað, har føroysku fyritøkur eru lutfalsliga lítlar, staðfestir Føroya [...] milliónir í stuðli, hevur fiskivinnan seinnu árini rindað fleiri hundrað milliónir inn í landskassan um árið í skatti og tilfeingisgjøldum, sigur felagið.
tryggum kørmum á fíggjarlógini. Løgtingið átti eisini staðið, saman um ein fíggjarleist, ið ger, at játtanin til ítróttin er tvífaldað um eini fimm ár. Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi [...] ÍSF stendur í teirri støðu, at stuðulin til sambondini lækkar við 11% um landsstýrið ikki hækkar játtanina til ítróttin í komandi fíggjarlóg. Hetta má ikki henda, tí ítrótturin gevur okkum so nógv, nú [...] ítróttinum aftur. Ítrótturin er tað, sum savnar okkum, og føroyskir íðkarar hava klárað seg ótrúliga væl um allan heimin og hava sett Føroyar á heimskortið, sum eina stolta ítróttatjóð – men vit vita eisini