Tað var fitt av fólki, sum tók av tilboðnum, tá ið kommunurnar í Sandoynni gjørdu av at leiga bát at sigla við ferðafólki ímillum Skopun og Gomlurætt á páskum.
Strandferðslan heldur frí langa fríggjadag og páskadag og tað hildu borgarstjórarnir í Sandoy, líkist ongum.
Tískil gjørdu teir av at leiga Froy at sigla ímillum Gomlurætt og Skopun langa fríggjadag og páskadag.
Tveir túrar vórðu sigldir aftur og fram hvønn dagin, ein um morgunin og ein um kvøldið.
Tað var fitt av ferðafólki, sum tók av tilboðnum, tí tilsamans ferðaðust 148 fólk við hesi privatu Strandferðsluni.
Langa fríggjdag sigldi Silja Star og hon førdi 53 fólk um fjørðin teir báðar túrarnar.
Fyrra túrin av Gomlurætt til Skopunar, vóru 15 fólk við og norður aftur úr Skopun vóru seks fólk við.
Seinna túrin vóru sjey fólk við suður til Skopunar og 25 fólk ferðafólk vóru við norður aftur.
Páskadag sigldi Froyur og tann dagin ferðaðist 95 fólk um Skopunarfjørð.
Tilsamans vóru 10 ferðafólk við suður av Gomlurætt tann fyrra túrin og sama tal av ferðafólki var við norðuraftur.
Seinna túrin páskadag var væl fleiri av ferðafólki við, tá vóru 30 ferðafólk suður við av Gomlurætt og 45 ferðafólk vóru við norðuraftur.
Les eisini: Vit hava prógvað at tørvurin er til staðar
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun sigur, at hetta er ein staðfesting av, hvussu burturvið tað er, at Strandferðslan heldur frí heilidagar sum hesar.
Tí vónar hann, at politiski myndugleikin tekur hetta til eftirtektar og letur Strandferðsluna eisini sigla teir tríggjar dagarnar um árið, hon annars heldur frí, nevniliga langa fríggjadag, páskadag og jóladag. |