Tað er ikki grundarlag fyri at hava reglur um antitrust í fiskivinnuni. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú tey hava sagt sína hugsan um ætlanina hjá hesi samgonguni at broyta fiskivinnulógina hjá undanfarnu samgongu.
Antitrust í fiskivinnuni er eitt mark fyri, hvussu stórur partur av eini vinnu kann miðsavnast hjá einum reiðara, og slíkar lógir verða ofta settar í gildi fyri at forða fyri einkarrætti, ella fyri at forða fyri, at ein vinna verður miðsavnað á heilt fáum hondum.
Í hesum sambandi er ætlanin at eingin einstakur reiðari skal kunna ráða yvir meiri enn 35 prosent av kvotuni av uppsjóvarfiski. Endamálið er at fáa kapping ímillum reiðarar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag dugir ikki at síggja nakra grund fyri, at hesi mørkini verða sett
Vinnan má altíð hava frælsi at leggja sítt virksemi til rættis - men fær tað óhepnar avleiðingar, kunnu avmarkingar setast.
– Grundarlagið er ikki til staðar fyri at hava serligar antitrust reglur fyri fiskivinnuna, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
– Endamálið við antitrust reglum er vanliga at verja brúkaran, men tað kann illa vera endamálið í hesum føri, leggja tey afturat.
– Tað er ein gróthørð kapping um at selja fisk, og talan er um ein altjóða marknað, har føroysku fyritøkur eru lutfalsliga lítlar, staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tey siga eisini, at gongdin, har fiskivinnan er miðsavnað, er ein stór orsøk til, at partar av vinnuni hava ment seg og hava vent einum undirskoti til eitt yvirskot.
– Frá at fáa hundraðtals milliónir í stuðli, hevur fiskivinnan seinnu árini rindað fleiri hundrað milliónir inn í landskassan um árið í skatti og tilfeingisgjøldum, sigur felagið.