1. januar 2019 vóru 1.794 fólk við øðrum ríkisborgaraskapi enn donskum skrásett at búgva í Føroyum, sambært Hagstovuni. 319 av teimum eru norðurlendingar, meðan restin eru aðrastaðni frá.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur júst gjørt eina støðulýsing av integrasjónsstøðuni í Føroyum. Eitt av tilmælunum í støðulýsingini er, at skipa ein skúla við lærarum í føstum starvi at skipa fyri mál- og samfelagsskeiði.
Sagt verður víðari, at talan er um eitt lítið fakøkið, ið krevur servitan, og tí er umráðandi at savna orkuna innan økið á einum og sama stað.
Mælt verður til at gera ein skúla undir Mentamálaráðnum við trimum ella fýra undirvísarum í føstum starvi, ið skulu undirvísa tilflytarum í føroyskum sum fremmandamáli. Skúlin skal vera staðsettur á einum stað, har tað er lætt hjá flest møguligum at fara í skúla. Fjarundirvísing skal eisini vera fastur partur av undirvísingini.
Við trimum ella fýra fólkum í føstum starvi ber til at skipa fyri fjølbroyttum skeiðum, har hædd verður tikin fyri, at bólkurin av tilflytarum eru fjølbroyttur og hevur ymiskan tørv.
Eisini hevði borið til at skipa fyri skeiðum ymiskar tíðir á degnum, fyrrapartin, seinnapart og um kvøldið. Skeiðini kunnu bæði vera við nógvum tímum um vikuna í fáar vikur, ella færri tímun um vikuna í fleiri vikum, verður sagt í støðulýsingini.
Mett verður, at raksurin av einum slíkum skúla við undirvísarum og skrivstovufólki fer at kosta millum 2,5 og 3 milliónir krónur um árið, her eru hølisviðurskifti ikki íroknað.
Havast skal í huga, at játtanin til kvøldskúlarnar kring landið fyri undirvísing til í føroyskum sum fremmandamáli fella í útgangsstøðinum burtur.











