Johan í Kollafirði og kona hansara Rakul fara saman við Onnu Mariu Olsen og Bjarka Meitil at halda nýggjár hjá teirra vinkonu, Merry.
- Her verður bæði stokt dunna og gás. Rakul fær piparbúff við bernaise, tí henni dámar ikki fugl. Vit fara at spæla spøl, syngja og serliga fara vit at tosa um teir stóru eksistentiellu spurningarnar, sum Johan tekur til.
Johan og Rakul keypa ikki fýrverk, og um hví so er, hevur hann sína søgu at siga:
- Fyrst var tað so, at eg vildi ikki "fýsa" pengar út í luftina, men seinni havi eg funnið út av, at eg gerist nervøsur av fýrverki. Serliga av blandingini krút og full fólk.
Hann sigur, at fyrraárið, tá tey hildu nýggjár hjá vermóðir, kom ein vilst neyðrakett og festi eld á takið á húsinum hjá teimum.
- So, eg burdi næstan fingið mær eina sovorðna tablett, sum man gevur hundum, heldur hann fyri.
Johan og Rakul fara neyvan út til nakað tiltak í býnum í kvøld.
- Mær dámar best at vera, har eg eri, tosa djúpt, væl og leingi um tað farna og komandi árið.
Hann sigur, at Rakul hevur sagt honum, hvat hansara nýggjárslyfti skal vera.
- Í 2013 snakki eg ikki meira um ta vánaligu og seinu handfaring av tí sokallaða Fámará-málinum, og eg skal gerast eitt positivari menniskja, serliga á Facebook.
Johan í Kollafirði hevur eisini eitt nýggjársynski:
- Eg ynski einar nógv fríari og fittari Føroyar, har øll sleppa at útfolda seg kreativt og verða seg sjálvi, sigur maðurin, sum allir føroyingar kenna ella hava hoyrt um.










