Hóast Eysturoyggin stendur fyri skotum í nýggjastu fólkatalsuppgerðini, sum Hagstovan herfyri læt úr hondum, gongur væl í Eiðis kommunu, har fólkatalið er vaksið seinasta árið.
Á Eiði hava tey eisini sínar metingar um, hvørjar orsøkirnar eru til, at fólkatalið ikki minkar, men veksur.
- Felagsnevnarin er, at kommunan í felag hevur tikið stór tøk og hevur lagt nógv fyri í arbeiðnum at fáa borgararnar at trívast. Bygdaráðið við trivnaðarnevndini á odda hevur lagt stóran dent á trivnaðarøkið, samstundis sum mentan, ítróttur, vinna og góðar umstøður gera sítt til, at fólk flyta til Eiðis kommunu.
Tað sigur kommunan á síni heimasíðu.
- Fólkaskúlin, ið hýsir 1. til 7. flokki, er nútímans, og hartil ber fimm ára gamli dagstovnurin Korndalsgarður prógv um, at fólk flyta til. Fólkatalið veksur, og ansingartørvurin er vorðin størri.
Lagt verður aftrat, at Eiðis kommuna eisini er væl fyri á eldraøkinum, og lutfalsliga nýggja ítróttarhøllin er eisini karmur um ítrótt og tiltøk av ymiskum slagi.
- Við ítróttarhøllini varð eisini gamla hondbóltsfelagið EB endurstovnað, og hetta skapar trivna og lív í kommununi.
Á Eiði halda tey, at framtíðarútlitini eru bjørt út. Bygdaráðið hevur lagt út í kortið at menna karmarnar um mentanarligar upplivingar í kommununi, og tískil skal gamla fimleikarhøllin í Eiðis skúla gerast um til ein mentanarmiðdepil, ið skal húsa mentanarligum tiltøkum.
- Nýggjur fótbóltsvøllur liggur á pappírinum, eins og umstøðurnar hjá útróðramonnunum verða betraðar.
Trivnaðar- og ferðavinnumenning er eisini á breddanum hjá Eiðis kommunu, tí fyri stuttum setti kommunan fólk í starv sum trivnaðar- og ferðavinnumennara.
- Tískil eru útlitini fyri trivnaðarmenning og trivnaðarátøkum góð, sigur Eiðis kommuna.










