føroyingar og føroyavinir um alt landið. Hansara nógvu royndir av felagsstarvi komu væl við fyri okkum í nevndini og komu okkum til góðar tá vit fingust við ymisk vandamál. Fyri hetta og alt annað hann hevur gjørt [...] ov mikið sagt at tað skelkaði Føroyingafelagið í Reykjavík og føroyavinir í Íslandi tá boðini komu um at Gunnar ikki longur var millum okkara. Gunnar hevur undanfarin ár sitið í einari vælvirkandi nevnd [...] Reykjavík árið 2000 og hava vit sitið í nevnd saman síðan. Tað var hart fyri okkum í nevndini at frætta um óvæntaðu og álvarsligu sjúku Gunnars og samkensla okkara er við Fríðu, dóttir teirra Elísabet við familju
Húsum til konfirmantlestur, fingu av álvara roynt, hvussu tað er at ferðast um Kalsoyarfjørð á vetrardegi í Barsskor. Men alt gekk gott, og ferðafólkið kom til Klaksvíkar í øllum góðum. Formaður veðurfastur [...] hevur Útoyggjafelagið ferðast runt til fleiri útoyggjar í Føroyum, har tey hava hildið kunnandi fundir um felagið. Harumframt fáa fólk á fundunum eisini møguleika at tekna seg sum lim hjá felagnum. Vitjaðu [...] ein túr. Hesuferð vóru tað Olga Bisopstø og Òla Jákup úr Dímun, og skuldu tey til Kalsoynna at kunna um Útoyggjafelgið. Fyrst vitjaðu tey bæði á Húsum. Her varð fundur hildin í skúlanum á staðnum, og varð
Um tríggjar vikur verður koyrandi óhindrað gjøgnum Vágatunnnulin alt samdøgurðið, sigur Niklas Foldbo, verkfrøðingur hjá Vágatunlinum. Arbeitt hevur verið mestsum alla tíðina, síðan tunnilin lat upp í [...] Ymsar hugsanir hava fólk gjørt sær um tað, og fleiri eru, sum hava hildið, at nú fara nýggir lekar at vísa seg. Men soleiðis er ikki, greiðir Niklas Foldbo frá. Talan er um kondens, sum legst á veggirnar orsakað [...] teimum, sum gera arbeiðið, at 8. september er endaliga liðugt, og so verður koyrandi uttan hindring alt samdøgurðið. Fólk, sum hava ferðast gjøgnum Vágatunnilin í summar, hava lagt merki til, at veggirnir
lagnutungu boðini, sum bórust okkum hin 1. juni ? 2 mánaðir eru longur farnir, síðani vit fingu boðini um, at Marita ikki var ímillum okkum longur. Ilt var at fata veruleikan av hesum feigdarboðum og ómetaliga [...] Landssjúkrahúsinum. Hon var fakliga serstakliga dugnalig og var eisini dugnalig til so mangt annað. Alt, sum hon fekst við, var merkt av nærlagni, dygd og vakurleika. Eisini hon sjálv. Og í svimjihøllini [...] altíð eina fatan av at hava stýr á øllum og tú varnaðist ikki, at hesi kvinnu, sum sá út til at hava alt, sum skal til, eisini tørvaði eina hjálpandi hond, men ikki megnaði at taka ímóti, tí tað fall henni
skrivi, sum er sent út til virki og stovnar í høvuðsstaðnum fyri at kunna tey um broytingarnar. Tað verður kortini ikki alt arbeiðið, sum verður liðugt í summar. Á mynd á hesari síðuni, kunnu tit síggja [...] á Hjalla. Tórfinn Smith sigur, at eitt vanligt húsarhald ? eins og nú ? fer at kunna sleppa av við alt burturkasti hjá sær fyri einki. Virki skulu tó gjalda eitt ávíst gjald. Burturkasi skal skiljast við [...] við móttøkuplássi. Tað verður framvegis loyvt hjá bilum at koyra beinleiðis í ovnin so at siga, um hetta er skilt frammanundan. Brennistøðin kann tó ? fyri eigarans rokning ? kanna lastina, áðrenn hon veðrur
Elektron og forstjóri í Føroya Banka, sum er troyttur av nógva rokinum um eina nýggja Gjaldskipan í Føroyum. Alt stríðið snýr seg um, hvørt føroyingar skulu sleppa tí føroysku V&T-skipanini og fara yvir [...] at tala at leiðsluni í einum innanhýsis skrivi. Brævið er likið út, og tí tóku starvsfólkini alt aftur longu um vikuskiftið. Nú heldur Jørn Astrup Hansen, at málið púrasta er »blæst ud af gevind«, sum hann [...] málinum, er, at vit eiga í PBS. Teir fýra føroysku peningastovnarnir rinda 3 milliónir krónur til PBS um árið fyri at vera limir, og afturfyri stendur okkum frítt at brúka nakrar skipanir. Vit fáa eisini
Navigatørfelagið sær nevniliga at kæra um manningarskjalið til Ternuna 1, sum siglur ímillum Havnina og Skálafjørðin og um manningarskjalið til Dúgvuna, sum siglur um Leirvíksfjørð. Ellintur Abrahamsen sigur [...] manningarskjalið fyri bæði skipini. Men umframt at hava radioprógv, stendur onki í manningarskjalinum um, hvørji prógv hesin eyka maðurin á brúnni skal hava. Men hetta vil Skipara- og Navigatørfelagið ikki [...] vera stýrimaður. Kæran verður send Sjóvinnuráðnum ? Vit halda ikki, at tað kann vera rætt, at tá ið alt gongur sum tað skal, skulu tað vera skipari og stýrmaður, sum hava ábyrgdina av radiosamskiftini. Men
til at hugsa ov nógv um tapið í dag, men at hann og leikararnir heldur skuldu um positivu lutirnar í spælinum, og royna at byggja víðari á hetta. Dómararnir ov lítið støðufastir Um hendingina, sum viðførdi [...] viðførdi málið, vildi Faxe ikki siga alt ov nógv. - Eg sá ikki so væl, hvat hendi, og kann eg ikki so væl siga frá, um dómarin metti skeivt, tá hann góðkendi málið, greiddi venjarin frá. Hann hevði tó bitið [...] sera væl nøgdur, tá hann eftir dystin tosaði við tíðindafólkini. Hygja frameftir - Hevði talan verið um, at vit høvdu tapt, orsakað av vánaligum spæli, so hevði støðan sjálvandi verið ein onnur, men eg eri
partur av tilbúgving Føroya alt samdøgrið, alt árið. Tyrluvenjingarnar, sum Atlantic Airways Aviation Academy fer at bjóða, eru harvið ein heildarloysn, sum fevnir bæði um flogskiparar og bjargarar, verður [...] Í dag er avtalað undirskrivað millum Atlantic Airways og MTV-Byggivirkið um bygging av tyrlusimulatorbygninginum á ídnaðarøkinum omanfyri flogvøllin. MTV-Byggivirkið ger arbeiðið sum heildararbeiðstøku; [...] og Niels Mortensen, nevndarformaður, og Jóhanna á Bergi, stjóri, vegna Atlantic Airways. - Talan er um eina sera spennandi verkætlan fyri okkum. Hetta er nakað annað enn tað, vit eru von við at byggja,
útinnandi vald skal síggja til, at kanningin verður gjørd og at alt fer rætt fram. TÁ tað er sagt, skal leggjast afturat, at talan er ikki bara um ógegnið hjá skrivaranum hjá kanningarnevndini, sum Kári D. [...] tað er vissuliga ein spurningur, um Bjørn Grønborg er óvildugur, tá ein advokatur á somu advokatskrivstovu hevur við eitt mál hjá Den Danske Bank at gera. Talan er um heilar 20 mill. kr. Sjálvandi vil [...] TAÐ ljóðar heilt løgið, at løgmaður, Edmund Joensen, ikki nevndi, at ivi hevur tikið seg upp um ógegnið hjá formanninum og skrivaranum í bankakanningini, tá hann hevði fund við forsætisráðharran mánadagin