Um tríggjar vikur verður koyrandi óhindrað gjøgnum Vágatunnnulin alt samdøgurðið, sigur Niklas Foldbo, verkfrøðingur hjá Vágatunlinum.
Arbeitt hevur verið mestsum alla tíðina, síðan tunnilin lat upp í fjør, við at gera ymiskt smátt, sum manglaði, endaliga liðugt.
Serliga hevur tað verið at sprænt betong undir loftið í tunlinum, sigur Niklas Foldbo. Slíkt, sum ikki var endaliga gjørt liðugt, og okkurt, sum ymsir smáskaðar eru komnir uppá, meðan arbeitt hevur verið í seinna umfari.
At tað ikki hevur gingið so skjótt, sum onkur kundi hugsað sær, kemst av, sigur hann, at tað verður arbeitt við smáum maskinum, sum ikki eru so effektivar, sum tær størru. Hetta hevur tí tikið sína tíð. Men nú hevur leiðslan fyri Vágatunnilin fingið lovað frá teimum, sum gera arbeiðið, at 8. september er endaliga liðugt, og so verður koyrandi uttan hindring alt samdøgurðið.
Fólk, sum hava ferðast gjøgnum Vágatunnilin í summar, hava lagt merki til, at veggirnir í tunlinum hava verið heldur vátari, enn teir vóru fyrstu tíðina, tunnilin var opin.
Ymsar hugsanir hava fólk gjørt sær um tað, og fleiri eru, sum hava hildið, at nú fara nýggir lekar at vísa seg.
Men soleiðis er ikki, greiðir Niklas Foldbo frá. Talan er um kondens, sum legst á veggirnar orsakað av lýkkuni, sum hevur verið í summar.
?Tað er stutt og greitt lýggja veðrið, vit hava havt í summar, sum ger, at veggirnir eru vátir. Lýggja luftin, sum kemur inn í kaldara tunnilin, fordampar og legst sum væta á veggirnar. Hetta fer at hvørva aftur, tá kaldari verður í veðrinum aftur.
Um lekar sigur Nilklas Foldbo, at tað, sum tey hava skrásett higartil, síðan borað varð ígjøgnum, er, at tað lekur bara soleiðis umleiðis ein triðing av tí, lagt varð upp fyri. So lekar eru als eingin trupulleiki í løtuni, og nýggir lekar eru ikki staðfestir, sigur hann.
?Tað er lætt at kanna eftir, hvussu til stendu við tí. Tað síggja vit á nøgdini, sum pumpað verður úr uppsamslingsbrunninum, sigur Niklas Foldbo, verkfrøðingur hjá Vágatunlinum.










