Dagurin var ikki skínandi, men myrkur og grátungur eins og tey lagnutungu boðini, sum bórust okkum hin 1. juni ? 2 mánaðir eru longur farnir, síðani vit fingu boðini um, at Marita ikki var ímillum okkum longur. Ilt var at fata veruleikan av hesum feigdarboðum og ómetaliga tungt var at koma ígjøgnum teir døpru dagarnar, sum komu í kjalarvørrinum, tí missurin var, og er, so stórur og óveruligur.
Marita var nakað fyri seg og hetta merkti hana og umhvørvi hennara. Hon fór sum ung niður til Danmarkar at útbúgva seg til ljósmóðir og starvaðist á Ríkissjúkrahúsinum í drúgva tíð. Hon ferðaðist eisini víða, búði m.a. eitt skifti í Saudi-Arabia og setti hetta ein dám á hana, sum eisini sást aftur í heimi hennara.
Í 8 ár untist tað okkum at hava Maritu á Landssjúkrahúsinum. Hon var fakliga serstakliga dugnalig og var eisini dugnalig til so mangt annað. Alt, sum hon fekst við, var merkt av nærlagni, dygd og vakurleika. Eisini hon sjálv. Og í svimjihøllini var hon fastur gestur. ? Marita var altíð klár við eini hjálpandi hond, tá okkurt serligt var á vási og onki varð hálvgjørt. Hon gav altíð eina fatan av at hava stýr á øllum og tú varnaðist ikki, at hesi kvinnu, sum sá út til at hava alt, sum skal til, eisini tørvaði eina hjálpandi hond, men ikki megnaði at taka ímóti, tí tað fall henni so nógv lættari at geva ? og kanska er tað júst hendan ímyndin av Maritu, sum hóvaði henni og okkum best?
Marita fekk ikki nakað barn sjálv, men hon átti familju og vinfólk, sum vóru góð við hana eins og nógv takksom foreldur at teimum børnum, sum hon hjálpti inn í hesa verð, tí hon var sera væl lýdd í yrki sínum.
Saknurin er stórur, og missurin er tungur at bera.
Í djúpari samkenslu við teimum, sum eftir sita, vilja vit við hesum lýsa frið yvir minnið um Maritu.
Ljósmøðurnar










