Útoyggjafelag ger um seg

Í farnu vikuni vóru Olga Biskopstø og Óla Jákup úr Dímun frá Útoyggjafelagnum ein túr í Kalsoynni. Endamálið við túrinum var at kunna um felagið, og eisini at fáa felagnum fleiri limir.



Útoyggjar: Seinastu tíðina hevur Útoyggjafelagið ferðast runt til fleiri útoyggjar í Føroyum, har tey hava hildið kunnandi fundir um felagið. Harumframt fáa fólk á fundunum eisini møguleika at tekna seg sum lim hjá felagnum.

Vitjaðu Kalssoynna
Í farnu vikuni fóru tvey umboð fyri felagið so aftur ein túr. Hesuferð vóru tað Olga Bisopstø og Òla Jákup úr Dímun, og skuldu tey til Kalsoynna at kunna um Útoyggjafelgið.
Fyrst vitjaðu tey bæði á Húsum. Her varð fundur hildin í skúlanum á staðnum, og varð fundurin væl vitjaður. Bæði fólk frá Húsum og Syðradali møttu upp, og teknaðu fleiri seg sum lim hjá Útoyggjafelagnum.
Síðani var farið norður til Mikladals. Her varð fundurin hildin í fráhaldshúsinum "Innistova", og møtti nærum alt fólkið á Mikldali til fundin, umframt at nógv fólk av Trøllanesi eisini vóru til staðar. Hesin fundurin gekk væl, og felagið fekk enn fleiri limir.

Keðiligt veður
Dagurin var annars merktur av tí vánaliga veðrinum. Tað var kavarok og stormur, og ferðin við bussi norður eftir oynni var rættiliga buldraslig, tá nógv jarðrok var.
Heimferðin var ikki minni roykmikil, og ivasamt var, um Barsskor kundi leggja at á Syðradali. Konfirmantar úr Klaksvík, sum saman við Hans Eiler Hammer, presti, høvdu verið á Húsum til konfirmantlestur, fingu av álvara roynt, hvussu tað er at ferðast um Kalsoyarfjørð á vetrardegi í Barsskor.
Men alt gekk gott, og ferðafólkið kom til Klaksvíkar í øllum góðum.

Formaður veðurfastur
Formaðurin í Útoyggjafelagnum, Óla Jákup úr Dímun, fór beina leið umborð á Dúgvuna, tá hann skuldi víðari til Havnar.
Men komin til Leirvíkar vísti tað seg, at bussarnir ikki koyrdu. Hann fór tí við einum av privatbilunum, sum vóru við Dúgvuni ? men komnir til Runavíkar bar ikki til meira. Kavin var nú so nógvur, og ikki var framkomandi nakrastaðni.
Tískil lá formaðurin eftir túrin á Kalsoynni veðurfastur í Runavík.

Út í Heyst
Í komandi viku er ætlanin, at Útoyggjafelgið skal ein túr út í Heyst, og fáa heystmenn her møguleika at frætta meir um framtíðarætlanir og annað hjá Útoyggjafegnum.