Strandferðslan
Nýggja sandoyarferjan, Teistin, er kanska ikki einasta skipið, sum fer at volda Strandferðsluni trupulleikar.
Nú ætlar Skipara- og Navigatørfelagið sær nevniliga at kæra um manningarskjalið til Ternuna 1, sum siglur ímillum Havnina og Skálafjørðin og um manningarskjalið til Dúgvuna, sum siglur um Leirvíksfjørð.
Ellintur Abrahamsen sigur, at Sjóferðslustýrið hevur nú kravt, at umframt teir, sum vanliga eru á brúnni, skal tað í eini neyðstøðu altíð vera ein eyka maður við radioprógvi á brúnni á Ternuni 1 og á Dúgvuni, sum burturav skal taka sær av radiosamstiftinum
Hetta kravið er nú niðurfelt í manningarskjalið fyri bæði skipini.
Men umframt at hava radioprógv, stendur onki í manningarskjalinum um, hvørji prógv hesin eyka maðurin á brúnni skal hava.
Men hetta vil Skipara- og Navigatørfelagið ikki góðtaka.
Felagið fer tí at kæra manningarskjalið við tí kravi, at tað verður sett í tað, at hesin eyka maðurin skal vera stýrimaður. Kæran verður send Sjóvinnuráðnum
? Vit halda ikki, at tað kann vera rætt, at tá ið alt gongur sum tað skal, skulu tað vera skipari og stýrmaður, sum hava ábyrgdina av radiosamskiftini. Men í eini neyðstøðu, skal tað bera til at seta onkran annan av dekkinum upp á brúnna at hava ábyrgdina av radiosamskiftinum. Tað halda vit er fullkomiliga ábyrgdarleyst, sigur Ellintur Abrahamsen.
Ellintur Abrahamsen væntar kanska ikki, at hetta verður nakar trupulleiki sum so, tí hann hevur fingið at vita frá Strandferðsluni, at ætlanin er, at hesin eyka maðurin á brúnni skal vera stýrimaður.
? Men vit vilja hava tað staðfest í manningarskjalið.
Men skal ein stýrimaður afturat umborð á Ternuna 1 og umborð á Dúgvuna, skal hann eisini setast í ein lønarbólk og tað kann elva til trupulleikar, tí tað kann føra við sær, at føra við sær, at tað eisini verður neyðugt at flyta yvirmenninar, sum eru umborð í aðrar lønarflokkar, enn teir nú eru í, fyri at fáa alt at passa saman.
Tað eru júst hesir trupulleikarnir, sum nú hava lagt Sandoyarferjuna, Teistan, lamnan í hálvan annan mánaða.