Lítlu Emmu. Vit vóru í ætt. Mamman hansara var Elsa, f. Christiansen, frá Gjógv, sum var abbasystir mín. Andrias hevði keypt Lítlu Emmu frá Jógvan Elias Thomsen, Sandavági í 1920, og hann førdi hana fram til [...] spyr, um eg keypti nakað frá teimum. Eg svaraði aftur, at tað var ikki nevniverdugt. Eg var ein leysur drongur. »Men so sleppur tú ikki við«, var svarið. So lati eg hann ganga einar fimm favnar, so rópti [...] Tjørnudali, tey kalla. Summi skóru eystur á Skúvadali, har torvið var betri, og sum ikki var so langt frá Tjørnudali. Tað var nokk so høgligt at fara niðan í Tjørnudal, tað var ikki meira enn eitt korter at
frásøgumaðurin sigur. Sum dømi nevnir Thomas Koba filmin Síging í Sandoy , har hann sjálvur fór við einar 300 metrar niður í bergið við upptøkutólinum. - Eina sovorðna søgu mást tú bara filma, meðan hon hendir [...] og ikki okkurt annað, sum vit møguliga vónaðu ella ímyndaðu okkum fór at henda, greiðir Thomas Koba frá og leggur afturat, at hetta veldst sjálvandi um, hvat slag av filmi tað er. Fleiri av filmunum snúgva [...] vinnulív. Hesir eru lutvíst lagdir til rættis í samstarvi við ávísar fyritøkur, men eftir hugskoti frá Thomas Koba og Kovboyfilm. - Fyri meg er tað heilt avgerandi, at tað eri eg sjálvur, sum seti treytirnar
brostin á og postsambandið millum Føroyar og Norra varð darvað. Men fleiri rættlestrar vórðu gjørdir og einar 200 síður av Bíbliuni settar, tá ið Norra og Danmark vórðu hersett av týskinum í apríl í 1940. Tá [...] prentað í Norra undir krígnum. Tað, sum hendi undir heimsbardaganum, meðan Føroyar vóru avskornar frá umheiminum, var at føroyska málið mentist og broyttist nógv til tað betra og hugburðurin í fólkinum [...] Føroyum ikki sjálvboðin høvdu stuðlað hesum góða tiltaki so dyggiliga. Innsavningar høvdu verið líka frá 1939, og arbeiðið varð fullført uttan almennan stuðul og aðrar hættir at savna pening inn. Kostnaðurin
ikki fæst betri yvirhøvur. Stilt og lýtt. Sólin skínur oman og niðan, og fuglurin hevur eisini boðað frá, at hann er komin. So tað er bara at gera skjótt av og fara at hitta manningina, sum skal við. Teir [...] allarfagrasta, ein yvirhøvur kann ynskja sær. Tann fyrsti báturin verður flotaður, og teir taka hann frá dráttinum suður um brúnna, har trappa og plattur er at leggja til, so ikki verður so høgt at skipa [...] Dúgliga verður spurt um staðarnøvn og tilburðir, og fróðarmenn eru bátsfelagarnir, sum duga at siga frá hendingum, teimum sjálvum og øðrum hava verið fyri á leiðini. Um sílaveiðu fyri gjáunum, ella um hundin
til einstaklingin, eg vóni, at vit koma at finna í føroyska fólkaskúlanum framyvir, men eg eri langt frá sannførdur um hetta mið. Forðingar á leiðini eru nógvar, m.a.: - Ein fólkslig traditionalisma, ið á [...] sum skíggjar romantikk og mytur, men tað er at siga, at tjóðskaparromantikkur b?ði her sum har sum frá leið gjørdist ein følsk myta. Hvat er so ein ektað myta? Heimspekingurin Paul Ricoeur sigur munin millum [...] eisini tað ljósið - upplýsingin - sum Guttormur í Múla er "latin í" á kendu pastellmyndini hjá Williami frá 1943. Tað var í tjóðskaparromantiskari tíð, at søgnin um Guttorm í Múla og annar skaldskapur av manna
árið eftir varð hann formaður, tá ið Martin Kúrberg legði frá sær. Martin Kúrberg var komin væl upp í árini, so eg skilji væl at hann legði frá sær Sostatt var Karl skotin upp til formann. ?Hetta var akkurat [...] Karl minnist, at tá í atkvøtt varð, var ógvuliga tætt ímillum teir báðar. ?Tað vóru ikki meiri enn einar tríggjar atkvøður á muni ímillum okkum báðar. Minnist meg rætt, fekk hann 46 atkvøður og eg fekk 49 [...] túrin var 4.300 krónur. ?Tað var nokk so skjótt eftir at eg kom til Balslev, at eg fekk betri løn frá teimum enn so, tí í 1965 fekk eg 1.700 krónur um mánaðin. Nú eru lønirnar sjálvsagt heilt øðrvísi og
føroyingum av, at teir megnaðu at standa uppi av sær sjálvum búskaparliga. Átakið var væl umhugsað frá danskari síðu. Peningurin skuldi fíggja ellisárini hjá føroyingum. Hetta var avgerandi royndin, harið [...] harið føroyingar skuldu venjast við, at kenna tryggleika í peningi, sum danska valdselitan kravdi inn frá fiskimonnum á Borgundarhólmi, pedagogum í Áarósa og lossingarmonnum í Esbjerg. Í fyrstu útgávuni av [...] hóttanir, - men vælsignaður, - einki annað enn innantómar brestingar. Fólkatingslimir gramdu seg um alt frá "gensidig respekt" og "de historiske bånd" til mikla høvundin William Heinensen, sum teir eftir øllum
prentsmiðju her og her vóru drykkjumenn og frelst fólk og so eisini ein hópur av børnum, greiðir Eyðun frá. Eisini minnist hann kríggið og ensku hermenninar, ið høvdu tilhald nærhendis. Har sum Kommunuskúlin [...] sigur Eyðun, sum tó minnist, at foreldrini stuðlaðu. Eyðun greiddi fyrst abba sínum, handilsmanninum, frá sínum ætlanum. - Hann var eitt sindur serstakur. Var áhugaður í jazz- og bluestónleiki. Tað var sjáldsamt [...] burturav. Í sekstiárunum var Eyðun fulla tíð í Sjónlekarhúsinum, leikti, smíðaði leikpall og stjórnaði. Frá 1970 til 1973 var Eyðun burtur og hesa tíðina vóru politikarar, ið settu pening av til leik. Heimafturkomin
110) 4-3 Sjúkrabilur er farin avstað við skadda NSÍ spælaranum Jens Joensen. 108) 4-3 Eftir fríspark frá Magnusi H. Olsen stýrir Debes Danielsen við høvdinum bóltin dygst við síðuna av EB/Streyma málinum [...] heimaliðnum at mynda møguleikar. Besta royndin var, tá ið NSÍ hevði fríspark úr høgru – 20 metrar frá baklinjuni – men einki spurdist burturúr. HÁLVLEIKUR 0-2 0-2: Klæmint A. Olsen 45. So hevur NSÍ økt [...] Hansen, Hans Pauli Samuelsen NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joen sen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen - Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg
fleiri ættarlið við greiðum ábendingum til ættarfaðirin Trónd í Gøtu. Her verður millum annað greitt frá, at á Lækjuni búðu í 1870 bóndin Jógvan Trondesen og kona hansara Anna Sofía Øre. Tey eiga tá fimm [...] sonur Johan Heini man vera uppkallaður eftir Johannu Sofíu og abbanum Heina. Tey fingu eisini sonin Einar, sum fekk sær Tróndargjógv til eftirnavn. Tá hugsað verður um ”einglar góðir” hjá Tróndi er tað h [...] eitt barn við ætt undan. Modellið úr Tjørnustovu Sambært Sigfríð eru vit í Tjørnustovu ikki ættaðir frá Tróndi. Men - tá ið listarmaðurin skuldi finna eitt modell til Trónd, ein mann við reyðum skeggi