Abstinensir av miseydnaða misálitinum?

Fólk eru ivaleyst ørkymlað av fjarðarokinum, nú skjøtil er settur á ein politiskan hanakamp um tøl, ímillum tveir leikmenn, ið helst báðir tveir hava líka lítið skil á búskaparfrøði, sum hundur á himmiríki.

 

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður

Glyvrum, 14. mai 2001

?????????????????????????????????



Fólk eru ivaleyst ørkymlað av fjarðarokinum, nú skjøtil er settur á ein politiskan hanakamp um tøl, ímillum tveir leikmenn, ið helst báðir tveir hava líka lítið skil á búskaparfrøði, sum hundur á himmiríki. Tað fall mær av munni vesturi í Vágum, at brúkti parturin av donsku heildarveitingini svaraði til 8% av føroyska búskapinum. Ákærurnar flúgva um oyrini. Kristian Magnussen heldur fast við, at tað snýr seg um 50%. Endaligu útrokningarnar siga nú, at rætta talið er 4,35%. Samstundis sum eg takki javnaðarmann-inum fyri, at hann varpar ljós á hendan veruleikan, at føroyingurin einki hevur at óttast í sjálvræðinum, verður hetta ein roynd, at svara honum aftur sum frægast.


Sum ein annar forrættari skoðar hann út so víðan. Kristian Magnussen. Líkist kamelinum hjá Viderø undir Karmel-fjalli. Bara hann kendi hin eina sannleikan, og tí kundi hann standa har, so dulin at sær, við ovmetnaðarfulla yvirbragdinum. Moustachan er eisini har. Hendan evsta royndin hjá øllum politiskum tufluhetjum, at prógva fyri alheiminum, hvørið hevur brøkurnar uppiá. Í hesum førinum kann tað so bara verða ein pseudoroynd í macho. Tá ið svarað verður aftur, hevði tað kanska verið eitt hugskot, at kloynt ein columbianskan hatt niður á krúllin og hongt nakrar fjákutar oyraringar uppí oyrini, tá hevði man av illum, fingið accosiatiónir tann vegin, at landsins fremsti ljósasløkkjari var ein partur av átakinum. Politiskar karrierur í mistreysti. Hann náði meg.

Misálitasøgan hjá Javnaðarflokkinum er eitt mál fyri sálarfrøðingar. Tey flestu hava fingið ta fatan, at seinasta royndin druknaði í øli og breyði uppi á tinghúsloftinum. Men er hetta nú allur sannleikin? Rakti eisini hendan royndin Kristian og hansara menn, - sum ein boomerangur? Fari í hvussu er at takka tí tingmanni floksins, sum hevur latið meg frætta, at hann ikki hevði atkvøtt fyri misálitinum. Hann mundi ikki halda at ein føroyskur ministari skuldi kippast av so lítlum. Av kókaðum hønum og gemenum bókhaldarum.

Og appropos, gemenir bókhaldarar, lat meg so sláa fast alt fyri eitt, at tað varð kanska tikið í so dýran til hendan dagin. Eg havi alrastørstu virðing fyri landsgrannskoðaranum, Leivi Harrysyni. Tað er ikki so lítið hann hevur fingið á skaftið hesi árini. Hevur tosað Roma beint ímóti. Óræddur og djarvur. Hevur virkað soleiðis sum ein ríkisrevisión eigur at gera tað. Hevur í stóran mun fingið skil á rangum og røttum. Ákæran gongur ikki ímóti honum, - soleiðis sum hon nú er yvirtulkað. Trupulleikin er, at teir ið hava fólksins mandat, hvørki hava bøllingar ella rygg til at fremja tað lógarsmíð, sum væntað verður av teimum. Teir stinga upp fyri eksternum hóttanum, og hesum kann fólkaræði ikki liva við. Og í síni egnu avmakt røkka teir ikki longur enn at ætlað eitt misálit á mannin, ið gjørdi sína skyldu, - legði eitt progressivt uppskot fram, um hvussu almennu fjølmiðlarnir skula virka frameftir. Onkuntíð hevur politiski ryggurin í tingmanni fólkafloksins í Eysturoy verið kvæmari enn nú.

Annar av gomlu Moskva-kommunistunum í Javnaðarflokkinum hevur eftir øllum at døma somikið av tjóðskaparkenslu eftiri í sær, at hann fæst við, at leita eftir politiskari føði inni á heimasíðu Tjóðveldisflokksins. Umrødda flaggrøðan finst bara har og á míni egnu teldu.

Og kjarni málsins (Tórbjørn vs. Kristian) eru nú hesar báðar orðingarnar:

Tórbjørn: "Tað er ein sannroynd, at bara 8% av danska blokkstuðlinum komu inn í føroysku ringrásina, í árinum sum farið er."

Kristian: "Nú veit eg ikki hvussu Tórbjørn roknar prosentir, tá ið hann kann fáa umleið 50% at verða 8%. Nú eru vit í tí hepnu støðu, at landskassaroknskapurin fyri 2000 longu er framlagdur og sambært roknskapinum var yvirskotið í 2000 475 mió, tá eisini avdrátturin uppá 127 mió av landskassans skuld til danska statskassan var goldin. Blokkstuðulin fyri 2000 var 973 mió og tá landskassans yvirskot "bert" var 475 mió, so merkir hetta at í øllum føri, at 498 mió av blokkstuðlinum vóru brúktar til at avhalda landskassans útreiðslur. Umroknað til % gevur hetta umleið 50% og ikki 8%. Hevur Tórbjørn rætt við sínum 8% so vóru bert 78 mió av blokkstuðlinum í 2000 nýttar til landskassans útreiðslur."


Kristian Magnussen, hentur býttlingi hjá Nyrup(!)

Í 1959 byrjaði av álvara ein peningastreymur at floyma inn úr Danmørkini. Hann hevði bara til endamáls, at niðurpína kensluna hjá føroyingum av, at teir megnaðu at standa uppi av sær sjálvum búskaparliga. Átakið var væl umhugsað frá danskari síðu. Peningurin skuldi fíggja ellisárini hjá føroyingum. Hetta var avgerandi royndin, harið føroyingar skuldu venjast við, at kenna tryggleika í peningi, sum danska valdselitan kravdi inn frá fiskimonnum á Borgundarhólmi, pedagogum í Áarósa og lossingarmonnum í Esbjerg.

Í fyrstu útgávuni av føroyska lógarritinum, sum hin virkni grundlógarskrivarin, Kári á Rógvu, hevur fingið í lag, finnst ein grein, sum tveir serfrøðingar í altjóðarætti hava skrivað. Báðir virka teir í Bruxelles. Í greinini vísa teir á, at endamálið hjá dønum, við at senda føroyingum pening er, og hevur altíð verið, at styrkja og røkja eina ófrælsis- & ótryggleikamentan millum føroyingar, - "a culture of fear."

Tað varð staðfest við sjeytummaseymi undir kreppuni og fyri hvønn dag sum liðin er síðani, at talan var og er ikki um annað, - enn falskan tryggleika.

Tað varð ikki farið fram við mýkindum undir seinastu føroyaviðgerðini á Danatingi. Øgiligar búskaparligar hóttanir, - men vælsignaður, - einki annað enn innantómar brestingar. Fólkatingslimir gramdu seg um alt frá "gensidig respekt" og "de historiske bånd" til mikla høvundin William Heinensen, sum teir eftir øllum at døma ikki hætta sær undir at lesa aftur, um føroyingar skuldu verið so náðileysir, at teir yvirtaka sína egnu kirkju ella eftirlitið við sínum egnu skipum.

Tað var týðuligt, at fólkatingslimirnir høvdu ein trupulleika hendan dagin. Ein avgerandi trupulleika. Og hann er føroyski búskapurin, sum undir hesi samgonguni er vorðin so sterkur, at tað er als ongin trupuleiki at kappa einar 300-400 milliónir av blokkstuðlinum í komandi ári. Forsætismálaráðharrin tók sjálvandi ikki hesar upphæddir upp á tungu, - tær høvdu ikki harmonerað og hóskað inn í mynd og hunddálking hansara av føroyingum, sum primitivir nassarar av Guðs náði.

Klassiska strategiin hjá dønum er komin undir hóttafall. Verður skorið niður í blokkinum, tá kann tað skjótt henda, at ótryggleikamentanin í Føroyum missir takið. Hetta veit stjórnin og hetta veit Peter Duetoft, ið hvein sum ein stungin grísur hendan dagin um, at "??..nú var Danmørkin minkað nokk????.ikki eisini Føroyar(!)"

Danir hava fingið ein stóran politiskan trupulleika av førda fíggjarpolitikkinum hjá Karsteni Hansen. Nyrup & Duetoft og aðrir luxus-imperialistar vilja ikki finna seg í, at landskassin hevur yvirskot, og at ein búskapargrunnur verður skipaður, sum hjálpir føroyingum at skapa sær veruligan tryggleika. Úrslitið ella niðurstøðan av fólkatingsviðgerðini kann tí dragast saman í ein setning: "Nå så kære færinger. Ka´ I så se at bruge pengene i en fart, fordi, hvis I ikke gør det, ja! Så skærer vi blokstøtten væk."

Tær tørvast hvørki at vera sosialráðgevi ella skipsførari fyri at fylgja donsku strategiini. Fimleiki í prosentrokning er heldur ikki neyðugur. Hendan samgongan hevur skorið inn á bein í imperalistiska kyninum. Í stuttum kann sigast: At um vit føroyingar ikki syrgja fyri at knúsa búskapin, við at brúka yvirskotið hjá landskassanum, so missa vit blokkstuðulin. Og tá ið so búskapurin aftur liggur í skeljum, og vit fara akandi á knøunum eftir trotahjálp, eftir at hava sagt farvæl til fullvaldaríkið med alla, ja, tá verður svarið frá dønum so sjálvsagt: "Det må I selv klare."

Blokkstuðulin eitrar mentan okkara og elvir til ótryggleika. Tað er skjalafast, at hetta alla tíðina hevur verið ætlanin við veitingunum, og tað ber ikki til at siga annað enn, at hetta hevur eyðnast dønum fyrimyndarliga, serliga síðani stríðsárini seinru, - við góðari hjálp frá sambands- & javnaðarmonnum, sum Kristiani Magnussen til dømis.


Reinging og lygnir eru nú seinasta royndin at halda sær uppi í politiska sjóvarmálanum !

Politiska jørðildi hjá Kristani Magnussen søkkur undan honum. Hetta veit hann væl. Men sum hjá øllum øðrum breyðpolitikkarum ræður tað bara um at røkja taburetlímið sum longst. Og tí er tað, at hann sum ein annar Erasmus Montanus vil prógva, at føroyingar ikki megna at standa uppi fíggjarliga, - av sær sjálvum. Einhvør útsøgn um tað øvugta, at tað ber til, skal tí afturvísast, og um tað er neyðugt, tá eisini við reingingum og lygnum. Gamli stríðsmaðurin, Kristian Magnussen, er vorðin ein hentur býttlingur í hondunum á Poul Nyrup Rasmussen. Ein døpur sjón. Eg má viðganga at hann í seinasta útspælinum er farin undir alt lágmark, og hetta svar hansara eigur ikki at standa ósvarað. Og lat meg bara gera sum mikladalsmaðurin segði við sonin tá ið hann fór uppí fremmandalegiónina: "Kemur tú í nærkamp góði, pín teir tá ikki meira enn neyðugt er, - sting bara nóg djúpt."

Í røðu míni flaggdagin, í Seyrvági og á Giljanesi, segði eg: "Tað er ein sannroynd, at bara 8% av danska blokkstuðlinum komu inn í føroysku ringrásina, í árinum sum farið er."

Í Sosialinum og í Dimmalætting seinasta fríggjadag leggur Kristian Magnussen meg undir talfusk. Hann sigur at talið 8% er ov lágt sett. Rætta talið er 50%, vil hann vera við. Ætlanin hjá Kristiani er at geva fólki ta fatan, at føroyski búskapurin er væl meiri heftur av donskum pengum, enn hann í veruleikanum er tað.

Eg fari ikki at leggja meg útí hvussu Kristian roknar prosentir, men fari heldur at gera greiðu á míni egnu útrokning, sum eftir øllum at døma hevur fingið blóðið í kók á sosialráðgevanum.


4,35%, - tað var alt Kristian !

Frøðiligt heiti fyri føroysku framleiðsluringrásina er bruttotjóðarúrtøka(btú). Hetta hugtakið lýsir virðið á samlaðu framleiðslu føroyinga í einum ári.


? Btú fyri ár 2000 var um 8,2 milliardir kr.

? Blokkstuðulin var 959 milliónir kr. (Tað er ikki rætt at rokna endurgjøld viðvíkjandi læraraeftirlønum við í heildarveitingina, soleiðis sum Kristian ger.)

? Yvirskotið í landskassanum var 602 milliónir kr. (Tað er villleiðandi at rokna avdráttir uppí úrslitið soleiðis sum Kristian ger tað. Hetta er líka so tápuligt sum tað hevði verið, at vaksið um úrslitið við stórari lántøku.)

? Parturin av blokkstuðlinum, sum harvið kom út í føroysku ringrásina varð soleiðis bara 959 - 602 = 357 milliónir kr.

? Roknað í prosentum av btú: ((357.000.000 X 100) : 8.200.000.000) = 4,35%


Mín ringi óvani, at kjálkað verður ov tætt uppat dead-line, táið røður verða skrivaðar, hevur spælt mær eitt puss. Tað má eg viðganga. Visti at somu viðurskifti svaraðu til umleið 8% í 1999. Av tíðarneyð fekk eg ikki eftirkannað talið fyri ár 2000. Men nú skuldi tað so verið greitt fyri øllum - eisini ljósasløkkjaranum Kristiani Magnussen - at eg havi ikki mála støðuna meiri ljósareyða enn hon í veruleikanum er. Tvørturimóti. Tikið varð í so rívan til tá ið eg ásetti hesi 8%´ini. Tað var bara helvtin. Og fáur lýgur meiri enn helvtina verður sagt. Fór nakað skeivur, men tey flestu munnu fara at bera yvir við mær, táið ein sólskinssøga kom burturúr tí tilendans.

Havi gjørt mær tann ómakin at kanna tølini nærri eftir, og serfrøðingar siga fyri vist, at høvuðsniðurstøðan í røðuni er røtt og stendur við. Føroyski búskapurin er væl fyri, og hann hongur saman sum er, - eisini við ongum blokkstuðuli. Parturin, sum vit nýta av blokkinum svaraði seinasta ár bert til góð 4% av búskapinum, og ikki 8 & 50%, sum vit báðir Kristian hava fráboðað. Hartil kann leggjast, at stóri búskaparvøksturin heldur fram í ár, skal man trúgva forsøgnunum, sum hava verið frammi nú um dagarnar. Hetta merkir so aftur, at eisini í ár fer gongdin at halda fram, soleiðis at blokkurin fær uppaftur minni týðning í samlaða búskapinum frameftir.

Vónandi hevur Kristian Magnussen nú skilt hetta málið. Men kanska eru sosialdemokratisku skýklapparnir soleiðis innrættaðir, at tað sæst ikki uppum eggina á landskassanum. Tað finst eingin verð uttanfyri hendan almenna kassan, sum ein serliga útvald elita av pamparum burdi sitið og gjara út av, - til sínar vinir og kenningar. Ljósasløkkingin, tá ið man sat og taldi niður, nærið hin seinasti føroyingurin mundi fara at sløkkja eftir sær á flogvøllinum, - ber boð um hetta sama. Men hitt føroyska fólkið gjørdi øllum dómadagsprofetiunum til skammar. Uppdriftin í samfelagsins kyknum, sum ikki kann gradast, hevjaði samfelagið á beint aftur. Og ein av tesunum hjá eysturoyingum, um orsøkina til skjóta vøksturin í oynni er hon, at Javnaðarflokkurin altíð hevur verið so hóskiliga lítil her. Skal ikki siga at tað er so. Men dómadagstosið hjá Kristiani m.a., - kundi bent á, at nakað er um tosið. Men Kristian, hesaferð eru tit ovseinir úti, føroyingar síggja nú ígjøgnum imperialistisku tokuna. Ljósið vinnur á myrkrinum umsíðir.

Og nú er eisini somikið fráliðið í aðramáta, at abstinensirnar av miseydnaða misálitinum so smátt munna fara at fortaka seg. Hav tað gott gamli og njót summarferiuna, soleiðis sum tað nú einaferð sømir seg einum forkølaðum og vilstum uppreistrarmanni.