Tróndar andi livir enn

Tað verður nógv gjørt burt­ur úr Tróndi í Gøtu í hesum døgum. Eitt tiltak er útgáva av bók um Gøtuskeggjar, sum gøtumaðurin Sigfríður Joensen hevur skrivað. Her verður greitt frá samtíðini hjá Tróndi og um Trónd sjálvan. Eisini verður greitt frá tí, sum kann sigast um hansara ætt bæði í Føroyum og Íslandi

Bókin varð løgd fram á samkomu í húsunum hjá Gøtu Forminnisfelag, Glyvra Hanusarhús, sunnu­dagin kl. 17. Norðra­gøtu­maðurin Óli í Tjørnustovu úr grannalagnum hjá Tróndi í Gøtu hevði eina framløgu, har hann millum annað segði:

Eg vil takka fyri høvið at siga nakað í samband við framløguna av bókini um gøtuskeggjar. Hetta geri eg við serligari gleði. Eg og Sigfríður eru javngamlir og kennast tí væl, og eg ynskja Sigfríð og annars okkum øllum tillukku við hesi bók, sum væl og virðiliga lýsir hendan partin av gøtu- og føroyasøgu.

Eg fari ikki sum so at endurgeva stórvegis úr bókini. Tað haldi eg, at fólk eiga at hava til góðar. Hetta verður nakrar hugleiðingar, sum eru falnir mær inn, síðan eg fekk hesa uppgávu hósdagin. Hesar snúgva seg um, at Tróndar andi livir enn.

Tróndarandi

Eg havi gingið í Gøtu skúla saman við Sigfríð, megin­part­in av tíðini í sama flokki. Lærarar tá vóru Ják­up Simonsen, Poul Enok Hansen og Helga Øregaard. Tey lærdu okkum ikki bert at lesa og skriva, men eisini tær dygdir, sum kravdust víð­ari í lívinum. Her vóru vit hvønn dag mint á Gøtu Trónd av innskriftini í nýggja skúla, sum vit kall­aðu hann, ”Guð sjái hluta minn.” Hetta mann hava ver­ið við til at skapa áhuga fyri hesum mæta manni. Sjálvur eri eg uppvaksin í túninum í gomlu Norðragøtu við einum hanagleivi yvir á Tróndargrund.

Sjálvur havi eg arbeitt eitt sindur við Gøtu søgu í 20. øld. Sigast kann, at her hava búð rættuligir press­arar. Vit kunnu bara hugsað um gamla lærara, Símun Paula í Konoy, sum hevur uppdrigið fleiri ættarlið av gøtufólki. Í hansara tíð gjørd­ist eitt blómandi ment­anarligt og politiskt um­­hvørvi í sóknini. Eitt úrslit var, at fiskimenn í Gøtu í 1910 tóku stig til at stovna Føroya Fiskimannafelag, sum fleiri tíðarskeið hevur havt stóran týdning fyri menn­ingina av okkara sam­felag. Konoy var samstundis formaður í FF og Lærara­felagnum. Umframt hevði hann mong onnur álitisstørv, eisini sum tingmaður.

Í hesum húsi vit eru stødd, Glyvra Hanusar húsi, var í 1903 føddur Hans Jacob Havsteym, eitt tað fremsta politiska begávilsi, vit hava havt. Men hann gekk burtur bert 28 ára gamal í 1932 við Immanuel. Hann gav uttan iva íblástur til Jákup Frederik Øregaard, sum kom at umboða Eystur­oynna og Gøtu á tingi 1940-1978. Øregaard kom at hava stóran týdning fyri sóknina.

Eingin kreppa í Gøtu

Hetta er ikki minst galdandi fyri vinnulívið. Meðan tos­að verður um kreppu í fiski­vinnuni aðra staðni í Før­oyum, so er eingin kreppa í Gøtu. Skipini koyra enn hampiliga væl, og hetta er ikki minni galdandi fyri virkini á landi, meðan onn­ur stór virki í landinum liggja tungt í sjónum. Uttan at fara at útgreina tað nærri her kann sigast, at orsøkin er, at her hava vit havt menn, sum hava dugað at taka rættar avgerðir til rætta tíð. Teir hava dugað at halda høvdið kalt, tá ið aðrir ikki hava evnað tað.

Tróndarandin er so eisini galdandi fyri menningina av skipaflotanum í Gøtu. Tað byrjaði ikki væl við Tulip fyri 100 árum síðani. Hon hvarv við mann og mús sama ár, hon var keypt.

Síðan hava verið nógv skip. Tvey hava kallast Trónd­ur í Gøtu. Hjá tí fyrra gekk hvørki betri ella verri enn hjá øðrum líknandi trol­arum. Hjá tí seinna gekk sum kunnugt nógv betri.

Víst hava verið bakkøst bæði á landi og sjógvi, men Gøta hevur havt menn, sum ikki hava fallið í fátt, og sum hava bart seg upp und­an aftur.

Oddfríður ein eftir­komari hjá Tróndi

Serliga stuttligt er at lesa um eftirkomarar hjá Tróndi. Hóast neyvan nakað kann skjalprógvast eru her áhuga­verdar ábendingar.

Sambært Sigfríð var Líggj­as í Jørundstovu í Norðra­gøtu ein eftirkomari hjá Tróndi. Ein dóttir hans­ara var Sára, sum giftist við Jóan Paula Gregersen. Eitt av teirra børnum teirra er Oddfríður. Haldi eisini, at júst Oddfríður og hansara synir eru góð ímynd av tí Tróndaranda, sum ger Gøtu til helst fremstu bygd í land­inum. Teir gera tað kortini ikki sum høvdingar, eins og Tróndur kundi gera tað, men saman við bygdar­fólk­inum, sum følir seg at eiga lut í virkseminum.

Olmussan sum gav úrslit

Tað er eisini áhugavert at lesa um gomlu ættina á Lækjuni í Syðrugøtu. Her hava verið Tróndar og Tronde­sen í fleiri ættarlið við greiðum ábendingum til ættarfaðirin Trónd í Gøtu. Her verður millum annað greitt frá, at á Lækj­uni búðu í 1870 bóndin Jógvan Trondesen og kona hansara Anna Sofía Øre. Tey eiga tá fimm børn. Eitt av hesum kallaðist Tróndur. Her býr eisini haldbóndin Tróndur Joensen. Tey ein­astu, sum eru eftir av hesi ættini er tann hjá dótrini Maria Frederikka, hvørs ætt endaði á Viðareiði.

Tá eg kom norð til Norðra­gøtu hóskvøldið fór eg av tilvild og vana at hyggja at gravsteinum uttanfyri gomlu kirkju. Her liggja tveir niðurdotnir grav­stein­ar. Skriftin var ikki løtt at lesa, men í fyrsta umfari sást Trondesen navnið á hon­um. Fór so at kanna hetta eitt sindur og kom fram til eina áhugverda søgu júst um hesa ættina.

Á øðrum steininum stend­ur:

 

HER HVILER EN TRO­FAST OG KÆRLIG HUSTRU OG MODER

JOHANNE SOFIE JOENSEN

F. TRONDESEN

F. 27.2. 1870

D. 24.9.1904

OG DØDFØDT PIGEBARN HVILENDE I SIN MODERS ARME

 

ALTID I MODGANG

SAGTMODIG DU VAR

MODGANGENS DAG

TAALMODIG DU BAR

DERFOR HERREN I HIMLEN DIG LØNNE

DU FRYDES BLANDT ENGLENE SKØNNE

 

ELSKET OG ÆRET VÆRE HENDES MINDE

 

Innskriftin gav varhugan av eini syrgiligari lagnu. Kvinn­­an var bert 34 ára gomul og var deyð í barsils­song. Í bókini sæst, at hetta var dóttir Jógvan Trondesen Men hon var gift Joensen. Her máttu teir lokalu ser­frøð­ingarnir spyrjast, og tað varð skjótt at greiða fekst á hesum.

Maður Johannu Sofíu var Joen ella Jógvan hjá Gamla Heina í Syðrugøtu. Hann giftist upp aftur við Marin Sofíu hjá Duritu úr Norðra­gøtu. Teirra fyrsti sonur Johan Heini man vera upp­kallaður eftir Johannu Sofíu og abbanum Heina. Tey fingu eisini sonin Einar, sum fekk sær Tróndargjógv til eftirnavn.

Tá hugsað verður um ”einglar góðir” hjá Tróndi er tað hugvekjandi, at grav­skrivtin vísir til ”engle skønne”.

Hin gravsteinurin hevur hesa innskrift:

 

HER HVILER

OLIVIA MARIA MAGDALENE SUSANNE JOENSEN

F. 30. AUGUST 1897

D. 17. FEBRUAR 1901

 

OLIVIA MARIA MAGDALENE SUSANNE JOENSEN

F. 30. OKTOBER 1902

D. 31. MARTS 1904

ELSKET OG SAVNET AF SINE FORÆLDRE

HERREN GAV HERREN TOG HERRENS NAVN VÆRE LOVET

 

Hetta eru tvær døtur hjá Jógvan og Johannu Sofía, sum eru deyðar undan henni. Sum tað sæst hava báðar sama navn, og er tann seinna tískil fult út uppkall­að eftir teirri fyrru. Hetta merkir, at Jógvan árini 1904 missir konu og tvær døtur umframt, at tey hava mista eina dóttir í 1901.

Men ein dóttir Anna Sofía f. 1900 livdi eftir. Hon var likamliga veik og pápin hevur helst óttast fyri, at hon fór at fáa somu lagnu sum sínar systrar.

Jógvan lovaði tískil eina ljósakrúnu í olmussu til kirkjuna, um Onnu Sofíu varð lív lagað. Bønin varð hoyrd, tí hóast sín likamliga veikleika manglaði Onnu Sofíu bert nakrar fáar dagar í at gerast 100 ár. Henda ljósakrúnan er tann mittasta í skipinum í gomlu kirkju í Norðragøtu. Sagt verður, at Anna Sofía hevði testa­men­terað sínar ognir til Gøtu kirkju. Hon kom annars alla sína tíð at vera hjá Weihe-fólkinum í Søldarfirði.

Tískil ”livir” Tróndar­navn­ið enn á hesum eina gravsteini, har tey seinastu av hesi Tróndarættini í Gøtu eru jarðað.

Umframt at vera eitt klípi til Tróndarsøgu er hetta eis­ini eitt gott dømi um livium­støðurnar tá á døgum. Av tveimum ættarliðum við fleiri børnum í hvørjum av teimum, kom bert eitt barn við ætt undan.

Modellið úr Tjørnustovu

Sambært Sigfríð eru vit í Tjørnustovu ikki ættaðir frá Tróndi. Men - tá ið listar­mað­urin skuldi finna eitt modell til Trónd, ein mann við reyðum skeggi og hári, tá fall valið á júst ein Tjørnu­stovumann. Hetta er Bjørg­heðin Jacobsen, langabba­sonur Gøtu Jákup í Klaks­vík, sum upprunaliga var borin til Tjørnustovufestið. Fyri hann tók beiggin Absa­lon við festinum. Fleiri hava eisini tikið til at teir líkjast!

Tað kann verða nevnt her, at listarmaðurin Hans Pauli Olsen er eisini ættaður úr Gøtu. Hann er ommusonur Elspu hjá Mikkjali í Barbu­stovu í Syðrugøtu. Hann var beiggi Petru, konu Absa­lon í Tjørnustovu.

Sámal Petur var nakað serligt

Tá ið Sigfríður sjálvur nevn­ir Sámal Petur beiggja sín, vil eg eisini gera tað. Hann var tvey ár yngri enn vit og gjørdist bert 22 ára gamal. Men hann var serligur. Hann var sjúkur, og hann bert versnaði. Fyrst kundi hann fara í skúla til gongu, men seinni mátti hann hava trýhjólaða súklu. Áræði hevði Sámal Petur. Hann vildi gera okkurt og fekk sær ein lítlan bókhandil við hús. Eg minnist, at eg keypti Fiskiveiði-Fiskimenn hjá Erlendi Patursson frá hon­um.

Sigfríður sigur eisini, at Sámal Petur átti fleiri hundrað bøkur og ritgerðir, so ungur hann var. Hann hevði uttan iva sett sær spor, um honum var lív lag­að.

Hava gjørt seg galdandi úti í heimi

Gøta hevur eisini gjørt seg galdandi úti í heimi, og her kunnu vit bert halda okkum til grannalagið hjá Tróndi, har vit eru stødd. Eitt dømi er Elsa hjá Eliesari, upp­vaksin í húsinum hjá Peri, nærmasta grannahús hjá Tróndi. Elsa hevur upplivað eitt tað ringastra ræðustýri í nýggjari tíð, nevniliga í Etopia. Her hevur hon nýtt stóran part av lívinum at linna um andaliga og tími­liga, ikki minst í ræðuligu kommunistatíðini 1974-82. Hetta er eisini ein partur av Gøtu søgu.

Eina ferð var eg á einum altjóða fundi í Vancouver Island vestast í Canada. Tá var eg úti fyri eini merki­lig­ari tilvild. Tá vísti tað seg, at eitt av canadsku umboð­unum var ættað av Trónd­ar­grund, nevniliga úr Jákups­stovu. Umframt tað eru vit eisini skyldmenn. Tá var hetta Jón, sonur Anfinn hjá Katrinu i Jákupsstovu og Petur á Lækjuni í Syðrugøtu. Báðir hava gjørt seg gald­andi hvør á sínum øki og hava gjørt Føroyum og Gøtu heiður. Tað eru fleiri onnur dømi.

Gøtuskeggjar mugu gerast fólkaogn

Komast skal aftur til Sigfríð og bók hansara. Tað hevur leingi verið greitt, at Sig­fríður er ein fróðarmaður. Tað sama var við foreldrum hansara, Marthu og Andreas Petur, sum hava dugað væl at greitt frá, og Sigfríður hev­ur dugað væl at sita und­ir.

Hetta er so komið fram í teimum greinum, sum Sig­fríður hevur havt í bløðu­num, og eru hesar virðis­mikil íkøst til Gøtu søgu.

Tað, sum ræður um við slíkum tilfari er at fáa tað givið út í bók, so tað verður meira tilgeingiligt hjá fólki. Nú er so fyrsta stigið tikið til eina Gøtusøgu við hesi bók, sum er eitt vælaverk. Ikki er tað minst fragd at síggja myndirnar í bókini. Stuttligt er at síggja hesi gomlu fólkini, sum ein minn­ist hálva øld aftur í tíðina. Tað er eingin ivi um, at henda bók verður fólka­ogn í Gøtu. Tað ræður eisini um, at unga ættarliðið fer at ogna sær hana.

Nú skilst, at tað verður arbeitt við Gøtu søguni hjá Arnleyg Jacobsen, og hetta verður spennandi at síggja. Men royndir vísa, at søgu­skriving verður ongantíð liðug. Verður arbeitt við ein­um evni kemur altíð meira undan kavi. Og tá farið verð­ur undir tað, kemur enn meira undan kavi. Tað er eisini tað hugaliga við slík­um arbeiði, at tað er so takk­samt at fáast við. Tað er eisini stórur áhugi millum fólk fyri slíkum siðsøgu­ligum tilfari.

Her er heldur einki at bíða við. Tær bestu keldur­nar eru ofta tey elstu fólkini, og tað vita vit, at tey hava so ikki framtíðina fyri sær.

Sigfríður skal bara dríva á. Tað er nóg mikið at tríva í.