Toppskjúttarnir vóru væl upplagdir

Arnbjørn Hansen skoraði hattrikk, og Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen skoraðu 2 mál í part

Tríggjar fjórðingsfinalur í kappingini um løgmanssteypið eru av. HB, EB/Streymur og Víkingur hava kvalifiserað seg at luttaka í hálvfinaluni. Fjórða fjórðingsfinalan – tann á Toftum millum B68 og ÍF – varð ikki avgreidd í dag. Hon verður í aðru viku.

 

Tá ið EB/Streymur eftir longda leiktíð vann 4-3 ímóti NSÍ, var EB/Streyma álopsspælarin Arnbjørn Hansen stóri maðurin. Hann hevur verið nógv skaðadarvaður, men í dag var hann við alla tíðina, og talan var um rimmar avrik. NSÍ var frammanfyri 3-0, tá ið Niels Pauli Danielsen við fínum fluktara minkaði um munin, og so var tað, at Arnbjørn Hansen rættiliga fór at seta dám á.

 

Arnbjørn skoraði tvey mál, so at neyðugt var við longdari leiktíð. Serliga seinna málið var framúr, tá ið Arnbjørn Hansen saksisparkaði bóltin í málið. Í longdu leiktíðini skoraði Arnbjørn Hansen beinanvegin, og tá ið einki annað mál varð skorað, so eydnaðist tað EB/Streymi at kvalifisera seg í hálvfinaluna, og harvið er møguleikin, at tað skal eydnast sundalagsmonnum at røkka finaluni áttanda árið á rað.

 

NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen hevur ikki skorað so nógv mál seinastu ferðirnar. Í dag stemmaði tað hjá honum. Klæmint økti til 2-0 og 3-0, tá ið NSÍ sá út til at hava kós ímóti hálvfinaluni. Fyrsta málið skoraði Árni Frederiksberg.

 

Í Serpugerði vann Víkingur 3-0 á KÍ. Tvífaldur málskjútti var Finnur Justinussen, sum orduliga hevur fingið glið á, eftir at tað var sera striltið við málskjótingini hjá honum í landskappingini. Nú hevur hann skorað trý mál í steypakappingini, og 2. páskadag skoraði hann tvær ferðir ímóti HB. 2-0 málið skoraði Hanus Jacobsen av brotsteigarmarkinum og umvegis tvørtræið.

 

Á Argjum tryggjaði HB sær við 2-0 sigri á AB pláss í hálvfinaluni. Harvið er møguleikin framvegis til staðar hjá HB at vinna steypakappingina fyrstu ferð síðani 2004. Miðvallarin Heini Vatnsdal skoraði fyrra málið, og eftir steðgin staðfesti Andrew av Fløtum HB sigurin.

 

LIÐUGT

4-3

EB/Streymur hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni, og harvið er NSÍ varpað úr kappingini um løgmanssteypið

 

120) 4-3

ein minuttir lagdur aftrat.

Klæmint A. Olsen til tuskar NSÍ hornaspark.

 

117) 4-3

Talan er ikki um upplagdar málmøguleikar.

 

115) 4-3

NSÍ roynir at trýsta, og tað passar EB/Streymi væl at dúva upp á skjót mótálop.

Meinhard Olsen kemur inn í staðin fyri Andy Olsen hjá NSÍ.

 

110) 4-3

Sjúkrabilur er farin avstað við skadda NSÍ spælaranum Jens Joensen.

 

108) 4-3

Eftir fríspark frá Magnusi H. Olsen stýrir Debes Danielsen við høvdinum bóltin dygst við síðuna av EB/Streyma málinum.

 

106) 4-3

NSÍ hevur nú lítla lotið undan.

 

HÁLVLEIKUR

4-3

Stóri maðurin við Margáir í dag er Arnbjørn Hansen, sum hevur skorað hattrikk fyri EB/Streym.

 

3 minuttir lagdir aftrat 1. hálvleiki av longdu leiktíðini.

105) 4-3

Arnbjørn Hansen er støðugt vandamikil, og nú hevur hann verið heilt tætt við at økja um leiðsluna.

 

Jens Joensen hjá NSÍ hevur ligið skaddur á vøllinum í nakrar minuttir. Debes Danielsen er komin inn á NSÍ liðið í staðin fyri.

Haraldur R. Højgaard er komin inn á NSÍ liðið í staðin fyri Harald R. Højgaard.

 

95) 4-3: Arnbjørn Hansen

Fyri fyrstu ferð í dag er EB/Streymur á odda. At tað hevur eydnast EB/Streymi at venda gongdini kemst av, at Arnbjørn Hansen orduliga er komin fyri seg. Nú hevur hann skorað fyri triðju ferð í dag, og harvið er tað EB/Streymur, sum hevur kós ímóti hálvfinaluni.

 

 

91) 3-3

Farið er undir longda leiktíð 2 x 15 minuttir.

 

2 minuttir lagdir aftrat.

90) 3-3

Magnus H. Olsen hjá NSÍ hevur sæð gult.

 

89) 3-3: Arnbjørn Hansen 89.

Eftir langt innkast saksisparkaði Arnbjørn Hansen bóltin í málið, so støðan við Margáir nú er 3-3!!

 

 

85) EB/Streymur hevur gjørt tvær skiftingar: Leif Niclasen fyri Gunnar Zachariasen og Rógvi E. Nielsen fyri Gert Hansen.

 

82) 3-2: Arnbjørn Hansen

Eftir at tað fyri lítlari løtu síðani sá út til, at EB/Streymur var á veg úr steypakappingini, so er rættiligur spenningur íkomin við Margáir, eftir at Arnbjørn Hansen hevur minkað um munin, so støðan nú er 3-2 til NSÍ!

 

78) 3-1: Niels Pauli Danielsen

Eftir horna hevur miðvallarin Niels Pauli Danielsen við framúr skoti minkað um munin. Síðstu løtuna hevur tað annars verið NSÍ, sum hevur verið tætt við at økja um leiðsluna!

 

67) 0-3: Klæmint A. Olsen

Eftir fríspark úr høgru, sum Árni Frederiksberg sendi innfyri, var Klæmint A. Olsen hægstur, og hann stýrdi við høvdinum bóltin í málið, hóast hann var illa kroystur. Alt bendir á, at í ár verður EB/Streymur varpað úr steypakappingini í dag.

 

 

60) 0-2 

 

55) 0-2

NSÍ hevur framvegis tak á, hóast EB/Streymur ætlar at leggja nógv fyri. 

 

50) 0-2

EB/Streymur kann ikki annað enn spenna álopsbogan, men fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin er tað ikki eydnast heimaliðnum at mynda møguleikar.

 

Besta royndin var, tá ið NSÍ hevði fríspark úr høgru – 20 metrar frá baklinjuni – men einki spurdist burturúr.

 

 

HÁLVLEIKUR

0-2 

0-2: Klæmint A. Olsen 45.

So hevur NSÍ økt um leiðsluna, nú tað bara restar tað, sum dómarin hevur lagt aftrat 1. hálvleiki. Hesa ferð var tað Klæmint A. Olsen, sum eftir horna úr vinstru við høvdinum setti bóltin í málið.

 

 

42) 0-1

NSÍ og serliga Klæmint A. Olsen er sera ágangandi, og tað líkar ikki so væl aftstu heimamonnunum, sum kenna seg órógvaðar.

Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi hevur sæð gult.

 

35) 0-1

 

33) 0-1

EB/Streymur hevur havt bestu royndina. Eftir innlegg var Arnbjørn Hansen hægstur, men eftir stútara úr góðari støðu, fór bólturin omanfyri málið.

 

 

30) 0-1

Tað gongur javnt á. Kanska hevur NSÍ vunnið sær lítla yvirvág.

 

27) 0-1

Tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin, og tað luktar av fleiri málum. 

 

0-1: Árni Frederiksberg 22.

EB/Streymur hevur verið meiri ágangandi, men nú hevur NSÍ lagt seg framum. Eftir gott uppspæl í høgru, har Jónhard Frederiksberg og Andy Olsen vóru uppií, varð bólturin sendur innfyri. Klæmint A. Olsen snittaði víðari, og í vinstru smekkaði altíð málsókni Árni Frederiksberg bóltin í málið.

 

Egil á Bø hevur sæð gula kortið fyri at seinka spælið.

 

 

10) 0-0

Tað hevur gingið javnt á fyrstu løtuna.

 

EB/Streymur-NSÍ kl. 16.00

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Gert Hansen – Høgni Madsen, Niels Pauli Danielsen, Pól Jóhannus Justinussen - Gunnar Zachariasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joen sen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen - Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg -Klæmint A. Olsen

 

---------

LIÐUGT

3-0!

Steypavinnararnir tvey tey seinastu árini í Víkingi hava tryggjað sær luttøku í hálvfinaluni, og KÍ er varpað úr ársins steypakapping.

 

4 minuttir lagdir aftrat.

3-0:Finnur Justinussen

Eftir fríspæling frá innskifta Heðini Hansen setti Finnur Justinussen bóltin í málið!

 

90) 2-0

 

83) 2-0

Heðin Hansen er komin á vøllin fyri Sámal Jákup Joensen hjá EB/Streymi.

Heðin Klakstein er komin á vøllin fyri Henry Heinesen hjá KÍ.

 

70) 2-0

Ísak Simonsen hevur loyst Rodrigo Silva av í vinstru hjá KÍ.

 

68) 2-0

KÍ roynir at spenna álopsbogan, og í tveimum førum hava ávikavíst Páll Klettskarð og Hjalgrím Elttør verið tætt við, men søgan er tann sama. Víkingur er frammanfyri 2-0.

 

 

63) 2-0

Mynstrið er tað sama, og støðan er tann sama.

Sørmundur Kalsø hjá KÍ hevur sæð gult. 

  

60) 2-0

KÍ hevur skift spælskipan til 4-3-3. Nú er Rodrigo í vinstru, og Hjalgrím Elttør er miðvallari aftanfyri Páll A. Klettskarð.

 

Ingi Sørensen er komin inn á Víkinga miðvøllin í staðin fyri Filip Djordjevic. Nú er Finnur Justinussen fremsti maður.

 

 

53) 2-0

KÍ hevur bóltin minst líka nógv, men heimaliðið er vandamiklari í skjótum mótálopum.

 

50) 2-0: Hanus Jacobsen 50.

Víkingur hevur økt um leiðsluna. Eftir skjótt álop í høgru legði Sølvi Vatnhamar upp á tvørs til Hall Hansson, sum spældi til Hanus Jacobsen, og hann sendi umvegis tvørtræið bóltin í málið.

 

KÍ hevði annars fyrstu royndina eftir stegðin, og aftur eftir 2-0 málið var tað Hjalgrím Elttør, sum royndi seg, men tað miseydnaðist.

Heðin á Lakjuni er komin inn á vinstra vongverja hjá KÍ í staðin fyri Tór Justesen, ið varð skaddur stutt undan steðginum.

 

 

HÁLVLEIKUR

45) 1-0

Tað er framvegis deydligt í Gøtu, har tað er langt millum møguleikarnar.

Í siðsta álopinum undan steðginum var vandamikið frammanfyri heimamálið, eftir at Johan Jacobsen hevði lagt innfyri úr høgru, men nýggi Víkinga vongverjin í høgru, Sámal Jákup Joensen, sparkaði bóltin burtur, áðrenn Hjalgrím Elttør fekk tak á. 

 

40) 1-0

Ikki serliga intensitetur hesa síðstu løtuna. KÍ hevur stórar trupulleikar at mynda álop.

 

35) 1-0

Leikgongdin er tann sama. Víkingur hevur eftir skjótt mótálop í vinstru, har Erling Jacobsen var sentralur, verið tætt við.

 

 

30) 1-0

Víkingur hevur framvegis fleiri royndir. Tríggjar ferðir hevur Hallur Hansson roynt seg, uttan at talan hevur verið um neyvar royndir. 

 

27) 1-0

KÍ hevur fótað sær betri, og í fleiri førum eydnast tað nú klaksvíkingum at spæla seg úr fyrsta pressinum. Men tað gongur minni væl at fáa tyngd í álopspartin.

Víkingur hevur framvegis nógv fólk frammarlaga á vøllinum.

 

20) 1-0

Víkingur er sera ágangandi. Trýst verður lagt á KÍ frammarlaga á vøllinum, og tað ber við sær, at KÍ verjan ofta er um ein háls, tá ið hon skal royna at byrja álopsspæl.

 

15) 1-0

Víkingur er greitt omaná. Síðstu løtuna hevur heimaliðið tiltuskað sær fleiri hornaspørk.

 

10) 1-0: Finnur Justinussen 9.

Eftir horna í vinstru og út frá aftur og innlegg og eftir eitt sindur av aftur og fram hevur Finnur Justinussen, sum í dag hevur útgangsstøðu í vinstru, skorað úr stuttari fjarstøðu.

Víkingur hevur fyrstu løtuna havt fleiri royndir.

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum bestu í Serpugerði.

 

Víkingur-KÍ kl. 16.00

Dómari: Lars Müller

Víkingur: Geza Turi - Sámal jákup joensen,  Atli Gregersen, Súni Olsen, Erling Jacobsen - Hallur Hansson, Hans Jørgen Djurhuus –Sølvi Vatnhamar, Hansus Jacobsen, Finnur Justinussen - Filip Djordjevic

KÍ: Meinhardt Joensen - Jóhan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Henry Heinesen, Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye, Hjalgrím Elttør – Rodrigo Silva, Páll A. Klettskarð

 

-------- 

 

LIÐUGT

0-2

HB heldur fram í steypakappingini, og AB er varpað úr steypakappingini.

 

90) 0-2

85) 0-2: Andrew av Fløtum

HB er á veg í hálvfinaluna. HB vann bóltin eftir langa AB sending. Andrew av Fløtum varð spældur leysur, og hann setti bóltin ímillum beinini á Heðini Stenberg í AB málinum.

 

68) 0-1

Síðstu minuttirnar hevur AB ment seg, uttan at tað hevur eydnast at mynda upplagdar møguleikar.

 

65) 0-1

Nú hevur HB heilt gott tak á spælinum, men enn er talan um eitt mála leiðslu.

 

HÁLVLEIKUR

45) 0-1

 

HB hevur havt bóltin mesta partin av tíðini, men AB hevur verið í fleiri góðum støðum.

 

Dygst undan steðginum fekk AB risa møguleika, tá ið HB afturlegging kiksaði. Karstin Højgaard var púra leysur, men tað miseydnaðist, tá ið hann royndi at lyfta upp um málverjan.

 

Líkindini at spæla fótbólt eru sera góð á Argjum í dag.

 

17) 0-1: Heini Vatnsdal 17.

HB hevur lagt seg framum í grannauppgerðini á Argjum. Miðvallararnir hjá HB hava higartil í ár verið sera málsóknir, og soleiðis tykist tað eisini vera í dag. Fyrsta málið skoraði miðvallarin Heini Vatnsdal, eftir at horna varð lagt innfyri.

 

AB-HB kl. 16.00

Dómari: Rúni Gaardbo

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Jógvan Isaksen, Sørin Samuelsen, Beinir Ellefsen – Jobin Drangastein, Hørður M. Mohr, Kári Nielsen, Sorin Anghel – Bárður Olsen – Karstin Højgaard

HB: Teitur M. Getsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Johan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – René S. Joensen, Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen – Andrew av Fløtum