Karl hevur hildið skansan í 25 ár

Í morgin hevur Karl Johansen verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í samfull 25 ár. Tað hevur ikki altíð verið lætt, tí hann kennir bæði til persónligan ágang, til at verða hildin til rukku og til stór vónbrot. Men onkran stóran sigur hevur hann eisini vunnið

 

Fakfelagslív


Rukkulív og kvettroyndir. Persónligur ágangur og stór vónbrot. Men eisini framburð og stórir sigrar.

Sagt við heilt fáum orðum hevur hetta verið lívið hjá Karl Johansen í Havn hesa seinastu fjórðingsøldina.

Í morgin hevur hann verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í samfull 25 ár.

? Tað hevur verið stuttligt og spennandi, men ikki altíð ein dansur á rósum, sigur hann, tá ið vit mikukvøldið fingu hann at seta nøkur heilt fá minnisbrot saman um hetta drúgva skeiðið sum fakfelagsmaður í Havn.

Tað var ikki Karl Johansen í holdið borið, at hann skuldi gerast fakfelagsformaður í Havn í ein mansaldur.

?Tað var mestum av tilvild, at eg kom í nevnd í Havnar Arbeiðsmannafelag.

?Tá á døgum gekk so lítið fólk á fund, at tú mátti runt at biðja fólk, fyri yvirhøvur at fáa aðalfundirnar viðtøkuførar.

Men Karl var ein av teimum, sum plagdu at ganga á fund. Og tað vita allir føroyingar, at tann, sum er dúgligur at ganga á fund, hann endar eisini í nevnd, áðrenn hann veit av, tað slepst ikki undan.

Soleiðis kom Karl Johansen í nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1975 og árið eftir varð hann formaður, tá ið Martin Kúrberg legði frá sær.

Martin Kúrberg var komin væl upp í árini, so eg skilji væl at hann legði frá sær

Sostatt var Karl skotin upp til formann.

?Hetta var akkurat tíðin, tá ið kommunistarnir í Havn vóru í vælmaktini og teir gingu hart á fyri at yvirtaka havnar Arbeiðsmannafelag.

Teir skutu Andreas Debess upp til formann og Karl minnist, at tá í atkvøtt varð, var ógvuliga tætt ímillum teir báðar.

?Tað vóru ikki meiri enn einar tríggjar atkvøður á muni ímillum okkum báðar. Minnist meg rætt, fekk hann 46 atkvøður og eg fekk 49.

Annars hevði Karl verið limur í Havnar Arbeiðsmannafelag síðani hann var stórur smádrongur, hann varð limur í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1949 og har havi hann verið síðani.

Karl hevur tó ikki altíð arbeitt á landi, hann var eisini til skips, eitt nú við Magnus Heinason.

?Men so fekk eg at vita, at eg var litblindur og tí sostatt kundi eg ikki sleppa á navigatørskúla. Tískil varð mær greitt, at eg ongantíð fór at koma longur enn á dekkið og har hevði eg ikki hug at verða verandi og tí fór eg í land, tá var eg 27 ára gamal.

Hann var eisini í Grønlandi, har hann arbeiddi á landi og róði út, men síðani 1964 hevur Karl Johansen arbeitt hjá Balslev, har hann hevur koyrt lastbil.

?Eg haldi, at eg man hava verið rættiliga toliligt við teimum diplomatisku evnunum, tí eg havi arbeitt í 38 ár hjá sama arbeiðsgevara og tey 25 árini havi eg samstundis verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Men her skoytir Karl uppí, at hann hevur ikki annað enn alt gott at bera Balslev, tí haðani hevur hann ongantíð hoyrt eitt øvugt orð um tað, at hann hevur verið fakfelagsformaður.


Hildin til rukku

Hóast teir meiri víðgongdu ogt stríðshugaðu kommunistarnir í Havn taptu kampin um formansvalið í 1976, góvust teir ikki á hendur og í árunum sum komu, vórðu ferð eftir ferð royndir gjørdar at fella Karl Johansen.

Tá, sum fór fram tá, hevur Karl ikki góð minni um.

? Tá hevði eg konu og smá børn og tað var mest tey, tað gekk útyvir. Og at siga, at tað gekk útyvir tey, er ikki at undirmeta, tí hesir menninir spardu seg ikki í royndunum at sleppa framat at fáa valdið í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Karl Minnist, at uppundir onkran aðalfund, koyrdi onkur av teimum runt í havnargøtum við bili við hátalara á takinum, har tað var agiterað ímóti honum um allar geilar.

? Tey spældu eisini sjónleik um meg, bæði í sjónleikarahúsinum og í studentaskúlanum í Hoydølum. Eg sá ongantíð nakað av hesum, men summi, eg tosaðu við, hildu, at tað var ræðuligt, sum tey fóru við mær.

Karl Johansen sigur, at hetta, at halda seg til rukku og at agitera í Havnargøtum, hevði eittans endamál og tað var at fáa seg niður við nakkanum.

? Tá ið tað ikki eydnaðist teimum at fella meg við vanligari atkvøðugreiðslu, var roynt at leggja sálarligt trýst á meg fyri at fáa meg at gevast.

? Hetta var teirra einasta endamál við hesum sjónleikunum og agitatiónini eftir havnargøtum- at kroysta meg til at pakka saman.

Men tað skuldi meiri enn so til at rína við Karl.

? Sjálvur legði eg ikki petti í tað, eg bað teir bara spæla komediu so galið teir vildu. Men tað var hart fyri konu og ikki minst børnini, tí tey vóru smá og skiltu ikki, hví pápin varð soleiðis viðfarin.

Men, hvussu teir so royndu at fella Karl, endaði tað hvørja ferð við, at hann varð omaná og teir vóru undir.

? Teirra stóri veikleiki var, at teir vóru albaniakommunistar, maoistar, Marxleninistar og hvat veit eg, og allir skuldu teir vera høvdingar. Hendan ósemjan ímillum teir gjørdi, at tað ongantíð eydnaðist teimum at skipa seg so frægt, at teir fingu nakað burturúr.

? Teir mesta, teir kláraðu at skava saman, vóru nakrar og fýrati atkvøður og tað var ov lítið hvørja ferð, so teir fingu ongantíð sín vilja.

? Hetta var lagið í nógv ár í sjeyti- og upp í áttatiárini, men teir komu ongantíð longri enn til at fáa tiltakslimir í nevndina, uttan onkra heilt hendinga ferð og Men Karl hann reið stormin av hvørja ferð.

Men so við og við fóru teir at troyttast og hesi seinastu nógvu árini hevur verið meiri friðaligt. Nú hevur verið langt ímillum mótvalevnini hjá Karl. Kommunistarnir eru at kalla útdeyðir og nógvir av teimum, sum vóru tá, sita í góðum størvum í dag og munnu hava gloymt tað mesta um stættarstríð og lønarstríð.

Hann sigur at tá á døgum var lítil áhugi fyri at møta á fundi í Havnar Arbeiðsmannafelag. 25 mans skuldi møta fyri at fundirnir kundu vera viðtøkuførir og tað var so javnan, at vit máttu runt at biðja fólk um at koma á fund fyri at koma so langt.

? Men aftaná alt hetta stríðið í sjeyti- og áttatiárunum, gjørdu vit av at flyta fundirnar niðan á Hotel Føroyar, so at vit kundu fáa ein góðan bita eftir fundirnar. Tað hjálpti munandi uppá uppmøtingarhugin og síðani hava ongantíð færri enn 100 mans verið á aðalfundi, sigur Karl Johansen.


Gjørdur til syndabukk

Annars heldur Karl, at í fakfelagsarbeiði verður tað ofta tey somu andlitini, sum ganga aftur og aftur.

?Men eitt, sum onkuntíð hevur verið eitt stórt vónbrot hjá mær, er, at menn gera meg til syndabukk, hóast eg stuðla teir.

?Eg kann hava hjálpt einum manni at varðveita arbeiðið bæði einaferð og tvær ferðir. Men tá ið tað so ikki gongur triðju ferð, hevur hann gjørt meg til syndabukk. Og tað er komið fyri, at eg eri kallaður bæði eitt og annað, tá ið tað ikki er gingið eftir vild hjá onkrum, hóast eg frammanundan hevði hjálpt teimum bæði eina og tvær ferðir. Tað er eitt tað størsta vónbrotið, eg var fyri sum fakfelagsformaður og tað gjørdi meg rættiliga beiskan, tá ið tað kom fyri.

? Men ofta er tað ikki, leggur hann afturat.


Nógv broytt

Tað skerst ikki burtur, at tað er ómetaliga nógv broytt, síðani Karl kom til mans.

? Eg minnist, at tá ið eg byrjaði hjá Balslev í 1964, fingu teir, sum vóru fastløntir, 1.200 krónur um mánaðin. Tað er ikki frægari enn ein stór dagløn í dag.

Men tá fekst heldur ikki nógv á sjónum.

?Áðrenn eg fór til Balslev, sigldi eg við Magnus Heinason, sum mundi vera eitt hitt frægasta skipið í flotanum tá. Eg minnist týðiliga, at tað eina árið, vit vóru undir Grønlandi, fingu vit 550 tons tann eina túrin, sum vardi í tríggjar mánaðir. Manningarparturin fyri hendan túrin var 4.300 krónur.

?Tað var nokk so skjótt eftir at eg kom til Balslev, at eg fekk betri løn frá teimum enn so, tí í 1965 fekk eg 1.700 krónur um mánaðin.

Nú eru lønirnar sjálvsagt heilt øðrvísi og tað er ikki minst í formanstíðini hjá Karl, at lønirnar eru nógv hækkaðar.

Men tað aloftast hent í øllum stillum.

?Verkfallini hava verið fá. Eg haldi ikki, at eftirtíðin fer at minnast meg sum fakfelagsformannin, sum oftani fór í verkfall. Eg havi altíð havt tað áskoðan, at tað, tú ikki fært í samráðingum við arbeiðsgevarum, fært tú heldur ikki í einum verkfalli.

Tó hava verkfall verið, treyðugt so, men tey hava ikki verið so mong sum hjá øðrum fakfeløgum.

Karl Johansen sigur, at eisini fakfelagsarbeiðið er nógv broytt hesi árini.

?Tá ið eg varð formaður, vóru vit eitt tað størsta felagið í landinum. Tá ið eg varð formaður, vóru vit 1.400 limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Í dageru vit ikki meiri enn 700-800 mans, ella umleið helvtin.

? Somuleiðis er arbeiðsmynstrið nógv broytt. Nú er stórur gjøgnumtrekkur í Havnar Arbeiðsmannafelag. Mynstrið er blivið tað, at nú er tað fyri ein stóran part talan um ein arbeiðsmenn, sum koma og fara. Tað eru ofta ungir menn, sum arbeiða í eitt ár ella tvey fyri at savna sær pening at lesa fyri og so eru teir burtur aftur, og so koma aðrir aftur. Tað eru uttan iva einir 100 mans sum alla tíðina koma og fara, restin er tað fasta liðið av arbeiðsmonnum.

Hann minnist eisini, at tá ið eftirlønargrunnurin varð skipaður fyrst í áttatiárunum, varð mett, at felagið fór at fáa eina millión tað árið í limagjaldið.

?Eg skal siga tær, at hóast lønirnar eru fleirfaldaðir, er limagjaldi ð framvegis ikki meiri enn ein góð millión nú á døgum, so nógv er limatalið minkað hesi árini.

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelagið sær fyri sær, at hetta verður gongdin framyvir, at arbeiðsmenninir verða færri og færri.

? Nú eru í veruleikanum ongir arbeiðsmenn eftir, nú eru alt spesialarbeiðarar og tað fer at føra til heilt øðrvísi krøv ímóti arbeiðsgevarunum. Les grein um tað aðrastaðni í blaðnum.


Ein stórur sigur

Tá ið vit spyra hann, hvat hansara allarstørsti sigur er, hesi 25 árini sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er onginvit spyra hann, hvat hansara allarstørsti sigur er, hesi 25 árini sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er ongin ivi.

?Tað var, tá ið vit fingu eftirlønargrunnin fyrst í áttatiárunum. Tað var at bróta upp úr nýggjum , tí tá var heilt óvanligt við pensjónsgrunnum.

Tað gekk annars drúgv tíð, áðrenn hann kom undir land. Men ta einu ferðina, vit samráddust við arbeiðsgevaran, eydnaðiast at fáa semju um, at til næstu samráðingar, skuldi Havnar Arbeiðsmannafelag gera eitt upprit um, hvat hetta við pensjónsgrunni innibar.

?Vit settu eina nevnd við umboðum fyri fakfeløgini og arbeiðsgevararnar. Men vit høvdu bara ein fund, tí tað var heilt týðiligt, at ongin av nevndarlimunum hevði stórvegis áhuga fyri málinum.

Tí kallaði Karl ongantíð nevndina saman aftur, sigur hann.

? Ístaðin setti eg meg í samband við mín góðan vinmann og spælibróður frá óvitaárunum, Marius Thomassen, sum var stjóri í Tryggingini.

Hann snikkaði so eitt fullíggjað uppskot saman, sum eg so legði fyri arbeiðsgevararnar og tá var onki hjá teimum at gera, uttan at góðtaka tað.

? Eg haldi ikki, at eitt einasta komma í øllum tí drúgva uppskotinum hjá Marius varð broytt, og soleiðis fingu vit pensjónsgrunn, sum fyrsta fakfelag í Føroyum.

Síðani hevur grunnurin havt ómetaliga stóran týdning fyri limirnar í Havnar Arbeiðsmannafelag .

?Kanska vóru vit nakað ótolnir og fóru ov tíðliga at gjalda út. Tá var onki eftirlit og vit rindaðu 3.500 krónur um mánaðin til hvønn arbeiðsmann, sum varð pensjóneraður og annars leyk treytirnar.

?Men síðani kom eftilitið og gav okkum boð um at lækka útgjaldið niður í 2.700 krónur um mánaðin

Karl Johansen sigur, at tað gongur so mikið nógv inn í grunnin, at um nøkur fá ár kann útgjaldið hækkast aftur.

Hann sigur, at grunnurin betalir um tríggjar milliónir út um árið í pensjónum, men tað gongur tríggjar ferðir so nógv inn í grunnin, so grundarlag verður fyri at hækka útgjaldið aftur um ikki so leingi.

Hinvegin metir hann tað sum ein stóran ósigur fyri Havnar Arbeiðsmannafelag, og fakfelagsrørsluna sum heild, at arbeiðsgevarin er farin at brúka fútarættin, hvørja ferð ein ósemja tekur seg upp.

? Hetta er ein óskikkur, sum eigur at verða tikin upp, tí sleppur hetta at halda fram, verður tað nyttuleyst at gera sáttmálar.


Uppslitin

Karl Johansen stendur ikki fyri vali, tá ið Havnar Arbeiðsmannafelagið hevur aðalfund aftur í vár. Seinast, hann varð afturvaldur, var í fjør og hvørt valskeiðið er tvey ár. Sostatt er formansskeið hansara ikki úti, fyrrenn í 2003 og tá ætlar hann sær ikki at stilla upp aftur.

? Tá verið eg 68 ára gamalur og tá billi eg mær inn, at mín tíð er farin, sigur hann.

Hvat Karl Johansen fer at gera, tá ið hann leggur frá sær sum formaður í Havnar handverkarafelag, veit hann ikki.

?Fyri at siga tað sum tað er, so haldi eg, at eg eri so mikið uppslitin, at eg leggi ongar ætlanir fyri framtíðini. Knøini eru heilt farin og ongin er sterkari enn tað veikasta liðið. Eru knøini farin, nyttar lítið at hava sterkar armar. Nei, tað tað dylist ikki, at eg eri farin at merkja, hvat eitt langt arbeiðslív ger við aldurin.

? So eg leggi ongar ætlanir, men taki ein dag í senn.

Annars hevur hann havt eitt frítíðarítriv burturav og tað er at rógva út. Hann eigur eitt tíggjumannafar, sum hann plagar at vera úti við, onkuntíð eisini við kalvalínu.

? Tað hevur eisini ligið hampiliga væl fyri, tí fleiri ferðir, fiskikappingar hava verið, havi eg verið fiskikongur. Eg vann eisini tað seinastu kappingina so er eri væl fiskikongur enn, flennir hann.

Hann sigur, at hevði hann kunna fingið so frægt við bátinum sum konan og hann brúka, skuldi hann verið nøgdur og ikki kravt meiri.

Størri krøv til pensjónistatilveruna setur Karl Johansen ikki.....