borgaranum! Ótryggleikin í býráðshúsinum Tilgongdin at fáa umskipað bygnaðin í kommununi er heldur ikki nøktandi. Fólk hava ikki kent seg trygg við tær mannagongdir, ið hava verið framdar í býráðnum, serliga [...] iftini í málinum. Fólk í umsitingini hava verið fyri truplum tíðum, har setanarviðurskifti teirra hava verið viðgjørd. Og verður hetta gjørt uttan fulla játtan, so hanga størv og harvið fólk í leysum lofti [...] Vit í minnilutanum hava ferð eftir ferð víst á tað neyðuga í, at hetta verður framt skipað, so ongin kemur illa fyri. Tað ber ikki til at gera nýskipanir og umskipa fólk og størv, sum ikki liggja í tryggum
nógv økt í Føroyum, men kortini eru arbeiðsóhappini økt lutfalsliga nógv meir enn talið á arbeiðstakarum, og tað er ikki í lagi. – Í okkara feløgum merkja vit hetta serliga í fiskivinnuni á landi, í alingini [...] setur okkara heilsu í vanda. Tað siga tey trý, Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arb [...] Arbeiðsmannafelag í eini fráboðan í dag. Tey halda, at nú má politiski myndugleikin vakna og fara til verka. Tey siga, at tað skal ikki standa á, at fakfeløgini gera sítt fyri at upplýsa og kunna, og fyri
siga tey, sum duga at greina gassið í ballónunum. Og so heldur sama samgongan fram Undarligt, at samgongurnar í Føroyum ongantíð megna at fremja alt tað, sum øll í samgonguni eru samd um, tá samgonguskjalið [...] samgonguskjalið hátíðarliga verður undirskrivað beinleiðis í loftmiðlunum. Í fjør summar sótu tríggir floksformenn, ein løgmaður og tveir landsstýrismenn, í fullum álvara og billaðu tíðindafólki og øllum øðrum [...] demokrati. Vælgagnist. Onkur er so djarvur at mæla til, at allir flokkar eru í samgongu í senn. Samgonga og andstøða saman í einari samstøðu. Samstøðu? Nei, andgongu. Og tað ringasta er, tað mest ræðandi
handilsandin í teimum longu í 1968. Jógvan smílist og sigur, at havnarmenn bygdu seinni eina ítróttarhøll, sum hevði fleiri sitipláss enn høllin í Klaksvík. Tá klaksvíkingar, sum teir fyrstu í Føroyum, fingu [...] keypmaðurin í Havn, Jógvan Weihe, sum nú er um at leggja heilsøluarbeiði frá sær til yngra ættarliði í familjuni, er ikki sørt argur inn á myndugleikarnar, nú teir ætla at fáa húkin í rundkoyringin [...] eftir komu ljósmastrar eisini upp við vøllin í Havn, men havnarmenn skuldu bara vera betur, og tí blivu mastrarnar í Havn tríggjar metrar hægri enn tær í Klaksvík. Innandura svimjihøll fingu klaksvíkingar
kanningar-stjóran-um Peturi Even Djurhuus í sambandi við Signar-málið. Ein teirra, sum fílist á grundgevingarnar hjá Bjørn á Heygum í hesum máli er Aðalstjórin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum Petur [...] kontoini partar av árinum, tí at árið í veruleikanum byrjar við einum nulli og ikki fyrr enn lurtagjøld osfr. byrja at koma inn seinni í árinum byrjar javnvág aftur at koma í. Kravið til stovnar so sum ÚF, SvF [...] avhoyringar. Petur Petersen vísir í hesum sambandi eisini á, at tað framgongur, at landsgrannskoðarin Leivur Harryson tann 23. juli í fjør eisini stuðlaði landsstýrismanninum í, at ein gjaldføris-flyting var
hjá Finni Helmsdal, løgtingsmanni hjá Tjóðveldisflokkinum í Degi og Viku, hóskvøldið. Finnur Helmsdal varð spurdur sum formaður í Barnaverndini í Havn, um støðuna hjá børnum, og hvat foreldrini vóru noydd [...] sum Finnur Helmsdal er limur í, sum ikki vil gera tað sum neyðugt er, fyri at nøkta barnaansingartørvin. Í undanfarnu samgongu var ein roynd gjørd. Tá fekk landstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, k [...] prosentum, niður í 35 prosent, og samstundis skuldi parturin hjá kommununum hækka úr 30 uppí 35 prosent. Tað varð gjørt, tí eingir pengar vóru til, og hóast alt var ein vilji at loysa trupulleikan. Í tí avtaluni
segði Ingvald á Kamarinum við Sosialin í novembermánaði, og tað sigur hann framvegis. Nú vitjar hann í Føroyum og mikukvøldið heldur hann kunnandi fund í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har hann fer at greiða frá [...] trupli næmingurin er í í fólkaskúlanum. Ingvald fer at siga frá sínum royndum og frá tilboðnum, hansara skúli bjóðar í Danmark, umframt at hann eisini sigur, hvat hann heldur kann gerast í Føroyum, fyri at [...] stovn ein serskúla í Føroyum. Ein skúla fyri atferðartruplar næmingar. Tað hevði loyst nógvar trupulleikar, sum føroyski fólkaskúlin í dag stríðist við. – Næmingarnir, sum eftir eru í vanliga fólkaskúlanum
upp ymsastaðni í landinum, inn í myndina. Teir hava dagar, sum við umrokning kunnu flytast til Thomas Nygaard. Thomas Nygaard, sum er línuskip, fer so ætlandi aftur í vinnu. Men hesaferð í útróðrarbólkinum [...] fara til fiskiskap longu í vetur. Skipið hevur einki fiskiloyvi. Tað er partafelagið Vest Trading í Vestmanna, sum hevur keypt Thomas Nygaard. Tað váttar stjórin í felagnum, Háldan Haldansen. Hann sigur [...] Eitt partafelag í Vestmanna hevur keypt línuskipið Thoma Nygaard, sum herfyri varð lagt, tí annað skip, Eystnes, er komið í flotan fyri Thomas Nygaard. Nýggju eigararnir ætla, at Thomas Nygaard skal fara
fregnartænastuni CIA í fleiri ár, og hann fekk eisini venjing í einari legu hjá CIA. Hann er skuldsettur fyri at hava roynt at myrða kubanska leiðaran, Fidel Castro, fleiri ferðir, og í Venesuela hava my [...] samstarv. Dapurskygdir týskarar Leiðararnir í týska vinnulívinum hava ikki so góðar vónir um framtíðina. Tað sæst í einari kanning, sum bleiv almannakunngjørd í gjár. Har sæst, at vinnulívsleiðararnir eru [...] hava yvirgangsmann Myndugleikarnir í Kuba krevja, at USA skal útflýggja tann 77 ára gamla Luis Posada Carriles, tí sambært kubansku myndugleikunum er maðurin sekur í yvuirgangi. Amerikanararnir hava ikki
Jyllandi leggjast saman í eina eind. Verða verandi í Irak Teir umleið 500 donsku hermenninir, sum eru í Irak, verða verandi har seks mánaðir afturat. Tað er greitt, eftir at meirilutin í Fólkatinginum hevur [...] hermenn verið í Gaza-geiranum og leitað eftir leivdunum av seks ísraelskum hermonnum, sum doyðu í einum samanbresti við palestinar fyrr um dagin. Ísraelski herovastin, Moshe Yaalon, segði í gjár, at hermenninir [...] roynir altíð at fáa fatur á hermonnum, sum doyggja í samanbrestum við palestinar, og herfyri vórðu fleiri hundrað palestinskir fangar latnir leysir í býti við leivdirnar av nøkrum hermonnum. Palestinararnir