Eitt partafelag í Vestmanna hevur keypt línuskipið Thoma Nygaard, sum herfyri varð lagt, tí annað skip, Eystnes, er komið í flotan fyri Thomas Nygaard. Nýggju eigararnir ætla, at Thomas Nygaard skal fara til fiskiskap longu í vetur. Skipið hevur einki fiskiloyvi.
Tað er partafelagið Vest Trading í Vestmanna, sum hevur keypt Thomas Nygaard. Tað váttar stjórin í felagnum, Háldan Haldansen. Hann sigur, at skipið er mannað, men at bíðað verður í løtuni eftir fiskiloyvinum, sum ikki er avgreitt úr Fiskimálaráðnum enn.
Eingin tilsøgn
Thomas Nygaard hevur onga tilsøgn fingið um fiskiloyvi, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Sosialurin hevur biðið um innlit í skjøl, sum vísa, um skipið hevur fingið tilsøgn, men fekk at vita frá Fiskimáráðnum, at gjørt varð av ikki at geva slíkt innlit, tí eingin avgerð er tikin í málinum.
Tá landsstýrismaðurin varð spurdur beinleiðis, um nøkur tilsøgn var givin, áðrenn endaligt loyvi var útskrivað, svaraði hann heilt greitt: »Nei«.
Sostatt kann staðfestast, at vestmenningar hava keypt eitt línuskip við ongum veiði- ella fiskiloyvi fyri nógvar pengar, uttan at hava nakra sum helst trygd fyri, at teir yvirøvur sleppa at brúka skipið.
Framman undan eigur sama felag línuskipið Gullberg, sum er gamli partrolarin Sæborg, ið er umbygdur. Gullberg fekk fiskiloyvið hjá 50 tonsaranum Vesturleitinum, sum varð tikin úr vinnu. Vælvitandi keldur í fiskivinnuni siga, at Gullberg umframt loyvið og dagarnar hjá Vesturleitinum, eisini hevur fingið dagar frá 20 tonsaranum Hvítubrúgv.
Fleiri útróðrarloyvi
Hvørji fiskiloyvi Thomas Nyggard skal brúka, ber ikki til at fá at vita . Hvørki frá eigaranum ella Fiskimálaráðnum, sum heldur uppá, at eingin tilsøgn, tíansheldur nakað loyvi, er latið skipinum.
Men sambært Skipalistanum ber til at staðfesta, at 2. juni 2004 keypti felagið Vest Trading í Vestmanna útróðrarbátin Heyk av Tvøroyri, sum er ein gamal Nordafar bátur. Og tann 30. august 2004 keypti felagið Havbúgvan, sum í tvey ár hevur ligið á Miðvági, meðan fiskidagarnair hjá honum hava verið nýttir av West Freezer og Presttanga. Presttangi fór í fjør aftur til Noregs, og tá vórðu dagarnir, sum hann hevði fingið frá Havbúgvanum, fluttir fluttir yvir á West Freezer hjá sama reiðaríði, sum átti Presttanga. West Freezer hevði bæði veiði- og fiskiloyvi frammanundan og hevði tí ikki brúk fyri loyvunum hjá Havbúgvanum. Bert døgunum.
Reiðarin váttar fyri Sosialinum, at tá Presttangi varð seldur aftur til Noregs, vóru dagarnir fluttir yvir á West Freezer, men loyvini, saman við onkrum degi, aftur til Havbúgvan, sum lá við bryggju í Miðvági.
Hvørki seljari ella keypari av Havbúgvanum vilja siga, hvussu nógvar dagar hann hevði við sær til Vestmanna. Men seljarin váttar, at Havbúgvin er seldur við veiði- og fiskiloyvi.
Frá vælvitandi keldum í fiskivinnuni hevur Sosialurin fingið at vita, at talan er um tveir dagar. Ein bankadag og ein á landgrunninum. Hesir vórðu hildnir eftir, tá dagarnir fóru til West Freezer, fyri at Havbúgvin ikki skuldi verða ræðisavmarkaður.
Sostatt eru veiði- og fiskiloyvi keypt til Vestmanna, ætlað Thomasi Nygaard, uttan at skipið annars hevur nakran møguleika at sleppa til fiskiskap.
Her koma so smáu útróðrarbátarnir, sum Vest Trading keypir upp ymsastaðni í landinum, inn í myndina. Teir hava dagar, sum við umrokning kunnu flytast til Thomas Nygaard. Thomas Nygaard, sum er línuskip, fer so ætlandi aftur í vinnu. Men hesaferð í útróðrarbólkinum.