Fyri nøkrum árum síðani, eg var í Íslandi, hoyrdi eg eina skemtisending í Ríkisútvarpinum. Har hugleiddu tey og filosoferaðu nógv og leingi um, hví ein handil, sum dúgliga lýsti við, at har var opið dag og nátt, alt samdøgrið, hevði lás í úthurðini. Stuttligur logikkur.
Ein spurningur av sama logiska slagi er, hví hava vit løgting og landsstýri.
Eg fari at endurtaka tað, sum eg havi skrivað og sagt ofta fyrr. Fáið Danmark at biðja ST tilnevna tríggjar kvinnur, hvørja úr sínum heimsparti, at stýra Føroyum.
Kvinnur eru gløggari enn menn. Og kvinnur eru bíligari arbeiðsmegi enn menn. Hjá tí almenna fáa tær minni løn. Og børn eingin forðing.
Og leggið niður løgting og landsstýri, í dag heldur enn í morgin.
So kunnu føroyingar royna at venda aftur til hatta tvætlið, tey rópa demokrati, um 500 ár.
Leingi er til ólavsøku. Men ballónirnar eru farnar upp, sleptar, onkur mist kanska. Valballónir fullar av heitari luft og táragassi.
Bara góð tvey kreppuár eru farin, síðani val var. Og nú verður aftur val, siga tey, sum duga at greina gassið í ballónunum. Og so heldur sama samgongan fram
Undarligt, at samgongurnar í Føroyum ongantíð megna at fremja alt tað, sum øll í samgonguni eru samd um, tá samgonguskjalið hátíðarliga verður undirskrivað beinleiðis í loftmiðlunum.
Í fjør summar sótu tríggir floksformenn, ein løgmaður og tveir landsstýrismenn, í fullum álvara og billaðu tíðindafólki og øllum øðrum, sum tímdu at lurta, inn, at teir vóru samdir, samdir um hetta, samdir um hatta, samdir um alt.
Ólavsøkupakki rímar væl saman við snakki. Annað enn snakk var tað ikki.
Men, gevið teimum ein kjans. Tey noyðast longu nú, í mars, at vita, gita, hvussu nógvar pengar, tey ætla at brúka næsta ár.
Og andstøðan spyr og spyr, munnliga, skrivliga, ófráboðað, ófráboðað, skrivliga, munnliga. Spyr og spyr um alt. Men andstøðan spyr ikki seg sjálva, um støðan var nakað petti betri, var hon samgonga. Tað var hon sjálvandi ikki. Men, ókey, hetta er demokrati. Vælgagnist.
Onkur er so djarvur at mæla til, at allir flokkar eru í samgongu í senn. Samgonga og andstøða saman í einari samstøðu. Samstøðu? Nei, andgongu.
Og tað ringasta er, tað mest ræðandi er, at tað hevði ongan mun gjørt, um ein flokkur einsamallur fekk meirilutan og kundi gera samgongu við seg sjálvan. Tær samgongusamráðingarnar høvdu tikið líka langa tíð sum allar aðrar samgongusamráðingar. Og so hevði samstarvið endað við ósemjum og klandri og solospæli og øllum hasum ónollunum, sum eyðkenna føroyskan politikk. Sum eru tað mest eyðkenda, sum eyðkenna føroyskan politikk.
Enn hevur eingin fingið prógv í politiska kvøldskúlanum. Ella dumpaðu øll?
Konsensus (tað ræður altíð um at brúka minst eitt fínt fremmandaorð, tá ein skrivar, tí so halda teir fimm lesararnir, at ein er so øgiliga klókur), konsensus (endurtaka fremmandaorðið) er heldur ikki um, hvussu nógv ministeriini eiga at vera. Monthy Python høvdu eitt fyri undarligt gongulag. Vit hava einki fyri margháttligt samgongustev.
Politikkur er at tora, tora at bakka.
Hví hevur ein handil, sum ongantíð letur aftur, lás í úthurðini?
Hví er gátt í løgtingshúsinum? Ella har er kanska eingin?









