Peningur millum skins og hold...

Seinastu tvey fíggjarárini hevur ikki eydnast meirilutanum í Klaksvíkar kommunu at halda fíggjarætlanina, og meirnýtslan er umleið 20 milliónir krónur. Her er talan um fíggjarstýringin í einum tíðarskeiði, tá kommunan hevur havt metstóra inntøku.
Fíggjaróskilið hjá meirilutanum hava vit merkt í fleiri umførum. Bæði fíggjarnevnd og mentanarnevndin hava verið noydd at staðfest brúktar pengar, t.v.s. at pengarnir eru brúktir, áðrenn játtan er fingin til vega. Hetta er grovt óskil og vána háttur at fara um peningin hjá borgaranum!
Ótryggleikin í býráðshúsinum
Tilgongdin at fáa umskipað bygnaðin í kommununi er heldur ikki nøktandi. Fólk hava ikki kent seg trygg við tær mannagongdir, ið hava verið framdar í býráðnum, serliga tí ivi er sáddur um fíggjarviðurskiftini í málinum. Fólk í umsitingini hava verið fyri truplum tíðum, har setanarviðurskifti teirra hava verið viðgjørd. Og verður hetta gjørt uttan fulla játtan, so hanga størv og harvið fólk í leysum lofti. Vit í minnilutanum hava ferð eftir ferð víst á tað neyðuga í, at hetta verður framt skipað, so ongin kemur illa fyri. Tað ber ikki til at gera nýskipanir og umskipa fólk og størv, sum ikki liggja í tryggum og føstum kørmum.
Hvat dylst handan stongdar dyr?
Seinasta útspælið til valið er, at býráðsfundurin, har fíggjarætlanin skuldi samtykkjast, verður fluttur. Hetta ger, at vit uppstillaðu ikki sleppa í miðlarnar ella fáa sagt borgarunum frá, hvussu fíggjarstøðan í veruleikanum er. Próvførslan er, at tað ikki er vanligt, at viðgerð av fíggjarætlanin liggur fyri eitt val. Tað er rætt, at viðgerð av fíggjarætlan altíð liggur seinast í november, men upprunaligi býráðsfundurin hesa ferð var lagdur, men er nú fluttur. Seinastu tvey valskeiðini er ongin býráðsfundur fluttur av hesi orsøk, sum henda samgongur nú kennir seg noydda at gera.
Vit gita, tí onki fæst at vita
Skal eg geva eitt boð, so stendur meirilutin ikki saman, eins og hann heldur ikki megnaði at fáa fíggjarætlanina samtykta á sinni, tá skattaprosentið var hækkað. Heldur ikki, tá Ellisheimið kom fyri, var meiriluti fyri tí stóra málinum. Og nú hallirnar hava verið fyri, nú megnar meirilutin als ikki at halda saman upp á sín tepra meiriluta.
At gera fíggjarætlanir uttan at hyggja hvørki til høgru ella vinstru er ikki haldbart og fremur ongi vøkur úrslit. Politiska leiðslan hevur gyrt seg inni á síni borg. Miðlar biðja um innlit, men onki hendir, ið hvussu er skal onki út fyrr enn valið er av. So er bara at spyrja, hvat tað er, sum bagir? Og her er bara at gita ella at frætta úr býnum.
Opinleiki har piparið grør
Hvar er virðingin fyri borgaranum? Opinleiki tá umræður mál, ið koma øllum borgarum við, er so langt burtur, ja heilt har piparið grør. Eitt er at brúka ov nógvan pening ella at velja samstarv frá. Men fólk gremja seg um ófantaliga viðferð frá politiska myndugleikunum. Enn kostar tað onki at vera høviskur og fara fólkaliga við borgaranum. Sjálv ivist eg ikki í, at stundin nú man vera komin, at borgarin sigur nei til óskipað fíggjarviðurskifti og óvirðiliga viðferð.
At tað er hetta slag av fólkaræði, veljarin í Klaksvík ynskir sær, tað loyvi eg mær at ivast í!