heimsins besta laks. Tað sæst aftur í prísinum, har tann føroyski laksurin er førandi á marknaðinum, sigur løgmaður. Hann vísir á, at alivinnan er íløgutung, men at hon eisini skapar nógv arbeiði kring alt landið [...] skal økjast við 50 prosentum. Hetta skal gerast við at virðisøkja tað, sum kemur úr havinum. Bólkurin hevur eisini nakrar ætlanir um, hvussu hetta kann gerast. – Millum annað vísir bólkurin á, at vit kunnu [...] samgonguskeiðinum. Hann sigur, at tað eru fleiri átøk á veg. Millum annað skal okkurt gerast við rúsevnismisnýtsluna millum ung, men fleiri átøk eru á veg, bæði í heilsu- og almannaverkinum og í skúlaverkinum
hetta er eitt øki, sum vit ikki vita nóg mikið um. Eitt nú var ein av niðurstøðunum á fundinum, at stórur tørvur er á einum óheftum upplýsingarstovni um orku og umhvørvi. Harumframt vóru fólk samd um, at [...] millum annað. Og hann greiddi frá, at tað nyttar onki bert at heita á fólk, um at minka um útlátið av CO2. - Tað ber heldur ikki til at heita á fólk um at rinda skatt ella at skikka sær pent í ferðsluni, segði [...] Djurholm greiddi frá, at íslendingar hava gjørt av at bíða við at útflyta orku í nøkur ár, tí teir vilja gera eina ætlan á økinum. Borið var eisini fram, at hetta er ein politiskur spurningur, tí vilja vit
ber eisini at síggja eldri fundir á netinum. Borgarin kundi á fyrsta sinni fylgja við einum býráðsfundi á netinum fyrst í mars mánaði. Harumframt verður dentur lagdur á, at skráirnar til býráðsfundir verða [...] avbjóðingar á bústaðarøkinum. Tí hevur býráðssamgongan sett bústaðartørvin og bústaðarviðurskiftini ovast á breddan. Á býráðsfundi 30. mars samtykti býráðið at gera ein bústaðarpolitikk, har tørvurin á bústøðum [...] reka. Talan er um eina gólvvídd á 591 fermetrar. Í niðaru hæddini eru 342 fermetrar, og á ovaru hæddini er svali, sum er 249 fermetrar til víddar. Nógv fólk fer at halda til á Vestaru bryggju, og í ljósu og
Sum ungur sigldi Karl. Hann hevur eisini arbeitt á amboðsdeildini hjá Thomas Dam í Havn og sum bilasølumaður hjá Wenzel Petersen og Bilfríðkan. Eina tíð arbeiddi hann hjá Skálafjarðar Málingahandli. Hann [...] sera familjukærur. Foreldrini hjá Karl vóru Jonetta, f. Isaksen úr Vestmanna, og Reynold Rasmussen á Skála. Tey eru fýra systkin: Hanna, Karl, Poula og Jonhild. Karl er giftur Maiken Haraldsen úr Vestmanna
keypti Vestmanna. Sama ár keyptu teir eisini Brimnes. Poul sigldi so fleiri ár við Vestmanna. Hann fór við á vári 1945, tá ið tað framvegis varð siglt til Íslands at keypa fisk at flyta á bretska marknaðin [...] Eisini varð fiskur og salt lossað umborð á Vestmanna sum barlast. Umborð á Marité var nóg mikið av fólki, so fýra av teirra monnum komu umborð á Vestmanna á heimferðini. Eftir at hava riggað til fóru [...] Grønlands. Tá veður var til tað á ferðini yvir, bleiv riggað til at sleipa. Trossar og slíkt varð gjørt klárt. Teir komu til Tovkusak á kvøldi. Eitt av teimum gomlu karbidljósunum stóð á dekkinum. Tað sá ógvuliga
Ísland gjørdist fullveldi. Í Føroyum atkvøddu 50,7% av eini luttøku upp á 63,7% fyri loysing. Telja vit ógyldugar atkvøður við, valdu 48,6% av eini luttøku upp á 66,4% loysing. Tilsamans av teimum, ið høvdu [...] í sítt samstarv og geva honum ávirkan á samgongunnar politikk - eisini á øðrum økjum enn tí ríkisrættarliga. Henda niðurstøða tykist so sólarklár, at ein undrast á, at hon ikki oftari hevur verið frammi [...] og øðrvísi sjónarmið um hetta, men haldi upp á mín rætt til at brúka skil og vit. 2.HEIMASTÝRISLÓG OG RÍKISFELAGSSKAPUR Í síni grein undrast Kjartan Hoydal á, at undirritaði lýsir Ríkisfelagsskapin sum
um føroyska økið á høvuðsborgini hjá Gazprom er eitt stórt stig á leiðini. Jarðfeingi verður við á fundinum. Heri Ziska fer at greiða frá føroyskari oljusøgu, tí, sum er farið fram á landgrunnsøkinum [...] hevur boðið einum føroyskum vinnumálaráðharra á vitjan! Tann spurningin settu vit Johan Dahl, landsstýrismanni, sum er við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til hesa heldur óvanligu ferð e [...] í størri mun enn talan er í dag millum Føroyar og Rusland. Hann vísir á, at vit longu í dag hava eitt stórt samstarv við russar á fleiri økjum. Tað verður seldur nógvur fiskur til londini eystanfyri, og
luttaka á jøvum føti við onnur lond” síða 20 í Visjón 2015. Also – júst presis tað sum vit søgdu teimum frammanundan, fingu teir í heysin aftan á aftur – ikki frá okkum í andstøðuni, men upp á skrift frá [...] helvt eftir fyrstu 75 mió.kr., blokkurin kemur niður á null eftir eina samlaða skattainntøka upp á 7 mia.kr., tá blokkurin (3,4 mia.kr.) er komin niður á 0, verður nýtt býtið avtalað, stórskalalógin frá 2012 [...] fingið sær identitetin upp á pláss við Dannebrogssskeltum í reversinum og støðugum biddaragongum til Danmarkar eftir meira blokki, síggja vit grønlendingar fara hinvegin og taka á seg alt fleiri og meiri
vakna á morgni og spyrja, um tey droyma ella eru vakin. Skilafólk, ið vilja landi og fólki tað besta, nokta at trúgva, at tað er satt, at føroyingar so stutt eftir kreppuna í 90'unum aftur ætla á biddaraferð [...] Talan var um eitt trivaligt avlop, so als onki hóttafall kom á landskassan. Árið eftir, í 2003, var avlopið 22 mió. kr. Minkingin stóðst av, at 50 mió. kr. minni komu inn í skatti og avgjøldum, mest tí alivinnan [...] vaknaði veljarafjøldin, og í 1994 sendi hon tey politiskt seku til hús. Men tá var tað 4-6 ár ov seint. Hallið á fíggjarlógini í 2012 verður helst 450 mió. kr., og tí skuldi verið sjálvsagt, at hvør einasti
so húsini hjá ommu og abba í Gøtu vórðu seld. Nú er bara yngsta systirin, Judith, sum býr á Strondum, eftir á lívi. Mamma og Judith sóust ikki so ofta, men tær høvdu javnan drúgvar samrøður í telefonini [...] øll seingjarklæði og undirklæði vóru hvít. Hetta varð sett á blot, kókað í kókigrýtu og so vaskað. Mamma sá eina æru í at hava snjóhvítt toy á snórinum, og enn fekk alt hvítt toy somu viðferð, hóast hon [...] hon hevði blóðtøpp, helt eg best vera, at hon kom á sjúkrahúsið. Mamma gjørdi ikki stórvegis mótstøðu, so mær varð greitt, at hon var illa fyri. Mamma kom á sjúkrahúsið og hevði fingið blóðtøpp. Um 6 tíðina