Frá Thule til Gedser

Hergeir Nielsen
----------

Í danska vikublaðnum, Familie Journalen, var ein teigurin kallaður: “Fra Thule til Gedser.”

Úr Thule í Grønlandi suður til Gedser á Falster, liggur so alt tað danska kongsveldi og ringdi seg um okkum føroyingar, alt havøki okkara og kæra móðurland okkara Føroyar.

Val verður í Grønlandi týsdagin. Grønland hevur, eins og Føroyar, verið fyri stórum avbjóðingum, og ofta hevur tað verið soleiðis, at onnur enn grønlendingar hava tikið týðandi avgerðir fyri grønlendingar.

Vit kenna allar tær kiksaðu søgurnar, tá danir fluttu grønlendskar veiðumenn av ísfløtunum í útjaðaranum inn í háhúsini í Nuuk, og eisini minnast vit, tá amerikumenn fluttu grønlendingar til Qaanaaq, tá teir stutt eftir krígslok skuldu gera sær ein skansa í Thule, Blue Jay, kallaður.

Men nú sæst vend vera komin í, størri vend enn okkum føroyingum er fyri, og eingin sæst longur so mikið sum hugsa um at taka grønlendingar av ræði í teirra egna landi.

Valstríð er í Grønlandi, og nógvir fløktir ríkisrættarligir spurningar verða rakaðir upp og vendir.

Hóast føroyingar sum nevnt liggja miðskeiðis á leiðini úr Thule til Gedser, so eiga teir ongan lut í grønlendsku ráevnisvinnuni, meðann danir hava tryggjað seg, so tað forslær.

Í áratíggir hava føroyingar javnan tikist við størri spurningum á sjálvstýrisleið, men ásannast má, at tað er harðvunnin dráttur, sum tungur hevur verið at fáa inn um stokkin.

Øðrvísi er í Grønlandi, sum vit hava havt lyndið at undirmeta í tílíkum spurningum, men sum nú fer strúkandi framvið okkum føroyingum.

Meðan radikalir sjálvstýrismenn í Føroyum hava fingið sær identitetin upp á pláss við Dannebrogssskeltum í reversinum og støðugum biddaragongum til Danmarkar eftir meira blokki, síggja vit grønlendingar fara hinvegin og taka á seg alt fleiri og meiri týðandi uppgávur fyri at røkka einum sjálvstøðugum óheftum búskapi.

Her er sanniliga munur á monnum - og kvinnurnar standa ikki aftanfyri.

Formaðurin í Siumut, Aleqa Hammond, segði um dagarnar við donsku TV-avísina:

“Siumut namminiilivinnissamik kissaateqarpoq. Ataatsimoortumik tapiissuteqartarnermik aaqqissuussineq qimakkusupparput. Nunarput oqartussaaffinnut tamanut akisussaalerusuppoq. Nunatta siunissami naalagaaffeqatigiinnerup avataani nunatut namminiilivinnissani sulissutiginiarpaa, Siumup siulittaasua DR-imi nutaarsiassanut oqarpoq.
Aleqa Hammond, Siumut”

“Siumut ynskir frælsi. Vit vilja burtur frá blokkstuðulsskipanini. Grønland ynskir at taka ábyrgd á øllum økjum. Frameftir fer Grønland at arbeiða fyri einum sjálvstøðugum landi – uttan fyri ríkisfelagsskapin,”
segði Siumut-formaðurin Aleqa Hammond við DR-Tíðindi.

Simut er grønlendski javnaðarflokkurin, og Jonathan Motzfeldt, sáli, fyrrverandi landsstýrisformaður, var formaður í hesum flokki í eitt mannaminnni, og ikki minnast vit, hvørki flokk ella formann, hava verið serliga víðgongdar á sjálvstýrisleið.

Men nú er so vent í holuni.

Kuupik Kleist, sitandi landsstýrisformaður kemur úr tí loysingarsinnaða Inuit Ataqatigiit og týðiligt er, at nýggja Siumut hevur lagt seg í kjalarvørrin á IA.

Eingin ivi er um, at grønlendingar eru við at flyta seg, og teir stóru spurningarnir verða vendir, tá tær stóru avgerðirnar skulu takast.

Vit føroyingar liggja tíverri so nógv tyngri í sjónum. Vit fingu okkara tiltiknu lóg um altjóðarættarligar sáttmálar í 2005, tá vit bundu okkum munandi longur niður, enn neyðugt var.

Lóggávan í hesum máli var orðað soleiðis, at hon kom at styrkja danskan statsrætt heldur enn altjóða fólkarætt. Lógin gjørdist snøgt sagt eitt amboð til at endurvinna danskt fullveldi og yvirvaldsrætt yvir Føroyum til bága fyri núverandi og framtíðar
føroysk krøv um tjóðarrættindi og rætt til at stovna egið ríki.

Talan var í stóran mun um at dagføra danskan yvirvaldsrætt, grov álop á føroyskt fólkaræði, og í stóran mun vóru rættindi hjá Føroya Løgtingi og Føroya fólki lóggivin burtur.

Frælsið til at liva og virka kom undir strangar avmarkingar, og møguleikarnir fyri at røkka altjóða avtalum, sum vit kundu rokkið sum limur í millumtjóða felagsskapum, fóru fyri skeyti.

Ongantíð fyrr hava vit sæð eina so grova niðurgering av Løgtingsins myndugleika.
Vit fingu “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne,” spjaldra á okkum, og liggja nú tyrvdir niður ímillum bonkarendarnar í ríkisfelagsskapinum.

Niðurlaging av føroyskum rættindum:
” Såvel statsretligt som folkeretligt er Kongeriget Danmark ét folkeretssubjekt, (én stat).”
føroyingar hava ongi rættindi sum fólk,
danska ríkið er eitt eindarríkið,
tað er bert ein tjóð í danska ríkinum,
alt vald liggur hjá donskum myndugleikum,
løgtingið hevur ongar heimildir, sum danska stjórnin ikki loyvir,
Føroyar og Grønland skulu frameftir samráðast í felag,
Føroyskur uttanríkispolitikkur skal sampakka við heildaráhugamál Danmarkar,
Donsk grundlógarbroyting er neyðug, um Føroyar skulu hava sjálvstøðugan uttanríkispolitikk..

Sum vanligt er í størri málum sum td. uttanríkispolitiskum viðurskiftum, flatskattalættalógini, og forskattingina í pensjónsskattalógini, so verða altíð størri lóggávur, sum eru sniðgivnar til at lumpa og lirka, kuppa og ræna pening og virði frá fólkinum, sníktar gjøgnum løgting okkara, ofta á náttartíð, uttan lógareftirkanningar, uttan hoyringar og við frávikum frá øllum parlamentariskum tíðarfreistum.

Vit søgdu ABC flokkunum hvørja dáragerð teir vóru í ferð við at fremja í sambandi við uttanríkispolitisku heimildarlógina, men teir lurtaðu ikki.

Seinni settu teir sjálvir alt tað føroyska embætisverkið til at skriva sær eina visjón fyri framtíðina, galdandi frá 2015. Henda Visjón 2015 kom so út í bók, og har lesa vit ma. í

Visjón 2015 hjá ABC landsstýrinum 2004-2008:
“stórstu forðingarnar í altjóðagerðini eru stjórnarrættarligu viðurskifti okkara, ið eru ein avmarking, tá ið tað ræður um limaskap í ymiskum millumtjóða felagsskapum.”
“Formligu viðurskifti Føroya við danska ríki eru stórsta einstaka forðingin fyri, at Føroyar sum land kunnu luttaka á jøvum føti við onnur lond”
síða 20 í Visjón 2015.

Also – júst presis tað sum vit søgdu teimum frammanundan, fingu teir í heysin aftan á aftur – ikki frá okkum í andstøðuni, men upp á skrift frá tí óhefta føroyska embætisverkinum.

Soleiðis er tað í Føroyum, men soleiðis er tað ikki í Grønlandi, har vit, skil og trúgv upp á eina framtíð fyri øll í egnum frælsum landi, hevur vunnið sær fótafestið.

Løgtingið í Føroyum kundi í so máta ligið onkustaðni niðarlaga í tí triðja heiminum, har ótangar, vøddamegi og maskinbyrsur seta politisku skránna í gerandisdegnum.

Parlamentarisman í Føroyum verður snøgt sagt koplað frá, meðan ræðið verður skammbitið og tugt upp av teimum, ið taka seg til rættis í tí almenna húsarhaldinum.

Grønlendingar fingu sína sjálvstýrislóg í 2009, og her lá staturin so eisini framvið og slotaði eftir onkrum bita. Staturin tryggjaði sær her, at hann kom at inntøkuføra milliardir av krónum úr eini komandi ráevnisvinnu í Grønlandi.

Hann tryggjaði sær, at blokkstuðulin til Grønlands varð skerdur fyri hvørja krónu, ið grønlendingar sjálvir vunnu sær úr undirgrundini.

Ja, hann varð skerdur líka niður á null, um inntøkurnar úr ráevnisvinnuni, frá partafelagsskatti og royalities, øktust samsvarandi.

Her vóru so krónur og oyru sett á ríkisfelagsskapin, og langt burturi vóru dýrabaru hugleiðingarnar um samanhald, familjubond og gamlan siðaarv.

Síðani fullveldislandssstýrið, 1998-2004, um aldaskiftið hava vit ikki sæð tær stóru rembingarnar í Føroyum.

Gaman í er okkurt andstøðuuppskotið jarðlagt, men almennu Føroyar hava einki mál viðgjørt og onga samtykt gjørt, ið ber okkum fram á sum tjóð, hóast onkur heldur skemtilig rembingin er farin aftur við borðinum.

Á Ólavsøku 2012 boðaðið løgmaður frá, at sjálvt hann droymdi um einar frælsar Føroyar, sum kundu fara inn í ein ríkjafelagsskap saman við øðrum sjálvstøðugum londum.

“Tað verður neyðugt at skipa okkara ríkisfelagsskap av nýggjum. Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.”
løgmaður á Ólavsøku 2012

Boðskapurin frá løgmanni var orðaður soleiðis, og kundi ikki skiljast øðrvísi enn, at vit skuldu hava trý javnsett lond við egnum grundlógum, sum síðani kundu ganga inn í ein felagsskap, har hvørt ríki sær stjórnaði sær sjálvum á fullgóðan javnsettan og sjálvstøðugan hátt.

Annars er jú ikki talan um ríkjafelagsskap millum sjálvstøðug lond.

Boðskapurin frá løgmanni Føroya var átøkur boðskapinum frá Alequ Hammond nú um dagarnar, har sama rótasúpan varð borðreidd av formanni Siumuts, einum flokki sum higartil hevur verið roknaður sum sambandsflokkur.

Ríkidømi í Grønlandi er komið um sýn, og tað er ovurstórt. Danir hava sum hjálandaveldi tryggja sær sín part í forhond, ásett í býtislyklinum í sjálvstýrislógini frá 2009, har blokkstuðulin til Grønlands minkar samsvarandi inntøkunum úr undirgrundini.

Roknað verður við, at inntøkurnar, bara frá tí einu minuni, kinesiskt fíggjaðu London Mining Group, fer at geva danska statinum eina mia.kr. í minni blokkstuðuli um árið, og grønlendingar eru í skemtiligum vendingum farnir at tosa um ein nýggjan rís-felagsskap.

Eftir framrokningum yvir 15 ár hjá Grønlandi og LMG, verður samlaði vinningurin í minsta lagi 28 mia.kr., har í minsta lagi 13 mia.kr. renna í danska statskassan.

Fleiri enn 50 feløg eru harafturat farin at leita eftir olju, gassi, metalli, gimsteinum, gulli og sjáldsomum evnum, ið verða brúkt til alt frá fartelefonum til vindmyllur.

ConocoPhillips, Shell, Maersk, Esso, eru nøkur teirra og Greenland Minerals & Energy, er eitt teirra, eitt australskt felag, sum í forhond lovar eitt eitthundrað ára gylt skeið fyri grønlendska búskapin, um felagið fær loyvi til at vinna út heilt serlig evni úr jørðini, so sum uran og líknandi,sum bert finnast á heilt fáum støðum á klótini.

Ovurstórar rembingar fara fram í Grønlandi:
Grønland fór frá heimastýri til sjálvstýri í 2009,
ráevnini í undirgrundini vóru yvirtikin í 2010,
15 oljufeløg og 39 minufeløg eru longu skrásett í Grønlandi,
80 aktiv loyvi eru givin til at leita eftir mineralum,
4 loyvi eru givin til aktiva námsvinnu,
44 loyvi eru givin til at leita eftir olju,
Danmark og Grønland býta inntøkurnar í helvt eftir fyrstu 75 mió.kr.,
blokkurin kemur niður á null eftir eina samlaða skattainntøka upp á 7 mia.kr.,
tá blokkurin (3,4 mia.kr.) er komin niður á 0, verður nýtt býtið avtalað,
stórskalalógin frá 2012 kann løna útlendskari arbeiðsmegi niður í 62 kr. um tíman.

Eins og føroyskir ráðharrar hava drigið kinesarar út í Tinganes fyri at fíggja privatar undirsjóvartunlar við almennum peningi, so hevur Nuuk í fleiri ár dyrgt eftir at fáa kinesarar at gera íløgur í Grønlandi.

Kina hýsir einum fjórðingi av heimsins íbúgvum og er í ferð við at gerast tann størsti búskapurin í heiminum, og milliarda stórar kinesiskar íløgur eru longu gjørdar í Arktis, Kanada, Australia og Afrika.

Grønland er soleiðis sæð ávegis øðrum ríkidømi enn blokkstuðuli, og líka so skjótt hetta fæ er komið til høldar, verða bondini til Danmarkar kappaði av, skilst av teimum forsagnum, ið komnar eru fram undir valstríðnum.

Sligið er soleiðis fast, at sokallaði rikisfelagsskapurin einans snýr seg um pening. Tey mest sambandssinnaðu, sum hava tosað mest um aðrar bindingar, um siðaarv, ætt, vinir og kenningar, eru millum tey fyrstu at vísa hesum virðum frá sær og at kappa á stokkinum.

Rikisfelagsskapurin snýr seg einans um pening, er niðurstøðan hjá Siumut-formanninum og føroyska løgmanninum, sum í síni dreymaverð kappaði á stokkinum, tá ið makrelurin fór at svimja inn í føroyskan sjógv.

Soleiðis er tað politiska lívið, og tað er ikki altíð so lætt at skilja.

Vit ynskja sjálvandi Partii Inuit, Demokraatit, Inuit Ataqatigiit, Kattusseqatigiit partiiat, Atassut og Siumut og øllum grønlendingum gott væl og blíða framtíð fyri land og fólk.