Karl Rasmussen 50 ár

Týsdagin 20. desember fylti Karl Rasmussen á Skála 50 ár. Karl er skálamaður. Hann hevur nú í mong ár arbeitt sum sølumaður á bilasøluni hjá Reyni Service í Hoyvík

Sum ungur sigldi Karl. Hann hevur eisini arbeitt á amboðsdeildini hjá Thomas Dam í Havn og sum bilasølumaður hjá Wenzel Petersen og Bilfríðkan. Eina tíð arbeiddi hann hjá Skálafjarðar Málingahandli. Hann hevur eisini verið onkran túr aftur til skips.

Við sínum stóra áhuga fyri bilum trívist Karl væl sum bilasølumaður. Hann er fyrikomandi, hevur gott fólkatekki og sera gott minni. Áhugin fyri bilum hevur altíð verið stórur, og hann hevur fingist nógv við bilar.
Tað eru ikki bara bilarnir sum hava hansara áhuga. Hann fylgir væl við í øllum sum gongur fyri seg í samfelagnum og er sera familjukærur.

Foreldrini hjá Karl vóru Jonetta, f. Isaksen úr Vestmanna, og Reynold Rasmussen á Skála. Tey eru fýra systkin: Hanna, Karl, Poula og Jonhild.

Karl er giftur Maiken Haraldsen úr Vestmanna. Tey eiga tvey børn, Rúni og Lív.

Føðingardagin var Karl burturstaddur.

.