aftur, segði HB maðurin, sum ? ivaleyst orsaka av skaðanum ? ikki var so eyðsýndur, sum hann hevur verið mest sum hvørja ferð í ár. Men hann fekk eitt mál, og tað telur ikki so lítið. At hann er mest upplagda [...] bíðaði eftir Dúgvuni. Bara ein landsliðsmaður Tað var vert at býta merki í, at millum teir fyrstu 22, tá hesi bæði oddaliðini í føroyskum fótbólti komu á vøllin, vóru bara tríggir, sum vóru í átjan manna [...] oddaliðunum spæla og so fáir landsliðsspælarar eru á vøllinum? ? Eg havi so ofta sagt, at tað er neyðugt at halda seg til eitt lið og samstundis at arbeiða við, hvussu tað so líðandi kann styrkjast um liðið
verið komið so langt, at til ber at sigla bátin við motororku. Spurningurin er so, um Allan velur at sigla bátin til Svøríkis tá. Tað er nevniliga so, at tilfarið er dýrt í Føroyum, sigur Allan, sum tó enn [...] metrar í alt. Bummurin verður um 5,8 metrar. Kjølurin skal so eisini broytast, so hann stingur djúpri. Eini 3 - 4 tons roknar Allan við koma afturat sum barlast í bátin. Hjá einum, ið ikki er kønur á økinum [...] ætlanin, at báturin skal verða seglbátur og skal hann hava snið sum slíkur. Ikki sær hann út av nógvum, har hann liggur við bryggjuna í Lopra. Ein skrokkur. Men ætlaninar eru stórar. Allan Rajula sigur, at
tíðina mánamorgun. Síðani Smyril gavst eru teir, sum útflyta fisk samdir um, at flutningsmøguleikarnir eru bara blivnir verri. Og eftir seinstu broytingina, sum varð gjørd í farnu viku ber av. Tí nú má arbeiðið [...] at løgtingið í roynd og veru kann takka sær sjálvum fyri, at støðan er blivin, sum hon er. Tá ið vit seldu Teistan var ætlanin at seta sølupeningin í eitt partafelag, sum skuldi útvega skip at røkja [...] vinnulívið ikki hevur megnað at halda tað lyftið, sum tað lovaði okkum, og tað hevur ikki livað upp til tað, vit væntaðu, sigur Sámal Petur í grund. Tað er bara blivið verri Sámal Petur í Grund hevur fingið
amboð at fremja javnstøðu. Annars sleppa vit ikki burtur úr siðvenjuni, sum sigur, at tað bara eru menn sum klára seg. - Vit hava ein javnstøðulóg og út frá henni eiga vit at arbeiða. Hinvegin mugu vit ansa [...] eru nógv fleiri mannfólk á forsíðuni og í blaðnum sum heild enn konufólk. Tað eru líka nógvar kvinnur sum menn sum íðka ítrótt, men í bløðunum eru so at siga ongar myndir av konufólki, sigur Anita á F [...] lærararnir somuleiðis konufólk. Og tað koma vit at síggja so leingi konufólk taka sær av umsorgan og mannfólk av øðrum. Tað er bara tíðin, sum kann broyta hesa gongdina, tí javnstøða kemur ikki frá degi til
hjá B68 og ÍF. GÍ fær vitjan av B36, sum bara hevur æruna at spæla fyri. Teir skifta nógv fólk mest sum hvørja ferð, men út frá tí, sum farið er fram higartil í ár, so áttu gøtumenn at havt møguleika at [...] tað verið so sum so við, eftir at uppflytingin kom til høldar., og tá vágbingar vóru vandamiklir ? ikki minst vóru Bergur Winther og Rógvi Thorsteinsson, sum mannaðu álopið vóru skjótir ? so stóð á. Bogi [...] fyri B36. Málið, sum Eyðfinn Fjalsbak skoraði til 3-3, verður sagt at vera eitt av flottastu málunum, sum eru gjørd í Gundadali í ár. Hann smekkaði til úr 40 metrum, og bólturin fór sum ein kanónkúla í meskarnar
hava vit avgjørt. Spurningurin er so bara, hvussu nógv partarnir vilja geva seg. Skal ein t.d. røkka einum kompromii, so er greitt, at báðir partar mugu geva seg so ella so. Svend Auken heldur tað er sera [...] framum aðrar, tí hetta er innan fyri ríkið. Til tað kann eg bert siga, at fyritøkur sum DONG og Mærsk, sum vilja vera við, skulu sjálvandi viðgerast sum allar aðrar fyritøkur tvs. fair og væl, men tær skulu [...] og Bretland? -Tað kann ein hava ymsar meiningar um. Tað er ein sannroynd, at tað longu er eitt gott samstarv á økjum, sum eg havi umrøtt. Vit hava traditión fyri samstarvi. Vit eru so eisini rættiliga tætt
hvønn dag, sigur Kaj Kallsberg, sum ikki kann torga at fólk sita og bíða í bíðirúminum. Tá ringja tey heldur til fólk, sum hava fingið tíð, um so er, at okkurt óvæntað hendir sum ger, og avtalan ikki heldur [...] viðtalan, sum eru fleiri hvønn dag. Vanliga verður mett, at um ein kommunulækni hevur 12 - 18 fólk, sum koma til viðtalu, er nóg mikið fyri ein lækna. Virka illa sosialt Hvør hjálpir læknum, sum hjálpa [...] aftrat: og so var tað ikki sjúklingur, sum hann hevði ábyrgdina av. Læknar merktir av strongd Gerast læknar kensluleysir av strongd? Jú, ivaleyst er okkurt um tað, tá so nógv er um at vera. Læknarnir
Eins deyð, annans breyð. Støðan, sum Havsbrún í Fuglafjørði er í beint nú, er eitt sjáldsama gott dømi um, hvussu beinrakið hetta orðafelli kann vera. Eitt veður-fyribrigdi so langt burturi sum í Kyrrahavinum [...] næstan tvær ferðir so nógv, sum fingu fyri tíð síðani. Somuleiðis er prísurin á svartkjafti eini 80-90 oyru fyri kilo og tað er eisini tvær ferðir so nógv, sum prísurin var fyri ikki so langari tí síðani [...] ídnaðarfiski í Fuglafjørði er so høgur, sum hann ongantíð hevur verið fyrr. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur, at prísurin á fiskamjøli og lýsi hevur ongantíð verið so høgur, sum hann er nú. Og tað ávirkar
ætlanin var at gera sáttmála við ein dana, Peter Danefelt, sum var í Runavík og hugdi seg um og tosaði við NSÍ í næstsíðstu viku. Teir í Runavík kendu seg væl saman við dananum, sum hevur góðar kvalifikatiónir [...] sáttmálan, at hann kann sigast upp um eitt ár, um annar parturin ynskir tað. NSÍ hvur í ár havt ein jugoslaviskan spælara á liðnum. Tað er málverjin, Dejan Milanovic. Eftir hvat vit skilja, so kennast hesir [...] nevndin hevur viðgjørt spurningin um hjálparvenjaran, so er rættuliga upplagt, at Trygvi Mortensen, sum hevur havt ábyrgdina av næstbesta liðnum í ár og sum fleiri ferðir hevur havt ábyrgdina av bæði unglinga
Karlsson er loystur úr starvinum, og Kim Brink, sum var venjari frammanundan, at svenski venjarin kom til FCK, hevur tikið við aftur starvinum, sum hann í hvussu so er skal røkja fram til ársskiftið. Tað hevur [...] vóru ikki tey, sum teir í FCK vildu hava tey at vera. Tá tað nú verður sagt, at Kim Brink er settur fram til ársskiftið, man hava við tað at gera, at nevndin í FCK ynskir at geva honum ein nýggjan møguleika [...] at vísa, um hann kann røkka betri úrslitum, enn hann megnaði í fyrra umfarinum. Fer hann at megna tað, so er ikki óhugsandi, at felagið fer at bjóða honum at halda fram. Eitt felag sum FCK vil helst ikki