Prísurin hevur ongantíð verið so góður sum nú

Havsbrún í Fuglafjørði er í so harðari kapping sum sjálvdan, ella ongantíð fyrr. Men prísurin hevur heldur aldrin verið so høgur sum nú.

Eins deyð, annans breyð.

Støðan, sum Havsbrún í Fuglafjørði er í beint nú, er eitt sjáldsama gott dømi um, hvussu beinrakið hetta orðafelli kann vera.

Eitt veður-fyribrigdi so langt burturi sum í Kyrrahavinum, suðuri við Suðuramerika, hevur ført við sær, at prísurin á ídnaðarfiski í Fuglafjørði er so høgur, sum hann ongantíð hevur verið fyrr.

Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur, at prísurin á fiskamjøli og lýsi hevur ongantíð verið so høgur, sum hann er nú.

Og tað ávirkar sjálvandi eisini prísin á rávøruni, og tað førir sostatt við sær, at skipini hava heldur aldrin fingið so nógv fyri at avreiða í Fuglafjørði, sum tey hava fingið seinastu tíðina.

Stjórin á Havsbrún nevnir t.d., at seinastu tíðina hava skipini fingið um 1,50 krónur fyri kilo av teirri feitu sildini og tað er næstan tvær ferðir so nógv, sum fingu fyri tíð síðani.

Somuleiðis er prísurin á svartkjafti eini 80-90 oyru fyri kilo og tað er eisini tvær ferðir so nógv, sum prísurin var fyri ikki so langari tí síðani.

­ Alt í alt ger hetta, at skipini hava fingið heilt væl burturúr.

Eitt úrslit av hesum var m.a., at Gøtutróndur setti nýtt sølumet í Fuglafjørði fyrr í vikuni, tá ið hann avreiddi 2.500 tons av sild fyri 3,7 milliónir krónur.

Men hóast prísurin á mjøli og lýsi eisini er høgur, hevur Havsbrún verið noytt til at skerja vinningin eitt sindur lutfalsliga, tí rávøran er blivin so dýr, og kappingin um at sleppa av við tað lidnu vøruna er eisini hørð.

Havsbrún kappast t.d. ímóti virkjum í Noregi, Íslandi, Hetlandi og Danmark.


El-nino ávirkar prísin

Bergur Poulsen sigur, at ein stór orsøk, at prísirnir hava gjørt eitt skarvslop uppeftir, er, at El-nino hevur gjørt so nógv um seg í Kyrrahavinum, framvið suðuramerikansku strondini seinastu tíðina.

Tað er júst júst í Kili og Peru, at heimsins størstu fiskamjølsvirki eru.

El-Nino er eitt veðurfyribrigdi, sum hevur verið kent í øldir og tekur seg upp har á leiðini av og á, umleið 10. hvørt ár, greiður Bergur Poulsen frá.

­ Fyri at gera eina langa søgu stutta, er ein avleiðing av El-nino, at sjógvurin hitnar so at fiskurin fer longri út frá landi at gýta.

­ Og tá ið skipini yvirhøvur eru smá, hevur ikki ligið væl fyri hjá teimum at fáa fatur á fiskinum.

­ Tað hevur so aftur ført við sær, at tað hevur verið stórt trot á rávøru, og tað hevur gjørt kappingina um fiskin so harða sum ongantíð fyrr.

­ Hetta trotið á rávøru vísir seg aftur í øllum liðum og førir eisini við sær, at trot er á mjøli og lýsi.

­ Og tað hevur so aftur ført við sær, at prísurin er uppfarin.

­ At eftirspurningurin so samstundis eisini er vaksin, hevur tað givið prísinum eitt spark uppeftir afturat.

­ Samlaða úrslitið av øllum hesum eru søguliga høgir prísir á mjøli, lýsi, og sostatt eisini á rávøru, sigur Bergur Poulsen.


Prísirnir hava toppað

Hinvegin heldur Bergur Poulsen, at prísirnir hava toppað og at teir eru aftur farnir at fella.

­ Tá ið prísirnir eru so høgir, keypir ongin meiri enn akkurát neyðugt.

­ Og er bara eitt lítið yvirskot av vøru á marknaðinum, ávirkar tað prísin beinanvegin.

­ Samstundis er virðið á dollaranum nógv fallið í seinastuni, og tað ger eisini, at prísurin fellur, tí yvirhøvur verður lýsi og mjøl selt í dollarum.

Bergur Poulsen sigur, at hann dugir illa at meta um, hvussu marknaðurin fer at hilnast.

Men hann ivast ikki í, at prísurin fer at falla í komandi tíðum.

­ El-nino hæsar av aftur og fiskiskapur og framleiðsla fara at koma í eina vanliga legu.

Bergur Poulsen sigur, at hann roknar við, at prísirnir fara at fella eini 15% í næstu framtíð.


150.000 tons í ár

Havsbrún hevur tikið ímóti 110-120.000 tonsum um árið.

Men í ár roknar Bergur Poulsen við, at teir fara at taka ímóti 150.000 tonsum.

Serliga er tað fiskiskapurin eftir svartkjafti, sum hevur verið góður.

­ Hetta hevur ført við sær at nógv arbeiðið er á Havsbrún.

Arbeitt verður alt samdøgurið, allar dagar um vikuna.

Eini 70 fólk arbeiða hjá Havsbrún.

Um heystið og háveturin plagar at vera deydligt á Havsbrún, so nú fer at líða ímóti endanum í ár.

Stjórin roknar ikki við, at virksemi fer at taka seg uppaftur fyrrenn í februar.

Henda tíðin verður brúkt tey viðlíkahaldsarbeiði.

Ætlanin er eisini at gera seta nýggjar og betri maskinur upp, so at tey fáa arbeitt meiri fisk.

Í løtuni fáa tey arbeitt eini 1.200 tons av fiski um samdøgurið.

Men ætlanin er koma uppá 1.400-1.500 tons um samdøgurið komandi ár og uppá 2.000 tons í 2001.

Av fóðuri klára tey at gera 20.000 tons um árið, men ætlanin er at koma uppá 30.000 tons um árið.

Nú eru summir bátar farnir í svartkjaftin, t.d. Chr. í Grótinum.

Men t.d. Gøtutróndur og J. Sigurðsson eru í sildini.

Á Havsbrún rokna teir við at skip koma inn at avreiða um vikuskiftið.