Vit skuldu ikki havt steðgað uttanlandssiglingini hjá Smyrli. Eg síggi nú at tað var eitt mistak.
Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumaður tekur nú í egnan barm og viðgongur, at tað var eitt mistak at steðga skotlandssiglingini hjá Smyrli.
Vit mugu tíverri ásanna, at tað privata vinnulívið ikki hevur megnað at halda tað lyftið, sum tað lovaði okkum, og tað hevur ikki livað upp til tað, vit væntaðu, sigur Sámal Petur í grund.
Tað er bara blivið verri
Sámal Petur í Grund hevur fingið manga ábreiðslu eftir at hann gjørdi av at niðurleggja skotlandssiglingina hjá Smyrli.
Eitt er, at tað var eitt bakkast fyri ferðafólkaflutningin ímillum Føroyar og nærmasta grannaland okkara.
Men eitt annað er, at Smyril var blivið álitið hjá teimum, sum flyta fisk av landinum, serliga feskan fisk.
Ikki minst var Smyril álitið hjá suðuroyingum, tí í Suðuroy er mesti denturin í fiskivinnuni lagdur á flakavirki og teir hava brúkt nógv ár upp á at byggja upp eina flakavinnu í Suðuroynni, báði á sjógvi og landi.
Úrslitið hevur, at nógv tann mesti parturin av feskum fløkum, sum føroyingar útflyta, verður skorin í Suðuroynni.
Og rutan hjá Smyrli lá serstakliga væl fyri, tí síðsti steðgur á leiðini til Skotlands, hagar hann kom seinnapart fríggjadag.
Tað vil siga, at tað kundi arbeiðast á flakavirkjunum líka til á miðdegi fríggjadag, og fiskurin var kortini frammi á marknaðinum til tíðina mánamorgun.
Síðani Smyril gavst eru teir, sum útflyta fisk samdir um, at flutningsmøguleikarnir eru bara blivnir verri.
Og eftir seinstu broytingina, sum varð gjørd í farnu viku ber av.
Tí nú má arbeiðið á flakavirkjunum í Suðuroy halda halda uppat longu hósdag seinnapart.
Sostatt hava virkini í Suðuroy mist næstan eitt samdur í framleiðslutíð, umframt at tey hava fingið eykaútreisðlur uppá 41 oyru fyri kilo, sum tað kostar at flyta fiskin til Havnar.
Tað var skeivt
Vit hava spurt fyrrverandi landsstýrismannin um hann framvegis heldur, at tað var rætt at uttanlandssiglingin hjá Smyrli varð avtikin.
Tað heldur hann ikki.
Eg síggi nú, at tað var skeivt, tí síðani Smyril helt uppat at sigla til Skotlands, hevur flutningurin ímillum Føroyar og umheimin ikki verið nóg tryggur hjá vinnulívinum.
Tað var tað privata vinnulívið, sum vildi hava, at almenna uttanlandssiglingin steðgaði, tí hildið var, at farmaflutningur var eitt privat-vinnumál og at tað var skeivt at tað almenna kappaðist ímóti tí privata og hesum tóku ávísir partar í samgonguni, undir við.
Livdu ikki upp til krøvini
Sámal Petur í Grund sigur, at tíverri vísti tað seg, at tað privata megnaði ikki hesa uppgávuna.
Hesi árini, sum eru gingin, síðani skotlandssiglingin hjá Smyrli varð steðgað, hava víst, at tað privata kláraði ikki at halda lyftini til flutning, sum tað gav landsstýrinum, tá ið Smyrlarutan helt uppat.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at tað privata vinnulívið kláraði ikki at liva upp til tað, sum krevst av nútíðar flutningi og at tað skerst ikki burtur, at flutningsmøguleikarnir eru ikki nóg góðir.
Løgtingið vildi ikki
Men eftir hvat skilst á fyrrverandi samferðsluráðharranum, heldur hann, at løgtingið í roynd og veru kann takka sær sjálvum fyri, at støðan er blivin, sum hon er.
Tá ið vit seldu Teistan var ætlanin at seta sølupeningin í eitt partafelag, sum skuldi útvega skip at røkja flutningin ímillum Føroyar og umheimin við serligum atliti til fiskaflutning. Hetta var eisini samtykt í landsstýrinum.
Ætlanin var at stovna eitt partafelag við almennum og privatum partapeningi uppá millum 25 og 40 milliónir at standa fyri uppgávuni, sum Smyril tá hevði røkt í nøkur ár.
Almenni parturin skuldi vera tær 13 milliónirnar, vit fingu fyri Teistan.
Sámal Petur í Grund sigur, at fleiri privatfólk og vinnuvirki, vóru áhugað at seta pengar í eitt slíkt felag og tað hevði ikki staðið á at fingið 25 milliónir í partapeningi.
M.a. vóru sterk flutningsfeløg sum Blue Water og Scanline áhugað at koma uppí.
Men tíverri tók meirilutin í løgtinginum ikki undir við hesi ætlan.
Løgtingið vildi ikki játtað peningin til partafelagið fyrrenn ein liðug ætlan var at taka støðu til. Tí datt málið niðurfyri.
Og tá ið føroysk flutningsfeløg søgdu seg vera før fyri at átaka sær uppgávuna, við stuðuli í pørtum av samgonguni, endaði málið, sum tað gjørdi.
Men vit høvdu fleiri fundir við privat flutningsfeløg og útflytarar og tað bleiv eisini lagt trýst á flutningsfelagið at leggja flutningin soleiðis til rættis, at hann var nøktandi hjá útflytarunum.
Tað bleiv flutningurin eisini.
Men síðani er øll siglingin fullkomiliga broytt og í dag er sambandið úteftir als ikki nøktandi.
Sámal Petur í Grund sigur, at tá ið almenna skotlandssiglingin varð avtikinl lurtaði hann nógv eftir sjónarmiðjunum hjá privatu flutningsfeløgunum.
Tað ivist eg í, um eg hevði gjørt aftur. Tað havi eg í hvussu so er lært, leggur hann afturat.
Tað almenna má uppí
Tann fyrrverandi landsstýrismaðurin heldur nú, at sum støðan er blivin, eigur tað almenna at koma uppí aftur siglingina ímillum Føroyar og umheimin.
Eg haldi, at tað almenna eigur at taka um endan aftur fyri at tryggja tann flutningin, sum fiskivinnan krevur fyri at kunna virka. Hinvegin haldi eg ikki, at tað almenna skal hava flutning, bara fyri at hava flutning.
Men eg haldi, at landsstýrismaðurin í vinnumálum eigur at málið upp. Hann eigur at taka upp samband við útflytarar, og saman við teimum finna útav, hvat tann besta sambandið er fyri útflutningsvinnuna.
Útfrá tí eigur hann at meta um, antin tað almenna skal upp í aftur.
Men eg haldi, at tá ið tað privata ikki megnar uppgávuna, eigur tað almenna at koma uppí, tí tað kann ikki bera til, at útflutingsvinnan kann ikki líða undir at flutningsmøguleikarnir ikki eru nóg góðir.
Landið hevur t.d. møguleikar at stuðla einum sambandi úteftir afturímóti at hava ávirkan á, hvussu siglt verður.
Hann sigur, at tað er trupult at byggja upp ein marknað, tá ið flutningurin ikki er í púra tryggum karmum.
Tí er tryggur flutningur avgerandi, sigur Sámal Petur í Grund.