framman á Vinnuháskúlanum. Tú vart so glaður og í góðum lag. Hesi orðini fingu tó eina aðra meining. Eitt tað ringasta við hesi stóru sorg hjá okkum hevur verið, hvussu tit Sigmund og Theodor hava stríðst [...] tað var neyðugt at skriva minningarorð um teg góði Sigmund. Vit høvdu sjálvandi ynskt at tú vart her hjá okkum í mong ár afturat, men tá støðan er sum hon er, so gera vit tað gleðiliga! Vit eiga jú eina [...] og tóku ímótu sær at bera boðini um ein bát, sum var gingin burtur. Babba og Ove vóru í Íslandi og fiskaðu, Eyð og Ingvar vóru heima á Eiði. Vit, øll familjan, fingu okkara lívsins størsta sjokk. Boðini
vóru so spent til at Rói skuldi verða føddur. Okkara fyrsta barn í familjuni skuldi koma í hesa verð, og at tú skuldi verða so stutt hjá okkum, hevði eingin trúð tá tú varð føddur. Rói var ein so dámligur [...] ætlan. Rói var eisini ein Guðsrøkin drongur, dámdi at lesa og hoyra um Guð og so standa vit eftir og spyrja Guð, hví hann skuldi taka hann so skjótt frá okkum. Honum dámdi eisini sera væl at ganga túrar og [...] hann gav mær mítt tekin, tá hann nýtti tekn til talu. Varð so pávastolt tí nú hevði hann eitt serligt tekin til mín. Man hugsar ikki so nógv um tað til dagligt, meðan vit hava okkara kæru, men tá vit ikki
Serliga glað eri eg fyri, at eg og maðurin fingu høvi at vitja teg á Ríkissjúkrahúsinum. Hóast tað var svárt at skula siga tær farvæl, tí tú visti hvønn veg tað bar, so eri eg í dag takksom fyri, at eg fekk [...] tungt at missa dóttrina Ruth á so ungum aldri. Mínir tankar leita til tykkum, ið eftir sita, Bjarka, Sóleyð, Heidi, Bjarta og eisini til tín Frederik. Vónandi finna tit troyst í hesi sváru tíð. Vit hesum [...] kennist tað, nú tú ikki ert ímillum okkum meira. Neyvan vardi tað okkum, at lívsleið tín skuldi gerast so stutt. Í oktober 2008 fekst tú staðfest krabbamein, fór til Danmarkar at søkja tær heilsubót, men har
og tómrúmið er so stórt. Tit vóru so ung tá tit funnu saman. Tú vart ein sólstrála hjá Herluf og tú vart hansara eitt og alt. Sjálvt um tit vóru ung, so fingu tit tykkum eitt heim, ið tit gjørdu til tykkara [...] sera tætt knýttar, so Sólva, hjá tær er tómt. Tíðin tú vart sjúk var so tung, men tit vóru altíð so positiv, Herluf segði altíð, vit hava ikki brúk fyri at tit taka tað so tungt , tit bóru alt við tykkum [...] við eini hjálpandi hond, sjálvt um tú ikki vart uppvoksin við seyðahaldi, so vart tú altíð har við tíni hjálpandi hond. Tú vildi so gjarna duga alt, og alt fall tær so lætt. Tú vart yngst av 4 systkjum
ímillum, um so tosið snúði seg um politikk ella onnur av lívsins viðurskiftum. Tað gjørdi, at tú skapti tryggleika rundan um teg, tí man visti altíð hvar man hevði teg. Tú var altíð fús at stíla fyri, um so [...] saman við Hans Esbern og familju tíni. Tit fingu trý børn, sum tit vóru sera glað fyri, síðan trý verbørn og ikki minst tey fimm ommubørnini, sum tú gleddist um og sum var ein stórur partur av lívi tínum [...] Esbern og børnum tykkara við familju. Tit skulu vita, at okkara tankar ofta leita til tykkara. Má Harrin styrkja tykkum í sorg og sakni tykkara. Ærað veri minnið um Randi. ?????????????????????????????
grannum, so kunnu vit ikki ætla, hvussu tómt tað er fyri tykkum, Steinfinn, Rannvá, Bárð, Helgu, Marjuna og Klæmint. Gævi, tit fara at finna ugga og styrki í kærleikanum, tit fingu frá henni, ið tit nú sakna [...] vit øll spyrjandi. Spyrjandi um, hví ein kvinna, sum elskaði lívið saman við sínum kæru og sítt heim so høgt, ikki skuldi unnast longri tíð í kærleika og samljóði at hjúkla um tað, ið henni var dýrast. [...] rundan um eru. Men Ragnhild valdi at líta at møguleikanum heldur enn hóttafallinum, og bar við tign og virðing sín tunga lut, ikki at vita, um viðgerðin fór at røkka ella støkka. Henda lutin bóru tit, familjan
meg nógv. Vit fingu mangt gott prátið saman tá tit lógu norðanfyri og altíð komst tú inn á gólvið tá tit lógu inni. Tú hevði altíð stórar ætlanir og sá so ljóst upp á framtíðina. Vit standa so hjálparleys [...] er óskiljandi hvussu ringt tit mugu hava havt tað. Men Hjalti, Eyðstein og manningin. Tit gjørdu tað tit kundu og meira enn tað. Tað er eitt Guðs undur at vanlukkan ikki gjørdist størri. Eg helt ógvuliga [...] Tú fylti so nógv har tú vart. Altíð fryntligur og blíður. Ynskti altíð at øll tú vart saman við skuldu hava tað gott og hugnaligt. Hevði altíð tíð til eitt prát, sjálvt um tú hevði nógv um at vera. Serliga
Pauli til kennar sína hugsan um læraraútbúgvingina. “ Sjálvt um fleiri og fleiri lærugreinir verða, sum læraralesandi ikki fáa beinleiðis samband við á Læraraskúlanum, so er eindarhugsanin ikki slept. [...] flest øll um okkara leiðir skilja og kenna hann. Tíbetur eru nøkur, sum tora at bjóða hesum óttanum av ". Í somu røðu kom sterka hugsjón hansara sum humanistur fram við hesum leiðarorðum um børnini í skúlanum: [...] tykkum eitt hugsjónarligt lot í seglini, nú tit fara av Læraraskúlanum .” Nú hevur seglið hjá Paula lagt seg. Men sterku og humanistisku hugsjónir hansara um lærarayrkið og skúlan liva enn og geva íblástur
kunnu tit ímynda tykkum ein unglingur norðan av Viðareiði blíva kastaður soleiðis fyri leyvurnar, hann kendi ikki so nógv til tað suðuroysku mentanina, so har fekk hann seg royndan bæði so og so.Um man bara [...] Klaksvík. So kemur hann heim eitt kvøldið og sigur at hann hevði tosað við abban, so spyrji eg, um hvat? Jú hann skuldi sleppa at gera okkurt til sín sjálvan, og vildi hann gera abbanum ein agnabakka, so hann [...] tíðir at hava egnan bát, fyri tað mesta róði hann út einsamallur, men so til tíðir hevði hann menn afturat sær. Og so sjálvandi vóru tað so egnarar á landi sum egndu línuna aftur fyri hann. Í hesum sambandi
kenslur, ið bylgjast í barmi, tá ein hevur mist ein so kæran og høgt elskaðan persón sum mammu okkara. Tó fara vit at royna. Í hvussu so hevur mamma okkara so stórliga uppiborið hetta. Mamma okkara Oluffa Mikkelsen [...] Mamma og pápi fingu 5 børn, harav ein sonur doyði, einans 3 dagar gamal. Mamma var ein sera livandi menniskja. Hennara fríska lyndi smittaði av upp á tey, ið komu á hennara leið. Og so var hon eitt s [...] góð í ráðum og segði teimum beint út sína meining, hvørt tað so var rós ella rís. “Vit børnini hava alt gott at bera tær, góða mamma. Tað er so undarligt, nú, ið tú ikki ert her meira. Vit sakna teg stórliga