Minningarorð um Randi Heinesen

Fødd 23. september 1947   Andaðist 7. februar 2004

Grækarismessan er og várið hoyrist kalla, fuglar vitja landið og blómurnar spíra. Men tú, góða Randi, ert farin hiðani fyri stuttari tíð síðan, og tí tykist gleðin um várið ikki tann sama.
Fyri einum ári síðani komst tú á Ellisheimi, har tú starvaðist sum kokkur, og greiddi okkum starvsfeløgum frá, at tú hevði fingið herviliga sjúku at dragast við. Opin og erlig sum tú altíð var, greiddi tú frá tínari støðu og endaði við at siga, at tú hevði havt eitt gott og ríkt lív saman við Hans Esbern og familju tíni. Tit fingu trý børn, sum tit vóru sera glað fyri, síðan trý verbørn og ikki minst tey fimm ommubørnini, sum tú gleddist um og sum var ein stórur partur av lívi tínum.
Tú var kokkur her á Ellisheiminum í út við 20 ár og setti tú við tínum lívsdirvi eins og tínum positiva og lætta lyndi dám á húsið. Tú var altíð greið í tínum meiningum og legði ikki fingrarnar ímillum, um so tosið snúði seg um politikk ella onnur av lívsins viðurskiftum. Tað gjørdi, at tú skapti tryggleika rundan um teg, tí man visti altíð hvar man hevði teg.
Tú var altíð fús at stíla fyri, um so hugnakvøld, veitslur, útferðir ella onnur tiltøk fyri búfólk, avvarðandi og starvsfólk, vóru á skránni. Har tú var, var altíð stuttligt og hugnaligt at vera, tí tín partur lá ongantíð eftir.
Frammarlaga í huga tínum var sangurin, og sjálv festi tú mangan sangin á blað. Tú dugdi heilt nógvar sangir, bæði fosturlands-, veitslu- og andaligar sangir. Mangar ógloymandi løtur hava vit havt saman við tær og við Hans Esbern, bæði í gaman og álvara.
Líka til tað seinasta hevði tú eina innaru styrki og vón, sum var rótfest í sannføringini um, at tú, tá tíðin var runnin, komst heim til Harran og skuldi møta tínum kæru og okkum øllum aftur.
Nú Randi er farin, er ein stórur sessur tómur.
Vit á Ellisheiminum hava kensluna av einum svárum missi, tó at vit vita, at svárast er missurin hjá tær Hans Esbern og børnum tykkara við familju. Tit skulu vita, at okkara tankar ofta leita til tykkara. Má Harrin styrkja tykkum í sorg og sakni tykkara.
Ærað veri minnið um Randi.
????????????????????????????????????

Starvsfólkið á Ellis- og Umlættingarheiminum