Tað eru tey ræðuligastu boðini eg nakrantíð havi fingið, ið eg fekk hósmorgunin, at tú Rói var deyður. Tað kundi ikki bera til, tí hetta hendir ikki í okkara familju, havi eg hildið í langa tíð. Tað kundi ikki bera til at fastursa fyrsta barn ikki var her longur hjá okkum. Havi spurt túsund ferð hví og hví Rói.
Rói var fyrsta barnið, ið eg varð fastur til. Tey búðu í Danmark tá, og vit vóru so spent til at Rói skuldi verða føddur. Okkara fyrsta barn í familjuni skuldi koma í hesa verð, og at tú skuldi verða so stutt hjá okkum, hevði eingin trúð tá tú varð føddur.
Rói var ein so dámligur, hjartagóður, deiligur og fittur drongur, ið einki ilt vildi nøkrum. Vildi tað besta fyri onnur og hevði eisini stórar ambitiónir- framtíðarætlanir fyri sína framtíð. Las ofta í bókini ”hvad kan jeg blive” fyri at vita hvat vinnan hevði at bjóða honum.
Rói var í starvsvenjing hjá MBM, í tí vikuni hann doyði og dámdi sera væl har, helt at hann kundi hugsað sær at verið mejerist. Hevði kannað møguleikarnar og inntøkuna hjá mejeristum og helt eisini at hann burdi bygt sæt hús í Havnini, so var ikki so langt til arbeiðis.
Tað var ikki bara at sita við hendur í favn, nei Rói vildi hava okkurt burturúr lívinum, men mongum brestur ætlan.
Rói var eisini ein Guðsrøkin drongur, dámdi at lesa og hoyra um Guð og so standa vit eftir og spyrja Guð, hví hann skuldi taka hann so skjótt frá okkum.
Honum dámdi eisini sera væl at ganga túrar og langar túrar, og tað stóð ikki á hjá honum at ganga til Gásadalstunnilsmunnan og heim aftur á stutta tíð við kvikum fetum.
Tá Rói var lítil, fingu foreldur hansara at vita, at hann kom neyvan at ganga ella tosa nakrantíð, men við stríðsvilja frá bæði Róa og foreldrum hansara kom Rói bæði at ganga og at tosa.
Lítillátin var Rói, gjørdi ongantíð nakað hóvasták burturúr sær, var altíð so lýðin. Og humor hevði hann, var blivin sindur speiskur viðhvørt, man skuldi ansa sær, tí man kundi fáa eitt festligt skot fyri bógvin, og tað var so deiligt og stuttligt at fáa og hoyra, tí tað kom frá honum.
Vit bæði hava havt ótrúliga nógvar góðar løtur saman, hann var og vitjaði meg í vikuskiftum og var altíð so lættur at hava við at gera, haldi vit knýttu saman tætt vinalag vit bæði av at verða saman á tann hátt. Fari heldur ikki at gloyma tá hann gav mær mítt tekin, tá hann nýtti tekn til talu. Varð so pávastolt tí nú hevði hann eitt serligt tekin til mín.
Man hugsar ikki so nógv um tað til dagligt, meðan vit hava okkara kæru, men tá vit ikki hava tey longur hjá okkum, hava tey inspirerað okkum meir enn vit hava lagt merki til. Eg hugsi um hvussu gott skil Rói hevði á sínum tingum og lat ikki nakað bíða til í morgin, tað hann kundi gera í dag, gjørdi hann í dag. Var altíð glaður og erligur, og soleiðis hevur Rói inspirerað meg, at ikki lata tingini bíða til morgin og altíð verða tann sami.
Rói hevði tað ikki so lætt altíð, men stríddi seg burturúr trupulleikunum hvørja ferð. So djarvur og reystur.
Rói var og er mítt hjartabarn, fari at sakna hann so innarliga ,og eg kann ella klári ikki at lýsa við orðum, hvussu stórur saknur verður eftir Róa.
Veit bara hann er hjá Guði og kann hava loyvi til at verða akkurát sum hann var. Vóni tað kann ugga okkum so frægt tað kann í sorgini og sakninum.
Eg kann ikki ímynda mær, hvussu tit Hervør, Ove, Ingunn, Brandur og Bjørk hava tað, og hvussu tit stríðast hvønn dag yvir sorgina og saknin yvir Róa, men biði til Guð um at hjálpa tykkum gjøgnum lívið frameftir og vælsigna tykkum víðari.
Hvíl í friði elskaði Rói. Fastur elskar teg, gleði meg til vit síggjast aftur
Fastir tín