Minningarorð um Ruth Berg

f. 7. mai 1958 d. 24. nov. 2008

Góða Ruth. Tómligt kennist tað, nú tú ikki ert ímillum okkum meira. Neyvan vardi tað okkum, at lívsleið tín skuldi gerast so stutt.


Í oktober 2008 fekst tú staðfest krabbamein, fór til Danmarkar at søkja tær heilsubót, men har vóru ongi góð útlit.


Nógv og góð minnir frá barnaárunum í Vági høvdu vit báðar saman. Systkinabørn og vinkonur vóru vit, og spældi javnan saman. Hóast tú var eldri enn eg, so tímdi tú væl at spæla við meg. Eg minnist teg sum eina glaða og stilla gentu, har atburðurin var fyrimyndarligur.


Vit báðar gjørdust mammur í senn, og hetta hevði við sær, at vit sóust regluliga, trillaðu vogn og prátaðu saman. Børn okkara sóust eisini regluliga, ta tíðina tú var í Vági, áðrenn tú flutti til Hvalbiar.


Eisini valdi tú at fara á Heilsuskúla Føroya at nema tær útbúgving, og eg veit hvussu glað tú var fyri hesa avgerð. Tú vísti týðiliga, hvussu gløgg tú var, tí væl gekst tær á skúlanum. Hetta var eisini rætta starvið hjá tær Ruth, tí mong eru vit, ið vistu hvussu avhildin tú var.


Tað gleddi okkum almikið, at tú við familju, saman við mammu tíni og systkjunum valdi at koma í brúðleyp hjá dóttir míni í august 2008, hóast mamma tín fylti 85 ár júst hendan dagin. Onki hugsaðu vit um, at hetta skuldi verða seinastu ferð vit vóru í veitslu saman.


Vit hava júst nú havt aðalfund hjá Heilsuhjálparafelag Føroya, har tað kendist tómligt nú tú ikki var við, sum tú plagdi.


Serliga glað eri eg fyri, at eg og maðurin fingu høvi at vitja teg á Ríkissjúkrahúsinum. Hóast tað var svárt at skula siga tær farvæl, tí tú visti hvønn veg tað bar, so eri eg í dag takksom fyri, at eg fekk hendan møguleikan.


At enda vil eg eisini minnast Elly-fastur, sum doyði í februar 2009. Fegin vil eg takka fyri góðar og hugnaligar løtur, ið eg havi havt inni hjá tykkum. Ivaleyst kendist tað tungt at missa dóttrina Ruth á so ungum aldri.


Mínir tankar leita til tykkum, ið eftir sita, Bjarka, Sóleyð, Heidi, Bjarta og eisini til tín Frederik. Vónandi finna tit troyst í hesi sváru tíð.


Vit hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minni um Ruth Berg og Elly Joensen.


Sunnrid