nærmasti granni hjá AB á Argjum, og er til allar dystirnar hjá felagnum, vil onkur onkur vera við, at hann er blivin AB-ari. Føðingardagin heldur Thordur saman við konuni umborð á Norrønu. Hann er vanliga [...] pakkhúsinum hjá Skipafelagnun Føroyar. Hann koyrdi eisini vørubil hjá lastbilafyritøkuni Jón Hansen og var á goymsluni hjá Frants Restorff, til hann fór í handilslæru hjá Idé Møblum, har hann varð liðugur við
síðan stovnanina í 1957. Aftan á pallborðsorðaskiftið fer Tóra Tóroddsdóttir fer at lesa brot úr stóru skaldsøguni ?Undir egið borð? eftir Halldór Laxness, sum júst er komin út á føroyskum. Tóra Tóroddsdóttir [...] Rithøvundafelag Føroya og leikluturin hjá rithøvundum í almenna orðaskiftinum eru evni á stórum tiltaki, sum verður í auluni í Kommunuskúlanum leygardagin kl. 16 Umframt at viðgera hesi evni við upplestri
Meiniheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 verður Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19 verður møti, talarar Asger Jensen, fyrrverandi Luttersk Missjón á Bornholm og Sylverius Jacobsen. Streingjakórið á Glyvrum [...] Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14-18. Øll eldri eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Vági Hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll vælkomin. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria [...] Hanus á Gørðum Miðvágur: kl. 11 David Johannesen Eiði: kl. 11 messa (morgunmatur í Karmel kl. 9.30) Emil Olsen Fríðrikskirkjan: kl. 11 Martin R. Jacobsen Kvívík: kl. 12 altarg., skriftamál kl. 11.50, Theodor
Fríða er løgfrøðingur og starvast á Advokatskrivstovuni í Fr. Petersensgøtu. Har hevur hon arbeitt, síðani hon varð liðug at lesa í 1982. Fríða er ættað úr Kirkjubø, har forfedrar hennara í fleiri lið [...] lyndið hevur Fríða arvað frá teimum. Tá Fríða ikki er til arbeiðis, syngur hon í kórinum Sólarmagn á Velbastað. Familjan brúkar eisini nógva tíð í húsunum í Sørvági. Fríða hevur fleiri álitisstørv og millum
sonur Sigrid og Dánjal Poulsen, og er hann næstelstur av 4 systkjum. John tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1977, og var á bíbliuskúla í Onglandi frá 1977 - 1979. Frá 1979 til 1987 arbeiddi hann sum lærari
fram Semmelweiss, sum tann, ið vísti á týdningin av reinføri á sjúkrahúsum til tess at halda nøgdina av mikrobum á so lágum stigi sum møguligt. Guttormur leggur dent á, at nú vit hava fingið multiresistentar [...] munn og nøs. Á skurðstovunum verður luftin sílað gjøgnum bakteriufiltur, og lufttrýstið á stovunum liggur oman fyri tað í umhvørvinum, so bakteriudálkað luft sleppur ikki inn á skurðstovuna. Á skurðstovum [...] eftir bakterium, hevði funnið fleiri á wc-brettunum enn á knappaborðunum. Hartil kemur, at knappaborðið er meiri áhugavert í okkara tíð. Fyrr leitaðu vit eftir bakterium á durahandtøkum, kúlupennum, stetoskopum
skuldseting. Tikin fram til umrøðu á síðu 299 í nýggju KÍ-bókini er hin tiltikni tilburðurin í hinum avgerandi dystinum millum KÍ og HB um føroyameistaraheitið 1971. KÍ var á odda 1-0 og hevði um miðjan fyrra [...] kjak, tí kanska bar hon í sær, at KÍ vann ikki sætta FM-heitið á rað í meistaradeildini. Tá ið eg saman við upptøkumanninum Høgna Jacobsen á sumri 2011 fór undir at gera eina sjónvarpssending um KÍ-liðið [...] ingini á 26:11). ÚF-frásøgn:...fintar Egga øgiliga væl og fer so inn fyri miðjuni...avleverar til John Sigurð í høgru síðu...John Sigurð fer inn í brotsteigin... (viðm: John Sigurð hevur kós á brotsteigin
einum horni. Hon snaraði sær á og so var leyst. Dansistovan fór í heilum líki út á Sundið, har hon fór sundur og og datt niður á sjógv. Ein takpláta endaði á Skálaskarði á Selatrað og lá leingi har. Møtini [...] 1917. Giftist við Zakarias Zachariassen úr Hesti. Arbeiddi nógv ár á telefonverkinum. Solgerð f. 1918. Arbeiddi nógv ár á røktardeildini á landssjúkrahúsinum. Johannes f. 1920. Giftist við Sofíu Hansen [...] verið fiskimaður í yngri árum. Men nú hevði hann nøkur ár arbeitt á hvalastøðini á Gjánoyri. Mamma Edvard var Johanna. Hon var fødd í 1881 og var eitt ár yngri enn Jóan Petur. Hann var ættaður úr Svínáum og
Keflavík sama dag sum landsliðið spældi har. Okkum gekst væl á einasta grasvøllinum, vit spældu á. Minnist enn yvirskrivtina á baksíðuni á Morgunblaðnum: “Teir vaksnu taptu, men dreingirnir vunnu”. Sigurin [...] vóru beinleiðis mótstøðumenn á vøllinum. Javnleikir, sigrar og tap Á vøllinum hjá Víkingi fingu vit ikki meir enn javnleik 1-1 móti vertunum, sum vit høvdu vunnið stórt á í Havn. Nakrar dagar seinni gekk [...] at fáa á hvørjum horni, og dansistøðini í Reykjavík vóru meiri framkomin enn okkara, bæði Tórs Café og Glaumbær. Á bygd vóru tey meiri eyðmjúk eins og okkara. Sangurin Midnight in Moscow rungaði á íslendskum
ógvuliga tollynt og gekk á møti og kirkju uttan mun til samkomu. Hon átti fýra synir og Jóannes var tann elsti av teimum. --------- Røðan hjá Óla Jacobsen Henda tíðin fyri 50 árum síðan var ein skakandi [...] knappliga ikki vóru longur, og tað í eini tíð, har roknað varð við, at trygdin á sjónum var ein heilt onnur, enn hon var bert fá ár frammanundan, tá slíkar vanlukkur javnan hendu. Men við Stella Argus fingu [...] livað undanfarnu 100 árini. 1200 mans farnir á sjónum Hetta kann váttast við ógvusligum tølum. Frá 1870 og fram til 2. veraldarbardaga fórust um 1.000 mans á sjónum. Ringast var í 1920, tá ið havið tók