Í seinastu Miðviku varð greitt frá hesi vanlukku, og tosað varð við nøkur av teimum avvarðandi. Í samband við minningarhaldið hittu vit fleiri av teimum avvarðandi og kunnu hava okkurt at leggja afturat.
Tað er eitt kent fyribrigdi, at fólk vóru sanndroymd ella at tey fingu okkurt “varsil”, sum tey hava kunnað sett í samband við vanlukkuna. Tað eru eisini fleiri frásagnir í samband við Stella Argus um, at tað er meira millum himmal og jørð, enn vit skilja.
Í umrøddu Miðviku var eitt dømi um hetta, har Fritiof Petersen úr Kollafirði droymdi seg at vera umborð á Stella Argus, júst tá ið vanlukkan hendi.
Katrina visti, at sonurin var sjólátin
Ein onnur frásøgn er henda:
Ein av teimum sum fórust var tann 22 ára gamli Jóannes Rasmussen úr Miðvági. Mamma hansara, Katrina, hevði eitt heilt serligt upplivilsi júst tann 27.oktober 1957, tá ið tað seinasta frættist frá Stella Argus, at teir vóru farnir at sigla inn.
Forsøgan er tann, at inni hjá teimum búði Jóhanna í Kálvalíð, sum var gumma Jóannes.
Hendan dagin er Katrina farin at vitja systir sína. Á veg heim aftur til húsa gongur hon framvið tí gamla skúlanum, har tað eisini var lærarahús. Niðan til húsið var eitt portur. Sum hon í skýmingini kemur heim eftir, heldur hon seg síggja Jóhonnu koma ímóti sær. Men tá ið tær nærkast, snarar Jóhanna og fer niðan gjøgnum portrið. Hon letur tað so harðliga aftur, at mamman hoyrir tað smella. Hon skilir einki av hesum, men fer leiðina fram til hús. Tað er ein góð løta at ganga heim. Tá ið hon kemur inn, situr Jóhanna har. “Situr tú her?”, sigur mamman, “eg sá teg beint fara inn gjøgnum portrið til lærarahúsini.” Nei, hon hevði ikki verið uttandura.
Beint tá kemur eitt so ræðuligt heglingsæl við stormi av útnyrðingi norði. Eingin minnist eitt slíkt æl. Hetta æl var so ringt, at fólk eisini í Kvívík minnast tað.
Týsmorgunin er tað, at Stella Argus er saknaður, og tá ivast Katrina ikki í, at hetta, sum hon upplivdi sunnudagin, var eitt varsil um tað, sum var hent. Hon var vís í, at sonurin er deyður í teirri løtuni, hon hoyrdi portrið smella. Hetta kann eisini passa við tær tíðarfestingar, sum annars eru tøkar. Hon ivaðist heldur ikki í, at tað ælið, sum løtu seinni merkist í bygdini, var tað sama, sum hevði beint fyri Stella Argus.
Hon hevði onga tiltrúgv til nakra leiting. Hon var púra rólig og segði alla tíðina, at her skuldu ikki roknast við nøkrum.
Katrina var annars sera andalig og hevur hvílt í trúnni. Hon var ógvuliga tollynt og gekk á møti og kirkju uttan mun til samkomu. Hon átti fýra synir og Jóannes var tann elsti av teimum.
---------
Røðan hjá Óla Jacobsen
Henda tíðin fyri 50 árum síðan var ein skakandi tíð, eisini hjá okkum, sum ikki vóru beinleiðis partur av sorgarleikinum, og sum minnast so langt aftur.
Tað var jú ringt at skilja, at yvir 20 mans knappliga ikki vóru longur, og tað í eini tíð, har roknað varð við, at trygdin á sjónum var ein heilt onnur, enn hon var bert fá ár frammanundan, tá slíkar vanlukkur javnan hendu.
Men við Stella Argus fingu vit enn einaferð váttað tær umstøður, sum okkara fólk hevur livað undanfarnu 100 árini.
1200 mans farnir á sjónum
Hetta kann váttast við ógvusligum tølum. Frá 1870 og fram til 2. veraldarbardaga fórust um 1.000 mans á sjónum. Ringast var í 1920, tá ið havið tók 62 menn. Undir krígnum mistu vit afturat hesum um 200 mans. Tískil kemur talið uppá 1.200.
Størsta vanlukkan eftir kríggið var Stella Argus. Tað hevur vist bert verið ein størri einstøk skipsvanlukka yvirhøvur, og tað var tá ið Neptun fórst í 1934 við 23 monnum. Samstundis fórst Nólsoy við 20 monnum, og nógvir mans við hesum skipum vóru úr Norðstreymoy.
Tað at missa á sjónum er ein partur av samleikanum hjá føroyingum. Hvussu djúpt hetta stingur fekk eg váttan fyri í 1999, tá ið nevndin í FF vitjaði í Íslandi. Tá var ein partur av skránni at leggja kransar á gravirnar í gamla kirkjugarði í Reykjavík hjá teimum, sum doyðu við Onnu í 1924 og við Acorn í 1928. Tá ið tað frættist um hetta tiltak fyltist flogfarið við avvarðandi, og kransaleggingin gjørdist eitt rættiligt minningarhald. Her vóru fólk við, sum 75 ár frammanundan høvdu sagt pápanum farvæl, og sum tey ikki frættu aftur frá. Tey høvdu øll hesi árini saknað tað ikki at hava tikið rættiligt avskeð við síni næstu, men hetta kundu tey gera nú og fáa frið í sinnið.
Her skal eg nevna eitt bræv, sum eg goymi sum reyðagull. Tað er frá teirri tá 91 ára gomlu Petreu, sum var systir Joakim Hansen, kokkin á Stella Argus. Eg hevði í 2005 eina frásøgn frá henni í FF-blaðnum, har hon greiddi frá teimum av hennara nærmastu, sum hon hevði mist, og var Kim ein teirra. Hon skrivar millum annað:
“Túsund takk fyri, at tú tók hesi upplivilsi í blaðið. Tað er eisini ein lætti fyri meg, at eg kann tosa um hetta uttan at vera ov rørd.”
Hon hevur havt tað á nakað sama hátt.
Alt hetta vísti, at hetta vóru viðurskifti og virði, sum taldi nógv hjá okkara fólki. Eg meti tað í dag at vera ikki tann minst týdningarmikli parturin av mínum virki at hava medvirkað til nevna sálarfrið.
Eg havi síðan roynt at niðurskriva lagnusøguna hjá fiskimonnum. Seinast var hetta gjørt við umrøddu greinini um Stella Argus. Hetta er eitt so fangandi evni, at tað gerst ein partur av eins egna samleika.
Eitt endamál við hesi skriving er eisini at fáa víst tí unga ættarliðnum, at teirra vælferð er ikki nøkur sjálvfylgja, og at forfedrarnir hava goldið dýrt fyri hetta.
Tað var tí hugaligt, tá ið ein starvsfelagi fortaldi mær, at hansara 20 ára gamli sonur av sínum eintingum hevði lisið hesa frásøgnina um Stella Argu.
Møttu síðstu stund við sálarstyrki
Í flestu førum, tá ið skip eru gingin burtur, eru tey horvin uttan at nakar hevur vitað nakað. Tað má tí eisini hava verið sárt hjá teimum avvarðandi at hugsa um, hvussu teirra menn hava upplivað sína síðstu stund. Men tær ábendingar, sum vit hava, vísa, at í eini slíkari støðu hava menn rættuliga víst eina óskiljandi sálarstyrki.
Eg hevði í vár eina frásøgn um vanlukkuna við Acorn í 1928, har sjey mans brendu so illa, at teir doyðu.
Ein av teimum var tann 16 ára gamli Napoleon. Við var eisini pápi hansara Fríðrik Klein.
Í ættini finst brævaskifti, sum var millum Fríðrik og konuna Apoloniu eftir vanlukkuna.
Her skal verða endurgivin frásøgnin hjá Fríðrik um síðstu løtuna hjá Pola, soleiðis sum hann greiðir konuni frá:
”Vores kjære Søn hensov klokken 2 om Dagen, (sum vanlukkan hendi um morgunin). Jeg var hos ham til det sidste Aandedrag, og han sagde til mig: ”Gode Fader. Græd ikke, jeg slipper til Gud. Trøst Moder, Gud trøste hende”, bad han, og han bad sit Fadervor med klar Forstand. Gode Kone, nu har han det godt, det er ikke at tænke noget andet. Gud lade os alle samles med ham i de dejlige Boliger hist oppe i de lyse Sale hos Gud i Himmelen.”
Tann 3. apríl skrivar Apolonia aftur til Fríðrik, har hon m.a. sigur:
Vit fingu í dag brøvini frá tykkum, sum vit takka hjartaliga fyri, og vit kunnu ikki Gudi fulltakka, at tit eru so dánt mentir at siga okkum frá teimum syrgiligu tilburðum, ið tykkum hava hent.
…..
Men okkara vælsignaði Poli. Hann gloyma vit ikki, og hjartað má svíða, tá vit hugsa um tann stóra missin, vit mistu við honum. Hann sum var uggari okkara og vónin, men minnini hava vit eftir hann, og Gud skal hava takk og lov fyri, at hann unti okkum at eiga ein so vælsignaðan son.
Vit eru fegin, mín góði maður, at Harrin unti tær at vera hjá honum í deyðastundini og nú kanst fortelja okkum um tey síðstu orðini, ið komu um hansara vælsignaðu varrar. Likam hansara var sjúkt, men ondin var frísk, tað vitna tey orð og tann heilsan, hann var mentur at senda okkum heim. Hóast hansara sváru likamsneyð var hann mentur at siga eitt troystandi orð til syrgjandi faðir og móður sína, og ta kraft fekk hann omanifrá, frá Gudi í himli, honum sum hann nú er komin til.
Tosa sum minst
Eitt sum hevur verið eitt eyðkenni fyri slíkar hendingar hevur verið, at tað var tosað sum minst um tær. Fólk máttu liggja inni við teirra kenslum, meðan tað í dag verður lagdur dentur á, at tosast skal mest møguligt um sorgina. Tess meira, ið verður tosað, tess skjótari lættir.
Hetta havi eg eisini roynt í samband við Acorn vanlukkuna. Fyri fyrstu ferð er skrivað um, hvussu fólkið heima merktu hetta, nú nærum 80 ár eru liðin. Tað vísti seg, at ættin hjá teimum, sum komu ringast fyri, hava verið mest fegin um, at hetta er komið á prent, so tey nú betri kunnu tosa um hesar hendingar.
Hetta merkist eisini í samband við Stella Argus vanlukkuna. Hóast hesa hálva øld, sum er liðin, eru framvegis fleiri av teimum avvarðandi, sum hava ilt við at tosa um tað sum hendi.
Tað sker eisini í hjarta at hoyra tey avvarðandi av Stella Argus greiða frá. Tey gleða seg til at fáa mann, pápa, son, brøður ella drong heim dagin eftir, at Stellan er farin at sigla. Men so hoyra tey í útvarpinum, at skipið er saknað. Síðan ganga nakrir dagar við óvissu og minkandi vón, og sjálvt eftir, at vónin alment er sløkt, bar ikki til at trúgva hesum ræðuliga sannleika.
Hoyrdi og skrivaði um Elsu, gentu skiparan á Kristinu, sum hvarv í 1920. Tey skuldu giftast, tá ið hann kom heim, og hon seymaði brúðarútstýr. Men sjálvt eftir, at vónin alment var uppgivin, helt hon áfram at seyma. Hetta kundi jú ikki bera til, at hann sum hon skuldi liva lívið saman við, ikki kom heim aftur!
Tað ber ikki til at seta seg inn í støðuna, sum hesi fólk hava verið í. Men eg vil siga, at tað hevur verið gevandi at kunna tosa við tey um, hvussu hetta hevur verið upplivað.
Tað er neyvan alt skrivað enn. Eg havi verið uppringdur av fólki, sum hava givið okkurt íkast afturat. Millum annað, at eftir at leitingin alment var steðgað fóru danska sjóverjuskipið Thetis og Kallsevni, sum var kompanískip hjá Stella Argus, út aftur at leita at vita um einki mundi finnast kortini. Tað einasta sum fanst, sum kundi verið av Stella Argus, vóru nakrar tómar tunnur.
Ein slík hending sum henda sameindi fólkið. Skip fóru uttan drál út at leita. Tann tá nýggi Skálaberg var á veg heim av túri, men fór við allari manningini at leita uttan at fara inn.
Reiðarin Aksel Hansen eigur eisini at fáa viðurkenning fyri, at teir hava reist hendan minnisvarðan í dag. Hetta hevur eisini verið tungt hjá teimum. Tað kann verða nevnt, at teir alla mína tíð vóru við til 1. november haldið á Sjómansheiminum.
Vit vilja minnast hesar 22 menninar fyri tað sum teir gjørdu fyri føðilandið og fyri okkum øll.
--------
Og dansurin gongur
Í 1958 skrivaði skaldið Tummas Napoleon Djurhuus hesa yrking, sum var vígd minninum um teir. sum fórust við Stella Argus.
Stormdunið inn yvir bygdirnar stendur
– burtur er sóltíð og gaman –
í briminum uttast við úthavsins strendur
taka sjólætnir hendurnar saman.
Stíga ein dans við so havtungum stevi,
aldar í ringinum víða
av teimum, ið reistir av vátari legu
ein dans í brotunum stíga.
Og inn yvir mannabústaðir stendur
í brotum eitt havborið kvæði
– andlit læsast í ótta, og hendur
faldast í síðsvørtum klæði.
Oyruni nema ein farra av sálmum
– bátar og segl fóru undir –
ívovið ljóði frá svíkjandi málmum,
tá jarnsnekkjan liðar seg sundur.
Og dansurin gongur, oyrað nemur
– nema í hvørjari smáttu –
í kvæðinum, inn yvir bygdirnar kemur
málið á einum, tey áttu
Og kvæðið gongur – stevtungar fjøldir
halda hvør aðra í hendur –
kvæðið frá teimum, sum gjøgnum øldir
baldust við úthavsins strendur.
Og einaferð fara vit eisini sjálvi
– tá leiðin at enda er gingin –
við úthavsins strendur – í broti og gjálvi –
fara vit sjálv upp í ringin.
T. N. Djurhuus 1958