6. partur
Í hesi grein fer at verða gjørd ein roynd at lýsa søguna hjá teimum. Vit hava prátað við synir Óla Jákups, Símun og Óla Jákup, sum varð føddur aftaná at pápin doyði. Sámal Jákup fekk eisini ein son, eftir at hann var deyður, og hann varð eisini uppkallaður eftir pápanum. Aðrar keldur eru Johannes Andreas Næs, Freydis Poulsen, Ólavur Clementsen, Bjarni Hansen og Johanna Zachariassen.
Fýra brøður fingu váta grøv
Foreldrini hjá teimum báðum vóru Niels f. 1855, ættaður av Válunum, og Sofía Maria Ole-Jacobsen f. 1859, sum var úr Sárhúsi í Miðvági. Niels doyði um 1910. Sofía gjørdist sjúk, meðan børnini vóru smá og doyði í 1917. Umframt Óla Jákup og Sámal Jákup áttu tey Martin, Olivur, Honnu og Johannes.
Fýra av brøðrunum fingu váta grøv. Jóhannes fórst við postbátinum um Vestmannasund í 1920. Tá varð siglt við opnum báti við páhangsmotori um sundið. Hendan dagin vildi so illa til, at báturin kollsilgdi, og tey fýra fólkini umborð druknaðu. Umframt Jóannes vóru tey Hans David Niclassen, Alfred Olsen og Sofía Nattestad. Ein sonur Jóhannes var Oskar, sum í 1957 gekk burtur við Stella Argus.
Martin var ferðamaður við Verdandi, sum fórst á veg úr Íslandi til Føroyar í 1944. Hann hevði arbeitt í Íslandi. Sonur hansara Samson skuldi eisini havt verið við, men hann var ov seinur. Ein annar ferðamaður var Oliver Mikkelsen úr Syðrugøtu. Hann var ov seinur til eitt annað skip, hann ætlaði sær heim við, men var so “heppin” at sleppa við Verdandi. Hann fekk plássið hjá Samson. So tilvildarligar kunnu lagnurnar vera.
Óla Jákup
Óla Jákup var føddur í 1886. Vegna sjúkuna hjá mammuni fóru børnini ymsastaðni at vera. Óla Jákup fór til Miðvágs og vaks upp hjá ommuni. Abbin var gingin burtur í góðum árum.
Um 1903 fór Óla Jákup til Hósvikar til mammubeiggja sín Jóannes Ole-Jacobsen. Hann var ógiftur og var fluttur til Hósvíkar saman við systir síni Rakul. Tey handlaðu í Hósvík.
Óla Jákup fór ungur til Havnar at læra til skómakara hjá Christian Holm Jacobsen.
Óla Jákup giftist í 1917 við ta 12 ára yngri Súsannu Djurhuus úr Kollafirði.
Súsanna hevði verið á háskúla. Her vóru fleiri gløggir næmingar. Hon plagdi at taka til Sunnevu f. Heinesen, ættað úr Norðragøtu, sum serdeilis skilagóða. Sunneva gjørdist mamma Elsu Jacobsen, hvørs søgu úr Etiopia vit hava havt í Miðvikuni.
Tey giftust inn til Jóannes og Rakul, undir Vørðuni, í Hósvík. Umleið 1924 fóru húsini illa av vindi. Tey sluppu tá fyribils at búgva í húsunum hjá Hans David Hansen.
Tey bæði fingu børnini:
Niels, f. 1918. Hann flutti niður, har hann fór á sjómansskúla. Hann fekk tuberklar men kom fyri seg aftur. Seinni gjørdist hann skipsinspektørur og búsettist í Keypmannahavn. Hann arbeiddi stundum í Føroyum sum avloysari. Konan, sum var donsk, æt Mary.
Kristian, f. 1920. Hann fekk eisini tuberklar men vann á sjúkuni. Hann gekk burtur sjálvur annar í 1941 við báti, sum var farin við grind úr Funningsfirði til Oyrarbakka. Av bátinum fanst bert okkurt sprek og spik, sum rak inn á Tjørnuvík.
Símun f. 1922. Hann fekk ungur tuberklasmittuna, og seinni settu tuberklar seg í breiðageiðslan. Hann mátti liggja tvey ár slættur á hospitalinum fyri at koma fyri seg aftur. Ein næmingur tá var forrestin Elsa Jacobsen. Hon minnist væl Símun, og hvussu hart hetta var at liggja á hendan hátt. Hon minnist eisini gentuna Eriku, sum trúliga vitjaði hann.
Tey búsettust í Hósvík, men flutti seinni til Haraldssund, haðani Erika var ættað.
Ansgar f. 1923. Hann fekk menigitis sum smádrongur og fekk brek, sum darvaði hann alt lívið.
Johannes f. 1926. Giftist við Louisu f. Andreassen av Oyrabakka.
Johan f. 1928. Hann fór út at sigla, men kom aftur og gjørdist kendur frá Sundaferguni. Giftist við Mary Hansen av Oyrabakka.
Kristian Vilhelm, f. 1930. Giftist við Helgu av Norðskála. Hann var - sum vanligt við sjeynda dronginum á rað - upkallaður eftir kongi. Hann doyði ungur.
Anna Sofía f. 1932. Giftist við Verner Dam frá Norðskála.
Óli Jákup, f. 1934. Er giftur við Etly Mikalu Jacobsen av Slættanesi. Hevur verið lærari í Fuglafirði.
Heimamissión og sunnudagsskúli
Fleiri hósvíkingar við Nólsoynni vóru virknir innan Heimamissiónina og kristiligu fráhaldsrørsluna Blá Kross.
Í Hósvík fóru kirkjufólk undir at halda sunnudagsskúla í 1922-23. Tað var Óla Jákup Jacobsen, sum fyrstur tók hetta arbeiðið upp í bygdini. Reiðuliga skjótt fekk hann eina unga gentu at hjálpa sær. Hon var Gudid Danberg, sum seinni varð gift til Havnar við smiðinum Hans Hansen. Hon misti eisini ein beiggja, Alif, við Nólsoy. Gudid uppkallaði eisini ein son eftir beiggjanum.
Óla Jákup fekk Hans David Hansen við sær at halda sunnudagsskúla, tí hann hevði so gott mál at syngja við. Við hesum monnum kom kristilig veking í bygdina.
Sunnudagsskúlin varð hildin í skúlanum. Í fyrstuni var danska kirkjusálmabókin nýtt, seinni var hon avloyst av sangbókini hjá Indre Mission, inntil føroyska sunnudagsskúlasasongbókin varð tikin í nýtslu í 1959.
Sunnudagsskúlin var hildin við sangi, bíbliulestri og útlegging av tekstinum og eina søgu. Endað varð altíð við bøn og Faðir Vár.
Óla Jákup var longu í ungdómsárunum ein gudgivin unglingi, sum kom hagar Guds orð varð framborðið. Hann kom eisini nógv saman við vinum, sum vóru í somu støðu sum hann.
Johannes Andreas Næs hevur hoyrt gomul fólk siga frá, at tey minnast væl bæði Óla Jákup og bróðurin Sámal Jákup bera Guds orð fram á møtum saman við vini sínum Hans David Hansen.
Teir hava millum annað hildið møti í Rituvík, og tann 85 ára gamla Katrina Viderø, ættað úr Hvalvík, minnist væl hesar menn koma norður hagar at halda møtir.
Óla Jákup hevði eisini í síni tíð í Havn fingið góðar vinir, sum eisini bygdu sítt lív á eitt kristiligt støði. Hetta vinarlag hevði týdning og helt eisini alt lívið.
Hetta sást skilliga á brævaskifti, hann hevur havt við vinir sínar, til dømis V. M. Nattestad í Miðvági og Poul Titus Samuelsen, ættaður úr Kirkjubø, sum seinni var lærari í Kollafirði.
Óla Jákup var ein av teimum stillu miðvísu Guds vinum og boðberum, sum sáðaði í stillum, so at Gud kundi geva vøkstur.
Gudsóttin merktist eisini heima hjá teimum. Tað var fast hvønn morgun at lesa lestur. Síðan varð biðið, og tá skuldu tey øll niður á knæ. Tey sluppu heldur ikki alt, sum til dømis at spæla kort!
Dansistovan fór
í luftina
Um Hans David Hansen kann sigast, at hann hevur verið radikalt umvendur.
Hann hevði eitt sera gott mál, og hann dugdi eisini væl at kvøða. Tí var hann eisini ein av teimum, sum tók stig til at fáa dansistovu í Hósvík.
Hesum hevði hann fortreð av, tá ið hann varð umvendur. Sum nógv trúgvandi tá metti hann dans at vera av tí illa, sum eisini kundi føra til rúsdrekkanýtslu.
Tað verður fortalt, at hann á einum møti skuldi biðja Gud um at taka dansistovuna burtur, tó uttan at hetta skuldi skaða nakran.
Í somu viku hvarv dansistovan í einum illveðri. Bjarni Hansen greiðir frá, at systir hansara Petrea sá hendingina. Dansistovan líka sum lyfti seg upp frá. Hon hekk eina løtu føst í einum horni. Hon snaraði sær á og so var leyst. Dansistovan fór í heilum líki út á Sundið, har hon fór sundur og og datt niður á sjógv. Ein takpláta endaði á Skálaskarði á Selatrað og lá leingi har.
Møtini vóru hildin í skúlanum og missiónsvikur í kirkjuni. Hans David var nógv í Íslandi, og var her komin í samband við Frelsunarherin.
Á møtum plagdi hann at syngja solo sangir, hann hevði lært í Íslandi. Ein sum fleiri minnast var “Indenfor eller udenfor – hvor skal du stå engang?” Hetta minnist Katrina Viderø eisini.
Bjarni minnist eisini, tá ið Hans David plagdi at vera til útróður við maskinbáti. Vanliga verður hildið, at sálmasongur á útróðri helt uppat, tá maskinbátarnir komu. Men Hans David og hansara manning plagdi í hvussu er at syngja, tá ið teir komu at landi. Bjarni minnist enn hendan sang saman við dunkinum av maskinuni.
Ætlanir høvdu verið at byggja missiónshús í Hósvík, men hetta gjørdist av ongum, nú oddamenninir fórust.
Men aftaná gjørdist ein rættulig veking í bygdini. Tað stóð nógv á fólki, sum rímiligt er. Bjarni sigur, at eina ferð var ein genta, sum reisti seg upp á einum møti at vitna. Tað stóð so nógv á henni, at hon fekk ikki orðið upp. Hetta endaði við, at nakrir ungur dreingir sótu í sjóðheitum gráti. So nógv stóð eisini á teimum.
Flytir norð á Oyrabakka
Óla Jákup vildi royna seg við virksemi á landi. Hann fór at arbeiða sum skómakari. Her kundi stundum vera nógv at gera. Hetta var áðrenn gummistivlarnir rættuliga vóru komnir í brúk. Tá brúktu menn leðurstivlar, eisini umborð á skipi. Ein stórur kundi hjá honum vóru norðmenn, sum arbeiddu á hvalastøðini við Áir.
Óla Jákup hevði eisini ein motorbát, sum varð brúktur til ymisk endamál. Hann sigldi millum annað við fólki, sum tað kundi vera nógv brúk fyri, áðrenn vegur kom. Men plássið var lítið, tað sluppu bert seks fólk niður í lugarið.
Tað kundi vera nógv annað at føra, so sum tvøst frá hvalastøðunum og sandur til húsabygging.
Í 1927 fær Óla Jákup eitt stórt traðarstykki norðuri á Oyrarbakka. Tað var 14.000 fermetur. Hetta gevur so nýggjar møguleikar, men tað skuldi arbeiðast hart. Fulla nyttan kom ikki, fyrr enn stykkið var velt. Fyrst skuldi tað tó hegnast inni.
Tá kundi sum fráleið fáast hoyggj til eina kúgv. Men byrjað varð í smáum. Í fyrsta umfari vóru tey seks húski um eina kúgv, sum tey skiftust at fóðrað. Men so hvørt jørðin var dyrkað, so gras fekst av henni, fekst eisini hoyggj til meira enn ta einu kúnna.
Men tað var gott torv á trøðni. Hetta hevði eisini tann fyrimun, at torvið var høgligt. Men seinni máttu tey skera torvið aðrastaðni, og tá kundi vera tveir tímar at ganga
Tá vóru tá eini 10 hús á Oyrabakka, sum flest øll lógu á hvør síni trøð. Tí var tað nakað langt til næstu grannar.
Fór burtur
lagnuárið 1934
Men veturin 1933-34 hevði verið soltin til inntøku. So Óla Jákup ger av at fara til skips í 1934. Hann fer sum rímiligt er við vinmannninum Hans David við Nólsoy, har beiggin Sámal Jákup eisini er við.
Teir fara fyrst ein túr tíðliga á vári. Óla Jákup er bert heima í Hósvík í tveir dagar, so fara teir avstað aftur 25. apríl 1934.
Men einki skip kom aftur, og ein dag mátti bara staðfestast, at Nólsoyggin var burturgingin. Freydis Poulsen greiðir frá, at abbi hennara, Hans Poulsen í Svínáum, var í "forstandarskapinum" tá og hevði eisini telefonstøðina. Tí fall tað honum í lut at fara út á Oyrarbakka at bera Súsonnu hesi tungu boðini. Hann mintist tað sum eina ta tyngstu uppgávu, hann nakrantíð hevði fingið. Hann segði seg ikki orka at fara inn einsamallur, men bað eina konu á Oyrarbakka koma við sær.
Tey máttu so klára seg sum onnur í somu støðu. Tryggingin var tá hampilig, men tað valdaðist eisini, hvussu fólk vóru fyri við láni og tílíkum. Tað varð latin ein upphædd til einkjuna og afturat tí ein upphædd til børnini. Men upphæddin til børnini kundi ikki rørast fyrr enn barnið var 18 ár. Rentuna kundi mamman tó taka út.
Súsanna fekk eisini aðra hjálp. Á hvalastøðini við Áir høvdu teir einaferð lovað olmussu. Súsanna skuldu fáa tvey mál av tvøsti, um 200 kg, um teir fingu eitt ávíst tal av hvali fyri árið. Tað fingu teir eisini, og Súsanna fekk olmussuna!
Tað var tungt hjá mammuni at hava øll børnini inni, ikki minst tí hon var við barn nú, hon fekk hesi ringu tíðindini.
Johan fór til Hósvíkar at vera hjá einum hjúnum, Petrina og Andrass í Toftum, sum vóru barnleys. Hann hevði tað gott, men honum longdist sera illa norður aftur til mammu og systkin.
Tað hendi seg meira enn so, at hann rann norður til Sundhøvda, haðani hann so rópti eftir beiggjunum at koma yvir um sundið við báti eftir sær.
Tey búðu niðri á bakkanum. Pápin hevði havt ætlanir um at hava húsini so niðarlaga, at hann kundi hava neyst í kjallaranum. So tað var spælt nógv niðri í fjøruni, og mamman fekk manga nátt at ganga við at vaska karmar.
Dreingirnir tóku
um endan
Annars vóru tað dreingirnir í húsinum, sum komu at taka um endan við mannfólkaarbeiði. Men Niels fór skjótt av landinum, og næsti drongurin Kristian doyði 21 ára gamal. Tá var tað Símun, sum kom at taka við. Hann fær tað ummæli frá sínum, at hann var eitt rættuligt álit hjá mammuni og systkjunum.
Í Sundalagnum var nógvur matur. Her var millum annað nógvur seiður. Eisini fingu tey øður. Hetta er fínur matur í dag, men var ikki tá roknað sum nakað serligt. Hetta var jú agn!
Fólk vóru sera hálpsom. Hetta var ikki minst galdandi fyri brøðurnar Jógvan og Poul á Oyri og handilin hjá teimum. Tað stóð ikki á hjá teimum hjá Óla Jákup at skriva vørur hjá teimum. Tá tað so var arbeitt eitt ella annað, so var hetta góðskrivað kontoini. Hetta var ein lagaligheit, sum kom mongum væl við.
Tað kom eisini hjálp aðra staðni frá. Súsanna hevði verið á háskúla saman við Petru, sum var gift við Sámal P. Petersen, jun., reiðara og keypmanni í Fuglafirði, vanliga kallaður Piddi. Tær vóru báðar úr Kollafirði og vóru eisini skyldkonur. Til jóla kom hvørt ár ein stórur jólapakki frá Petru. Hetta minnist Óla Jákup væl á enn, og hetta kom eisini serliga fram fyri hann, tá ið hann sum lærari í Fuglafirði hevði ommubørn hjá Petru sum næmingar.
Her skal eisini vera nevnt, at systir Elsu Jacobsen, Lea, var gift við Bernhard Juul úr Søldafirði. Hann plagdi sum drongur at vera hjá eini mostur á Oyrabakka. Tá plagdi hann at vera inni á gólvinum hjá Súsannu, og hann plagdi at taka til, hvussu væl, hann var móttikin inni hjá teimum. Her var annars altíð nógv av ungdómi inni.
Sámal Jákup
Sámal Jákup var føddur í 1893. Hann giftist við Súsannu, vanliga kallað Sanna, f. Djurhuus úr Hósvík. Hann varð fiskimaður og sigldi um motorpassari.
Tey búsettust, eins og Óla Jákup, Undir Vørðuni í Hósvík. Sámal Jákup hjálpti eisini beiggjanum sum skómakari.
Sámal Jákup var ógvuliga fittur í hondunum, hann smíðaði og skar í træ. Hann gjørdi eisini klokkur og ur í stand fyri fólk. Eisini seymaði hann klæðir til børnini, so sum frakkar og annað.
Umleið 1926-29 gjørdist hann sjúkur av tuberklum, og var hann á Sanatoriinum í Hoydølum. Her gjørdi hann nógv við at skera í træ fyri fólk.
Tað er ikki nógv vitað um hansara sjólív, men hann var í hvussu er í 1922 við Silver Belle.
Táið hann fór síðsta túr við Nólsoy, tænti dóttirin Svanhild í Havn niðri í Rættará hjá foreldrunum hjá Jákup Lindenskov. Hon sigur, at pápin kom niðan har at siga henni farvæl, ikki bara eina ferð, men tvær ferðir.
Húsini hjá Sámal Jákup og Sannu fóru í vindi eina nátt í 1943. Har vóru Sanna og fýra børn inni. Vindurin tók yvirtromina, har ein vaksin sonur svav, og fór hann einar 100 m við tromini. Hann kom óskaddur frá hendingini. Hini trý lógu øll í somu song í stovuni, og var tað seingin, ið bjargaði teimum, tá loftið datt niður á seingjarstólparnar, og tey lógu óskadd undir.
Eisini kúgvin, ið stóð í kjallaranum, kom óskadd frá hendingini. Har brotnaði alt inni, ið brotna kundi. Har var ikki so frægt sum ein tallerkur heilur. Eitt ár seinni fluttu tey inn í nýggj hús, sum vórðu bygt á sama stað.
Børnini
Sámal Jákup og Sanna áttu 12 børn. Tey vóru:
Maria f. 1916. Gift við Petur Poulsen av Kirkju. Búsettust í Klaksvík.
Svanhild f. 1917. Giftist við Zakarias Zachariassen úr Hesti. Arbeiddi nógv ár á telefonverkinum.
Solgerð f. 1918. Arbeiddi nógv ár á røktardeildini á landssjúkrahúsinum.
Johannes f. 1920. Giftist við Sofíu Hansen úr Vestmanna.
Lydia f. 1922. Giftist í Onglandi.
Stendor f. 1923. Doyði 12 ára gamal av blóðeitran
Steingrim f. 1925. Giftist við Hansu Poulsen á Strondum. Var sjómaður
Alfred f. 1926. Kendur sum skipari á Smyrli.
Robert f. 1928. Uppfostraður í Havn og fekk eftirnavnið Lindenskov. Giftist við Esther Højgaard av Húsum. Var maskinmeistari.
Julina Lisa f. 1930. Giftist í Danmark. Var sjúkrasystir
Anna Kristina f. 1933. Giftist við Harry Jacobsen av Morskranesi. Búðu í Havn
Sámal Jákup f. 1934. Giftist við Miu Frederiksen, ættað úr Svínoy. Hann doyði knappliga umborð á skipi sínum Vesturland í 1977.
Hesi systkin komu umframt út fyri teirri vanlagnu umframt at missa pápan, at allir beiggjarnir doyðu ungir.
Tað var sera gott samband millum familjunar hjá Óla Jákup og Sámal Jákup. Tey komu at kenna seg sum meira enn vanlig systkinabørn. Ein dóttir Lydia fór norður til eiðislæknan at vera. Tá ið tey fóru norður til Eiðis at vitja hana komu tey altíð inn á gólvið á Oyrabakka.
Tey plagdu eisini at rógva millum Hósvík og Oyrabakka at vitja hvønn annan.
--------------------------------
Edvard misti beiggja og pápa við Nólsoy
Vit hava eisini hitt tann 90 ára gamla Edvard Petersen úr Hósvík. Hann misti pápa og beiggja við Nólsoy
Edvard var 15 ár í 1934, so hann minnist hetta væl. Pápi hansara æt Jóan Petur, og beiggi hansara Meinhard var 21 ára gamal. Hann var ógiftur men hevði vist havt gentu. Meinhard var sera raskur og hevði verið fleiri ár við Nólsoy.
Tey vóru fýra systkin tilsamans. Elst var Petra, fødd í 1909. Hon giftist við Levi Petersen úr Vík. Tey búsettust í Hósvík, hann livir enn.
Katrina var fødd í 1915. Hon giftist við Hendrik Jacobsen úr Ytstahúsi á Skipanesi. Tey eru bæði farin.
Edvard var tískil yngstur av systkjunum.
Skuldi vera
seinasti túrur
Jóan Petur, sum gjørdist 53 ár, hevði ætlað, at hetta skuldi vera hansara seinasti túrur til skips. Hann hevði verið fiskimaður í yngri árum. Men nú hevði hann nøkur ár arbeitt á hvalastøðini á Gjánoyri.
Mamma Edvard var Johanna. Hon var fødd í 1881 og var eitt ár yngri enn Jóan Petur. Hann var ættaður úr Svínáum og varð tískil giftur til Hósvíkar.
Nólsoy hoyrdi heima í Havn, og tí fór manningin til Havnar við mjólkarbátinum. Hetta var gott samband, og sluppu teir beina leið til Havnar.
Tíðin gongur so sína gongd. Táið tíðin kemur, at Nólsoy er væntað heim, fer Edvard til Havnar at taka ímóti pápanum og beiggjanum. Men skip kemur einki. Hann frættir so, at eitt lík av einum føroyskum fiskimanni er funnið í Íslandi. Hóast hann ikki fekk at vita, hvørjum skipi hann var av, fekk hann tá ring ánilsi.
Edvard fer norður aftur til Hósvíkar við rutubátinum. Har sær hann menn práta saman, men tá ið Edvard nærkast, tiga teir. Hetta kundi bert styrkja hetta ánilsi.
Síðan hendir tað, at mamman inni á telefonstøðini í Hósvík fær boðini um tað, sum er hent. Tað er staðfest av ringinum á funna líkinum, at hetta var kokkurin á Nólsoy. So her var eingin ivi.
Hetta vóru skakandi boð, eisini fyri tey á telefonstøðini, tí teirra 21 ára gamli sonur Alif Danberg var eisini við Nólsoy.
Mamman mátti leiðast niðan aftur til teirra, og hon fór beint í seingina, so skakað var hon. Her lá hon eina viku, til tað eydnaðist hennara nærmastu at fáa hana upp aftur.
Edvard fekk ábyrgdina sum maður
Sum einasti drongur kom Edvard at vera tann, sum eftir hetta kom at hava ábyrgdina av mannfólkaarbeiðinum í húsinum.
Tey høvdu kúgv sum nógv onnur. Við hesum fylgdi hoygging og alt annað útiarbeiði, sum torv, ið eisini gav nógv stríð. Edvard minnist, at undan jólum máttu tey fara tríggjar ferðir eftir torvi fyri at hava nokk av brenni til høgtíðina. Hetta tók stóran part av degnun.
Systirin Katrina búði saman við manninum Hendrik og soninum Jóhannes í Hósvík um hesa tíðina í 1934. Tey fluttu til Skipanes, og Jóhannes var eftir í Hósvík, har hann vaks upp. Tey fingu ein son seinni í 1934, sum var kallaður Petur Meinhard eftir abbanunum og mammubeiggjanum. Systirin Petra var tá framvegis heima.
Tryggingin fyri forsyrgjarar var tá ikki so galin. Útgjaldið frá Vanlukkutryggini var tá komið uppá góðar 3.000. Men fyri ikki-forsyrgjarar var einki endurgjald, hóast teir sum oftast hjálptu til fíggjarliga í heiminum. Fyri beiggjan fekst bert endurgjald fyri mistar ognarlutir.
Umframt at pápin og beiggin fórust, vóru fleiri av ungdóminum í bygdini eisini burtur. Edvard var nakað javngamal við Poul, og nú var hann eisini burtur.
Meinhard var javngamal við Alif, og nú vóru báðir burtur. Hetta setti sjálvsagt sítt merki á lívið í bygdini.
Minnisvarði varð reistur 1936 ella 1937 í Hósvík yvir teir farnu við Nólsoy. Hann var gjørdur í Havn av Óla Arge, sum eisini gjørdi minnisvarðan á Eyrabakka í Íslandi yvir teir á Nólsoy.
Edvard var við til at fáa minnisvarðin til Hósvíkar. Hann varð førdur norður við einum motorbáti. Tað var danska ferðamannaskipið Dronning Alexandrine, sum hivaði minnisvarðan umborð í bátin. Hetta mann hava havt samband við, at tað var reiðarin á Nólsoy, sum umboðaði DFDS í Føroyum. Tað var vist Blái Krossur, sum tók stig til minnisvarðan.
Tíðin aftaná
Lívið skuldi so halda áfram. Mamman arbeiddi fisk fyri at forvinna nøkur oyru. Tað er fyrr greitt frá, at reiðarin á Nólsoy Ebba Müller sendi fisk norður til Hósvíkar at arbeiða fyri at hjálpa familjunum sum sótu eftir. Annars hevði Esmar Olsen eisini fiskaarbeiði. Tá var tað uppgávan hjá børnum at skera burtuúr fiskinum, so meira kundi fáast frá hondini. At vaska fisk var jú akkordarbeiði.
Í Sundalagnun fekst eisini hampiliga lættliga fiskur til matna av ymiskum slag. Til dømis fekst sild við gørnum, og hetta var góður matur.
Mamman var sera røsk. Hon hevði sum ung verið í fiski hjá Mortensen á Tvøroyri. Tey bæði Jóan Petur giftust 4. desember 1907 í Hvalvíkar kirkju. Tá var eingin kirkja í Hósvík. Hon kom ikki fyrr enn í 1929 og varð innvígað 2. ella 3. sunnudag í advent. Áðrenn ta tíðini fóru fólk til gongu til Hvalvíkar í kirkju. Hetta var serliga strævið við jarðarferðum, tá kisturnar antin skuldu berast ella siglast við báti til Hvalvíkar. Kirkjugarður kom tó í Hósvík í 1923.
Fór at arbeiða við Áir
Í 1936 fekk Edvard arbeiði á hvalastøðini við Áir. Hon byrjaði tá aftur eftir at hava ligið still eina tíð.
Her var hann flensari. Tá ið hvalur kom inn á støðina varð hann hivaður upp. Spikið varð fyrst flensað av aðrari síðuni. Síðan var tvøstið skorið, og tá tað var liðugt varð hvalurin vendur.
Edvard var eisini við Áir, tá ið tiltikna spermarokið var í 1949. Ein flokkur av spermum varð eygleiddur í Nólsoyarfirði. Teir vórðu riknir norður til Áirnar, har lívið varð tikið av teimum. Her kom nakað væl til sættis, men alt kom ikki. Tað vóru einir 50 spermar, og hetta var ein ov stórur biti hjá hvalastøðini at taka í einum.
Hvalastøðin gjørdi tað, at nógv tvøst fekst, og hetta var eisini bíligur matur, bert nøkur oyru fyri kg. Edvard minnist, at á heysti kundu koma einir 70 bátar at fáa sær tvøst til veturin.
Her var Edvard í fyrsta umfari til 1940. Eingin hvalaveiða var í krígsárunum. Í 1945 byrjaði veiðan aftur, tá kom Edvard aftur, og var á støðini til fyrst í 1950-unum, tá ið hvalastøðin helt uppat.
Arbeitt var bert um summarið. Farið var til Áirnar úr Hósvík til gongu ella við báti. Men annars búðu teir á støðini í bygningi, sum var áðrenn tann Alv-skúlan, sum vit kenna.
Seinni kom Edvard at arbeiða nógv í Mjørkdali í samband við vegagerðina. Hann arbeiddi sum kokkur fyrstu árini 1958-1961. Síðan hevði hann annað arbeiði í Mjørkadali. Men í 1975 mátti hann gevast vegna heilsu.
Edvard er ikki giftur. Hann er nógv at vera hjá børnum hjá systrunum, sum eru sera góð við hann.
Tað er eitt kvett, at vit framvegis hava fólk, sum minnast slíkar hendingar sum við Nólsoy, so hetta kann verða niðurskrivað, meðan tíð er. Tí takka vit øllum teimum sum hava medvirkað til at fáa hesar frásagnir á blað.
Komandi partur
Tað verður so ein partur afturat um Neptun og Nólsoy. Hann kemur um tvær vikur. Komandi partur verður ein áhugaverd frásøgn um danska sandbátin Sally sum gekk burtur undir Føroyum fyri júst 70 árum síðani