John í Skemmuni 50 ár

Mánadagin 29. mars verður John í Skemmuni í Porkeri fimmti ár.

John er føddur og uppvaksin í Skemmuni í Porkeri. Hann er sonur Sigrid og Dánjal Poulsen, og er hann næstelstur av 4 systkjum.

John tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1977, og var á bíbliuskúla í Onglandi frá 1977 - 1979.

Frá 1979 til 1987 arbeiddi hann sum lærari við Vágs skúla.

Síðan 1988 hevur hann arbeitt sum trúboðari í Føroyum. Hann hevur hesi árini verið við í leiðsluni fyri summarlegunum í Zarepta í Vatnsoyrum.

John er eisini virkin sum kórleiðari í felagskóri hjá brøðrasamkomunum í Suðuroynni, sum bleiv stovnað fyri tveimum árum síðan.

John er giftur við Rutt, dóttur Ásu og Róald Norðberg úr Vági, og eiga tey 4 børn: Sigrid, Pætur, Ásu og Evu.

Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.00.