Rithøvundafelag Føroya og leikluturin hjá rithøvundum í almenna orðaskiftinum eru evni á stórum tiltaki, sum verður í auluni í Kommunuskúlanum leygardagin kl. 16
Umframt at viðgera hesi evni við upplestri, pallborðsorðaskifti og framløgum, bjóðar skráin eisini tónleik við Búa Dam, sum eftir nógv róstu fløguútgávu sína í summar eisini er vorðin uttanlandskendur fyri frálíku kynstur síni at siga frá søgum við sangum og løgum.
Undan pallborðsorðaskiftinum fer Oddvør Johansen at lesa stuttsøguna ?Smakkdómararnir?, sum stendur í nýggjastu bók hennara, ?Úr køksvindeyganum?. Søgan snýr seg um Rithøvundafelagið, og hon kann lesast sum ein hvøss atfinning av tí hátti, felagið hevur virkað seinastu mongu árini.
Við pallborðið, sum verður aftaná, fara at sita formenn og -kvinnur í Rithøvunafelagnum seinastu umleið 30 árini, teirra millum Gunnar Hoydal, Turið Sigurðardóttir, Martin Næs, Hanus Kamban og Carl Jóhan Jensen, og tey fara at skifta orð um leiklutin hjá felagnum síðan stovnanina í 1957.
Aftan á pallborðsorðaskiftið fer Tóra Tóroddsdóttir fer at lesa brot úr stóru skaldsøguni ?Undir egið borð? eftir Halldór Laxness, sum júst er komin út á føroyskum. Tóra Tóroddsdóttir hevur sjálv saman við manninum, Martini Næs. Eisini fer Carl Jóhan Jensen at lesa nýskjaldur úr nýggjastu útgávuni av skaldskaparritinum Vencili.
At enda fer Hans Andrias Sølvará, rithøvundur og søgufrøðingur, at siga nakað um leiklutin hjá rithøvundum í almenna orðaskiftinum.
Tiltakið verður sum nevnt í auluni í Kommunuskúlanum leygardagin kl. 16 og varir í umleið tveir tímar. Tað er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga væl komin.