Thordur er seinastu árini best kendur sum fryntligi parkeringasansarin í Tórshavnar kommunu.
Hann er havnarmaður, sonur Maritu, f. Hentze Viderø av Sandi, og Georg Thorsteinsson (1926-2003) ættaður úr Trongisvági.
Thordur er yngstur av 6 systkjum, hini eru: Hans Arni (f. 1949), Kári (f. 1951), Bergur (f. 1953 d.1987), Heri (f. 1955), og Randi (f.1958).
Thordur arbeiddi sum ungur í pakkhúsinum hjá Skipafelagnun Føroyar. Hann koyrdi eisini vørubil hjá lastbilafyritøkuni Jón Hansen og var á goymsluni hjá Frants Restorff, til hann fór í handilslæru hjá Idé Møblum, har hann varð liðugur við útbúgvingina í 1993.
Eftir tað var hann við í heilsøluvirkseminum hjá pápanum. Tey róku eisini tógv- og handarbeiðshandilin Igloo. Síðan 2003 hevur hann arbeitt sum parkeringsansari í Tórshavnar kommunu.
Thordur var stigtakari og ein av stovnarunum av Stuðlafelagnum Glottin, sum stuðlar einkjum og einkjumonnum. Hann hevur altíð verið HB-ari og hevur spælt fótbólt í øllum deildunum hjá felagnum og spælt hondbólt í Neistanum. Nú hann er nærmasti granni hjá AB á Argjum, og er til allar dystirnar hjá felagnum, vil onkur onkur vera við, at hann er blivin AB-ari.
Føðingardagin heldur Thordur saman við konuni umborð á Norrønu. Hann er vanliga millum fýra og fimm ferðir um árið við Norrønu - mest vikuskiftistúrar. Hann var eisini við, fyrsta túrin skipið sigldi úr Hirtshals til Havnar eftir vanligu ferðaætlanini í 2003.
Tordur eigur 8 børn. Hann er giftur Sólmay, f. Vatnhamar, úr Leirvík.