23-20, so endaði tað við, at TB tók setti. Og enn eina ferð var tað Gudrid, ið servaði tað mestsum heim hjá TB. Yvirhøvur var tað størsti trupulleikin hjá Mjølnir í dystinum, at liðið ongantíð fekk fatur á [...] smoygt sær framum í avgerandi løtuni og vunnið settið. Samstundis høvdu tær í Mjølnir hug at ilskast inn á dømingina, sum tær ikki hildu vera nøktandi, og tað sá út til at kosta í konsentratiónini. Í øllum [...] fyrsta setti og kom framum 10-5, áðrenn TB svaraði aftur. Spælandi venjarin, Gudrid Nolsøe, servaði TB framum 14-11, og hóast Mjølnir megnaði at fara fram um eina ferð aftrat og enntá vera á odda 23-20
frættist, at tað stóð Kim Larsen í boði at koma á donsku fíggjarlógina. Listafólk, ið hava skarað framúr, fáa ofta hetta tilboð, men Kim Larsen siggur nei takk. Tað er hansara grundleggjandi fatan, at hetta [...] mikudagin, at Kim Larsen hevði fingið í boði upphædd restina av lívinum, men eitt samdøgur seinni kom svarið, og tað er nei takk. Ingemann sigur vegna Larsen, at hetta við heiðursbrøvum og virðislønum er ikki [...] ikki nakað fyri Larsen og hann fer framhaldandi at takka nei, eins og hann áður so mangan hevur gjørt. Vibeke Jacobsen, Statens Kunstfond, sigur seg ikki minnast til nakran, ið áðir hevur sagt hetta frá sær
varð hann skiftur inn, og tað kann væl fara at vísa seg, at hann fer at eiga størri leiklut í sjey teimum seinastu umførunum. Benjamin Heinesen er tøkur aftur eftir leikbann, og Brian Jakobsen hevur seinastu [...] á odda fyri B68 í Gundadali, har B36 fer at taka ímóti. Dagsskráin hjá Jákupi á Borg og B68 er at vinna stig fyri at sleppa burtur úr hóttanini av niðurflyting, sum alt kappingarárið hevur hingið yvir [...] er knæskaddur. Tað er ivasamt, hvussu tað í dag verður við honum og Áka Johannesen og Andri Benjaminsen, sum ikki hava verið á vøllinum fleiri tær seinastu ferðirnar. Í B36 er lagið gott, eftir sigur á
hørð, og hvør minuttir hevur týdning fyri samlaða úrslitið.« Hvussu ber tað til, at tú valdi at fara til Svøríkis? »Tað var tí at Eydna fór at lesa, og harumframt hevði eg eisini sjálvur hug til at fara [...] so eg haldi tað bert verða undanførslur hjá teimum, sum siga, at tað ikki ber til at yrkja á føroyskum. Kanska er tað heldur soleiðis, at vit eru ov smæðin, og tískil hava lættari við at syngja »I love [...] betri samanspældur, umframt at samanhaldið gerst nógv betri. Eisini hevur tað við sær, at fólk koma at kenna bólkin, og at tað tískil gerst eitt sindur lættari at marknaðarføra eina fløgu.« Svara so! Navn:
ótrúliga gott og modernað skjótiannlegg, sum verður eitt vakurt frítíðarøki og eitt prýði fyri umhvørvið. Hetta fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði. Tað er samstundis soleiðis gjørt, at tað verður [...] september 2021. Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðnum. Teir tríggir nevndarlimirnir hjá Byrsumúla, Jón Jacobsen, Jonhard Klettheyggj og Finn Ludvig, fegnaðust um sáttmálan, og at tað nú endiliga røkist [...] verður lætt hjá okkum støðugt at halda tað reint og ruddiligt, siga vælnøgdu nevndarlimirnir. Tað vóru Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum udirskrivaðu sáttmálan.
2016. Tað var lagið The Second You Sleep og tað sást, at flest allir áskoðararnir vóru glaðir fyri at hetta. - Eru tit við uppá tað, Tórsfest! Eg hoyri tykkum ikki, segði hann syngjandi, sjálvt um tað egentliga [...] liðugur at framføra á stóra pallinum. Hann hevði eitt óvanliga gott samband til áskoðararnar, í tí at hann millum sangirnar javnan prátaði og skemtaði við áskoðararnar í regninum. Hann fortaldi, at hann hevði [...] egentliga var gott lív í. Hann spældi annars fleiri av sínum hittum. Sum m.a. Tættere på himlen, Søvnløs , Din for evigt og Jeg' i live . Fremstu rekkjurnar vóru veruliga við uppá tað, og mann merkti, at tey dugdu
Royni at lurta eftir tíðindasendingunum. Mær dámar best tá útvarpið fer í dýpdina og tekur lurtaran í álvara. Rás2 fangar meg sjálvdan. Telefon Eg havi eina Sony W980, sum eg brúki at tosa og sms:a við [...] við saft og kraft, so eg slapp undan at tendra satelittradio fyri at hoyra Rammstein. Og so kundi eg hugsað mær smáar bitar av føroyskari sjónvarpsfiksjón. Ein minutt um mánaðin. Tólv um árið. Tað hevði eg [...] Dag- og vikubløð Lesi Sosialin og Dimmalætting á netinum, mest sum aldri í blaðformi. Heimasíður Eg eri alla tíðina á flestu føroysku portalum og heimasíðum. Havi Google sum startsíðu og brúki onkrar dagar
stuðul og góði maður. At Hans var og er ein hampamaður, tað vit vit eisini, og at tit vóru ógvuliga glað fyri hvønn annan, ivaðist ongin í, sum kendi tykkum bæði. At tit gleddu tykkum nógv til, at Hans skuldi [...] pensionerast, tit høvdu nógvar planir og so skuldu tit njóta tað, men so skuldi ikki vera. Hvørja ferð vit komu heim til Føroyar at ferðast, var tað ein sjálvfylgja, at vit skuldu koma til tykkum, áðrenn [...] ringdi tú niður, fyri at hoyra, hvat vit kundu tonkt okkum av føroyskum mati, tí so vildi tú kóka ein góðan bita til okkum. Og so var, og ongin ivi um, at tað kom væl við hvørja ferð og vit føldu okkum sum
orðaskifti um tað og hvussu vit menna tað, so kann tað bara vera gott, sigur hann. Samanumtikið heldur venjarin hjá EB/Streymi, at Brian Kerr kann óivað læra føroyingar nógv, tí møguleikarnir at læra nakað [...] nakað nýtt eru avmarkaðir frammanundan. – Júst tí er tað gott, at vit fáa ein kapasitet uttanífrá, sum fær okkum at hugsa og venda nøkrum tingum, tí vit verða ikki betri av okkum sjálvum, sigur Sigfríður [...] EB/Streymi í fjør vann tað, ið var at vinna, er fegin um, at Føroyar hava fingið ein nýggjan landsliðsvenjara, sum kann føra til eitt skifti í føroyskum fótbólti. – Brian Kerr hevur royndirnar og hevur havt Írland
fingið nógv lond at ræðast eina eldrabylgju. At tað verða fleiri gomul fólk enn ung, og at nógvur peningur skal brúkast til sjúkrarøkt, pensjónir og ellisheim, meðan fá fólk eru til at gjalda skatt. Soleiðis [...] nar hava tað gott. Vit skulu syrgja fyri, at ung í Føroyum tora at eiga børn og at hesi venda aftur til Føroya at búgva eftir lokna útbúgving. Tá skapa vit eitt sunt samfelag. Einar sunnar Føroyar fyri [...] í einum landsparti í Russlandi royndu at geva fólki frí fyri at gera børn og enntá virðisløn, um tað eydnaðist. Alt hetta fyri at halda burðartíttleikanum uppi og harvið tryggja framtíðina í landinum.