Tað er gott fyri eitt framkomið samfelagið, at nógv børn verða fødd. Í Føroyum føðir hvør kvinna í miðal umleið 2,5 børn. Hetta talið kalla vit burðartíttleika.
Fyri at fólkatalið kann vera í javnvág er neyðugt við einum burðartíttleika, sum er oman fyri tvey børn fyri hvørja kvinnu.
Men tað eru bara heilt fá long í vesturheiminum, ið uppfylla hesar treytir. Í Danmark er talið undir 2,0 og í til dømis í Norðuritalia er talið bara 1,0. Vit hoyrdu eisini fyri kortum, hvussu myndugleikarnir í einum landsparti í Russlandi royndu at geva fólki frí fyri at gera børn og enntá virðisløn, um tað eydnaðist. Alt hetta fyri at halda burðartíttleikanum uppi og harvið tryggja framtíðina í landinum.
Lági burðartíttleikin hevur fingið nógv lond at ræðast eina eldrabylgju. At tað verða fleiri gomul fólk enn ung, og at nógvur peningur skal brúkast til sjúkrarøkt, pensjónir og ellisheim, meðan fá fólk eru til at gjalda skatt. Soleiðis hongur samfelagið jú saman. Vit skulu hava eina góða eldrarøkt, men tað ber bert til, um vit hava nóg nógvar ungar skattaborgarar at gjalda fyri hetta.
Í Føroyum verða vit spard fyri stórvegis trupulleikum á hesum øki, um vit syrgja fyri, at barnafamiljurnar hava tað gott. Vit skulu syrgja fyri, at ung í Føroyum tora at eiga børn og at hesi venda aftur til Føroya at búgva eftir lokna útbúgving. Tá skapa vit eitt sunt samfelag. Einar sunnar Føroyar fyri øll.
www.john.fo









