Nú ætlar Jákup á Borg at taka B36

Hjá B68 snýr tað seg um at sleppa undan niðurflyting, meðan B36 hugsar um Europa

Hann spældi í nógv ár við B36, og hann hevur verið við til at vinna bæði FM og steypasigrar við barndómsfelagnum. Inntil á heysti í 2020 var Jákup á Borg venjari í B36. Seinnapartin í dag verður hann á odda fyri B68 í Gundadali, har B36 fer at taka ímóti.

 

Dagsskráin hjá Jákupi á Borg og B68 er at vinna stig fyri at sleppa burtur úr hóttanini av niðurflyting, sum alt kappingarárið hevur hingið yvir teimum á Svangaskarði.

 

Fyrrverandi B36 spælarin Hugin Samuelsen, sum í summar hevur hjálpt til á Toftum, er farin av aftur landinum í lestrarørindum, og fyrrverandi B36 spælarin Lukasz Cieslewicz er framvegis langtíðarskaddur. Ein annar fyrrverandi B36 spælari, málverjin Rói Mørk Hentze, hevur ikki verið á vøllinum seinastu ferðirnar, tí hann er knæskaddur. Tað er ivasamt, hvussu tað í dag verður við honum og Áka Johannesen og Andri Benjaminsen, sum ikki hava verið á vøllinum fleiri tær seinastu ferðirnar.

 

Í B36 er lagið gott, eftir sigur á útivølli ímóti NSÍ fyri einari viku síðani og 1-1 í Klaksvík hóskvøldið. Tá var Alex Mellemgaard skiftur inn. Hann hevur ikki verið partur av besta hópinum í ár. Nú hevur hann vant saman við teimum næstbestu og síðani summarsteðgin spælt tríggjar dystir í 1. deild. Hóskvøldið varð hann skiftur inn, og tað kann væl fara at vísa seg, at hann fer at eiga størri leiklut í sjey teimum seinastu umførunum.

 

Benjamin Heinesen er tøkur aftur eftir leikbann, og Brian Jakobsen hevur seinastu ferðirnar verið saknaður.

 

B36 og B68 hava bara dystast einaferð fyrr í ár. Tað var í fyrsta umfari, tá ið B36 á ovara vølli í Gundadali vann 4-1.