Enn eina ferð var toppdystur á skránni í Eik-liguni hjá kvinnum, og enn eina ferð var talan um ein væl spældan dyst millum tvey góð lið, tá TB í gjár tók ímóti Mjølnir. TB kundi við sigri tryggja sær pláss í finaluni, og vann Mjølnir, so vóru klaksvíkskvinnur eitt týðandi fet nærri finaluplássinum. Tað vísti seg tó, at TB var við yvirlutan, tá avtornaði, og so var finalusessurin vísur, tí Mjølnir hevur við einum dysti eftir ikki møguleikan at taka TB aftur.
Mjølnir legði væl út í fyrsta setti og kom framum 10-5, áðrenn TB svaraði aftur. Spælandi venjarin, Gudrid Nolsøe, servaði TB framum 14-11, og hóast Mjølnir megnaði at fara fram um eina ferð aftrat og enntá vera á odda 23-20, so endaði tað við, at TB tók setti. Og enn eina ferð var tað Gudrid, ið servaði tað mestsum heim hjá TB.
Yvirhøvur var tað størsti trupulleikin hjá Mjølnir í dystinum, at liðið ongantíð fekk fatur á fløtu servunum frá Gudrid, ið allan dystin gjørdu lívið súrt fyri klaksvíkskvinnurnar.
Í øðrum setti fylgdust liðini eina løtu, men nokk so tíðliga hevði Mjølnir hug at fara trý og fýra stig framum, og tann munurin helt sær allan vegin, so nú stóð 1-1 í settum. Mjølnir hevði gott servutrýst í øðrum setti, tá TB ongantíð fekk móttøkurnar at koyra.
Kolldømdar servur
Eitt sindur rokaligt gjørdist tað, tá ein løta var spæld av triðja setti. Enn eina ferð var tað Gudrid, ið hevði gjørt um seg við fýra góðum servum, so TB var komið á odda 5-2, men so varð funnið útav, at TB hevði gjørt feil í uppstillingini. Dómararnir vóru náðileysir og skrúvaðu stigatalvuna heilt aftur, so har stóð 0-1 til Mjølnir!
Tá so spælið aftur kom í gongd, var spælið sera javnt og liðini skiftust um at vera á odda, áðrenn TB fekk smoygt sær framum í avgerandi løtuni og vunnið settið. Samstundis høvdu tær í Mjølnir hug at ilskast inn á dømingina, sum tær ikki hildu vera nøktandi, og tað sá út til at kosta í konsentratiónini.
Í øllum førum fekk TB øgiliga lætt spæl í fjórða setti, sum varð vunnið uttan stórvegis mótstøðu, og sostatt kundu tvørakvinnur strúka avstað við sigrinum og finalusessinum, meðan Mjølnir nú í besta føri kann royna at fáa fatur í bronsuni.
Óansæð, so høvdu teir mongu áskoðararnir verið vitni til ein góðan dyst, har bæði liðini vístu gott spæl. Ikki minst servaðu spælararnir á báðum liðum væl, men tá avtornaði var tað altso TB, sum hevði munin.