Fyri stuttum frættist, at tað stóð Kim Larsen í boði at koma á donsku fíggjarlógina. Listafólk, ið hava skarað framúr, fáa ofta hetta tilboð, men Kim Larsen siggur nei takk.
Tað er hansara grundleggjandi fatan, at hetta við at geva hvør øðrum virðislønir, er ikki nakað gott hugskot, sigur vinmaðurin Peter Ingemann.
Kim Larsen sparur harvið danska statin fyri 14.000 krónur árliga.
Statens Kunstfond upplýsti mikudagin, at Kim Larsen hevði fingið í boði upphædd restina av lívinum, men eitt samdøgur seinni kom svarið, og tað er nei takk.
Ingemann sigur vegna Larsen, at hetta við heiðursbrøvum og virðislønum er ikki nakað fyri Larsen og hann fer framhaldandi at takka nei, eins og hann áður so mangan hevur gjørt. Vibeke Jacobsen, Statens Kunstfond, sigur seg ikki minnast til nakran, ið áðir hevur sagt hetta frá sær.