FÓTBÓLTUR
Sigfríður Clementsen, sum við EB/Streymi í fjør vann tað, ið var at vinna, er fegin um, at Føroyar hava fingið ein nýggjan landsliðsvenjara, sum kann føra til eitt skifti í føroyskum fótbólti.
– Brian Kerr hevur royndirnar og hevur havt Írland á høgum stigi. Hetta, hóast Írland ikki er so øgiliga nógv størri land enn Føroyar. Sum lond líkjast vit nógv, men Írland hevur sjálvandi fleiri toppspælarar uttanlands, fyrst og fremst í Onglandi, sigur Sigfríður.
– Hetta er eitt spennandi val, og vit fáa eitt skifti í, hvussu vit skulu hugsa fótbólt. Tað er sunt fyri okkum. Heldur ikki ger tað nakað, um vit fingu eitt orðaskifti um ungdómsfótbólt. Vit hava jú koyrt eftir donsku skipanini í fleiri ár, hóast vit ikki spæla akkurát líka sum danskarar, serliga ikki landsliðsfótbólt og altjóða fótbólt, sigur hann.
Sigfríður heldur, at føroyskur fótbóltsstílurin hinvegin líkist meira tí enska og norska stílinum, har stórur dentur verður lagdur á umstillingsspæl. – Fáa vit eitt orðaskifti um tað og hvussu vit menna tað, so kann tað bara vera gott, sigur hann.
Samanumtikið heldur venjarin hjá EB/Streymi, at Brian Kerr kann óivað læra føroyingar nógv, tí møguleikarnir at læra nakað nýtt eru avmarkaðir frammanundan.
– Júst tí er tað gott, at vit fáa ein kapasitet uttanífrá, sum fær okkum at hugsa og venda nøkrum tingum, tí vit verða ikki betri av okkum sjálvum, sigur Sigfríður Clementsen.