sum einasta land í Europa, toll á antikviteti. - Tey fyrstu tvey árini var ongin tollur á, men so brádliga settu teir toll á, sigur Noomi. - Hevði tollur ikki verið á vørunum, høvdu antikvitetir allarhelst [...] agið á sinni, og var sjálv formaður har í umleið 10 ár. Tá hon fór úr Djóraverndarfelagnum var tað tí, at hon vildi hava ein steðg, - Men tað merki eg ikki nógv til, sigur Noomi og flennur. -Fólk ringja [...] eg keypi inn, hyggi eg eftir tí, sum mær sjálvari dámar ella um fólk hava biðið meg funnið okkurt serligt. Tað er so stuttligt, tá fólk biðja meg finna okkurt, sum tey hava sæð onkra aðrastaðni, tí tá
ikki at vera góðtikið í almennum fjølmiðli”. “Nógv tíðindafólk í føroysku loftmiðlunum”. Hvussu nógv eru tey tilsamans? 15? Nevndin kundi tað sama sett navn á tey. Hetta er ein subjektiv meting, og hon er [...] tosað danskt hevði nógv verið lættari – men so høvdu vit eisini verið fátækari, veikari og bleikari. Ikki sum einstaklingar, men sum tjóð. Men sum so nógvir sigrar, so krevur hesin nógv av okkum. Hann krevur [...] krevur, at vit alla tíðina endurskapa okkum sjálv á okkara egna málið - samstundis sum bæði teldur, bløð, filmar og bøkur tosa við okkum á útlendskum. Tað er ein dagligur kampur millum føroyskt og útlendskt
eina góða tænastu, til dømis við at koyra vøru út til fólk, at rætta upp á feilir og at pakka gávurnar pent inn. Og her er altíð komið nógv fólk á gátt til eitt lítið prát ella at hvíla seg eina løtu í [...] var so eftirspurt, at fólk settu seg á bíðilista til aftaná jól, tí kanska kom onkur inn aftur við einum spæli, um tey fingu tvey í jólagávu. - Hetta hevur alt verið vørur, sum fólk hava kimað okkum niður [...] marknaðurin broyttist so nógv, tá BR lat handil upp á Hálsi. - Kundarnir hava altíð verið sera trúgvir, og tað vísti seg, at pláss var fyri báðum, sigur Hjalmar. Hann vísir á, at fleiri leikutoyshandlar
ganga á møti. Ein onnur kreppa, sum eisini ger um seg í hesum døgum, er nógv blóðugari og nógv meira ørkymlandi. Í juni vóru tveir nýggir tilburðir í Guerrero og Chiapas og hava teir víst, hvussu ótrygg [...] vera við Mexico. Búskapurin var batnaður aftan á tað stóra búskaparskrædlið í 1995-96 og var á veg til at blíva størsta framgongd síðani 1981. Fleiri fólk komu í arbeiði og sjálvt reallønin fall ikki longur [...] milliónir fólk atkvøddu og mótmæltu ætlanunum hjá Zedillo. Í einari roynd at vinna álitið aftur, segði Zedillo at hann fór at leggja herðslu á at niðurberja tann økta kriminalitetin, sum kom aftan á stóru
møguleikarnir fyri vinnuligari menning sera skjótt, tí týdningarmesta tilfeingið er fólk. Gott fólk. Ungt fólk. Útbúgvið fólk. Fólk at finna uppá nýtt, at bera byrðar og at reka vælferðarsamfelagið.? ?Hvar skulu [...] ein náttúrulóg, at ein íbúð ella eini hús skulu kosta meira enn vanlig fólk hava ráð til.? ?Tað er ikki bara í Havn, at tað kostar nógv at byggja og búgva. Tilfarið er dýrt og fíggingin bæði órímilig og dýr [...] serligar lutaíbúðir, ætlaðir fólk við breki. Hesin parturin varð tikin burtur, og alt steðgaði upp. Hetta er serliga keðiligt, tí hesi hava ikki ein livandi kjans at keypa hús á privata marknaðinum.? ?Bú
yrkingini: Nalvi) Í einum brævi skrivar tú: "At fáa tvey fólk, nógv fólk, at tosa saman, hvussu skal eg duga tað, ein, sum sigur lítið sjálvur, og sum nú í nógv ár hevur spilt seg sjálvan við at hugsa orðini heldur [...] og á hugsi eg um, nær og hvar vit hittust fyrstu ferð. Kanska var tað á nevndarfundi í Rithøvundafelagnum, ella í sambandi við Ljósritagrunnin, ella Fjølrit, ella kanska LISA. Kanska var tað inni á Býráðnum [...] teirra tá spildurnýggja, men ikki viðurkenda, flagg á stong. - Men vit eiga einki sovorðið flagg, hevði onkur uppgevandi á orði. - So seyma vit eitt, segði tú á tín stuttorðaða og sermerkta hátt. Og so varð
umstøðurnar eru vorðnar nógv betri á tónleikaøkinum, har tey hava nýggjan musikkskúla, musikkskúlamiðnám og fyri ikki at tala um ta nýggju listútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, har ung fólk nú útbúgva seg innan [...] okkum øllum til góðar. Soleiðis sigur Kinna Poulsen, sum í nógv ár hevur sett orð á føroyska list sum listaummælari. Hon hevur tí eisini fingurin á pulsinum, tá umræður myndlist hjá ungum spírum, sum hon [...] sigur Kinna Poulsen, sum sjálv er myndlistalærari á Glasi, har tey hava listalærugreinina á C og B-stigi. - Vit arbeiða fyri at fáa lærugreinina upp á A-stig, júst tí at so stórur tørvur er, og tí einki
minnist aftur á nógv ymisk fólk, sum hava sitið til borðs í heiminum. Kanska varð dekkað eyka upp, tí ein eingil kundi koma á vitjan, sum tikið var til. Men nú eg hugsi um tað, hava nógv verið á vitjan hjá [...] verður pápi mín 70 ár. At halda skil á áratali er ikki nøkur rakett-vísund, men alíkavæl kemur dagurin í dag óvart á meg. Eg síggi fyri mær henda mann, sum er so lættur á fóti og í sinni, og tykist hann heldur [...] at gáa so nógv um árini, sum leggjast afturat. Pápi vaks upp mitt í Havnini eftir 2. veraldarbardaga og hevur upplivað broytingarnar øll hesi árini. Av og á sigur hann frá onkrum løtum á leiðini og
forerandi, sigur Martin Næs, landsbókavørður, rithøvundur og týðari. Á borðinum á skrivstovuni hjá Martini Næs á Landsbókasavninum liggja nógv álit. Álit, sum upp ígjøgnum tíðirnar eru skrivað um mentan og list [...] fáa eyga á, at mentan og list eru góð forrætning, og tí verða tær við undirlutan ferð eftir ferð. At eitt nú føroyskur sjónleikur fær eina virðisløn uttan fyri landoddarnar, er við til at lata nógv eygu upp [...] verðið glaður. Álitið er meiri um listapolitikk enn um mentan, og tí er heitið á álitinum nakað misvísandi. Uttan mun til, hvussu tað eitur, er nýggja álitið meiri gjøgnumført enn tey undanfarnu, og fer gjøllari
Summi eru til arbeiðis á sjógvi ella landi. Onnur hava eitt friðsamt og einsamt kvøld. Týdningurin og upplivilsið av gamlaárskvøldi er ymiskur fyri hvør einstakan okkara. Sum vit standa á gáttini til eitt nýtt [...] gloyma, at hvørt einasta ár - eisini í hesum trongu tíðum - flyta hundraðtals fólk til Føroya. Tey flyta heimaftur, tí tey hava álit á, at her er teimum og teirra børnum framtíð lagað. Hvørt tíðarskeið í søgu [...] landinum, hvønn eg so práti við, so kenni eg á mær, at øll eru samd um, at vit skulu venda gongdini saman. *** Flestu okkara munnu onkran morgun, tá ið vit hava verið á fótum snimma, áðrenn bygdin ella býurin