- Tey ungu listafólkini hava nakað ávíst frískt og progressivt yvir sær, sum er praktfult at uppliva, og sum hevur ein framdrátt og kann vera okkum øllum til góðar.
Soleiðis sigur Kinna Poulsen, sum í nógv ár hevur sett orð á føroyska list sum listaummælari. Hon hevur tí eisini fingurin á pulsinum, tá umræður myndlist hjá ungum spírum, sum hon meinar eigur at raðfestast hægri.
- Umstøðurnar hjá ungum myndlistafólkum eru av stórum týdningi, og eg haldi ikki, at tær eru nóg góðar, sigur hon.
Mugu fáa tey ungu heim aftur
Kinna Poulsen sær tað sum eina uppgávu hjá samfelagnum at tryggja, at tey ungu, sum fáast við list, støðast í Føroyum.
- Vit eru her á landi ríkað við nógvum sera dugnaligum listafólkum, eisini ungum, og hava á tí økinum somu avbjóðingar sum í restini av samfelagnum, at so stórur partur av teimum ungu leitar sær út í heimin at lesa, sigur hon.
- Í grundini er tað gott, at tey fara út í heimin at gera sær royndir og útbúgva seg. Men vit mugu gera alt fyri, at tey koma afturíaftur, og at tey trívast her, áðrenn tey fara.
- Vit eiga at stuðla listaspírum
Í tí sambandi heldur Kinna Poulsen, at samfelagið, landið og kommunan eiga at raðfesta ungdómslistina bæði á útbúgvingarøkinum og við at skipa fyri tiltøkum og framsýningum.
- Har skulu fyriskiparar og listafólk úr yrkislistaumhvørvinum fáa uppgávuna at hjálpa til, at velja út og skipa fyri, so at tey ungu føla, at tey verða tikin í álvara. Tað er umráðandi, at vit stuðla og hjálpa ungum listaspírum. Hetta hevur sjálvsagt týdning fyri tey persónliga, men kann eisini fáa størri týdning, sigur hon og vísir á útbúgvingarøkið.
- Um vit gera meira burtur úr listaútbúgvingum, so rokni eg við, at vit kunnu sleppa undan hasum keðiliga tómrúminum av ungari list í Føroyum, sigur Kinna Poulsen.
Meira samstarv millum skúlar og listafólk
Kinna Poulsen meinar eisini, at tørvur er á meira samskipaðum samstarvi millum skúlar og listafólk.
- Okkurt verður gjørt í sambandi við sonevnda Listaleypin, men tað er ikki nóg mikið, og tað er stórt spell, sigur Kinna Poulsen, sum sjálv er myndlistalærari á Glasi, har tey hava listalærugreinina á C og B-stigi.
- Vit arbeiða fyri at fáa lærugreinina upp á A-stig, júst tí at so stórur tørvur er, og tí einki útbúgvingartilboð er til teir gávaðu listaspírarnar í løtuni.
Gerandisdagurin er vorðin visuellur
Kinna Poulsen vísir á eina kanning, sum Anne Bamford, professari, gjørdi fyri nøkrum árum síðani.
- Kanningin staðfesti, at eingin skipaður mentanarpolitikkur var fyri børn og ung í Føroyum. Tað er stórt spell, bæði listarliga, men eisini samfelagsliga um hugsað verður um, hvussu visuellur okkara gerandisdagur er vorðin, og hvussu tað visuella alla tíðina ekspanderar, sigur Kinna Poulsen og greiðir víðari frá, hvat hon meinar við tað visuella í gerandisdegnum.
- Tá tað kemur til at lesa og fata myndir, hevur einki ættarlið sum tað unga í dag, verið so nógv útsett fyri myndum. Myndirnar koma í støðugum streymi úr sjónvarpi, teldum, iPad, iPhone, plakatum, reklamum og memes. Tey ungu tulka og lesa myndir við øgiligari ferð, men kanska uttan at vera tilvitað um, hvat tað er, myndirnar gera og vilja og hví.
- Tí er útbúgving neyðug á økinum, sigur Kinna Poulsen.
- Kann ikki ganga nóg skjótt
Kinna Poulsen vónar, at myndlist verður viðurkent eins og aðrar listagreinar sum skjótast.
- Vit hava sæð gjøgnum fleiri ár, at umstøðurnar eru vorðnar nógv betri á tónleikaøkinum, har tey hava nýggjan musikkskúla, musikkskúlamiðnám og fyri ikki at tala um ta nýggju listútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, har ung fólk nú útbúgva seg innan bæði ritlist og tónleik, sigur hon.
- Vónandi verður hendan útbúgving skjótt víðkað við eini myndlistarligari grein. Hetta er ætlanin, og eftir míni meting kann tað ikki henda nóg skjótt, tí myndlistaøkið er tað listaøkið, sum mest hevur tørv á útbúgvingarmøguleikum, sigur Kinna Poulsen.