møguleiki at lata Sláturvirkið í Hósvík fletta neytini, men hesin møguleikin er ikki til longur. Jørmund hevur tí verið noyddur at standa sjálvur fyri søluni av góðum kjøti úr Hesti. - Eg plagdi at lýsa í [...] við kjøtinum, men tað var ikki altíð at eg slapp av við alt, sigur hann. Dygdina á kjøtinum ber hann kortini ongan ótta fyri, tí tey føroysku neytini eru væl fyri. - Tey eru væl fóðrað, og tí er kjøtið sera [...] Eta ov sjáldan døgurða Sum ein ið vil føroyska landbúnaðinum væl er Jørmund ikki í iva um, at føroyingar áttu at etið nógv meiri føroyskt framleitt neytakjøt. - Soleiðis sum eg síggi uppá tað, so eru tað
nógv oftari, at fólk koma ov seint til okkara, við tí úrsliti, at tey eru so mikið verri fyri, enn tey áttu at verið, júst tí tey aftra seg við at biða um hjálp, sigur Maria Jacobsen. Annað er at fólk duga [...] børnum. Tá ógift fólk búgva saman, og tey vegna arbeiðsloysi, sjúku o.s.fr. hava rætt til veitingar, fáa tey helvtina minni enn ein einsamallur uppihaldari, júst av tí at tey búgva saman, sigur Maria Jacobsen [...] Stjórin á Almannastovuni sigur, at starvsfólkini á stovninum onga grundgeving hava fyri at halda, at fólk misbrúka sosialu skipanina, men sjálvandi, allar skipanir kunnu misbrúkast. Tað hendir bara ógvuliga
hann at vera innlagdur í óásetta tíð. Hann hevur ongastaðni at fara, og sambýlini til endamálið eru fullsett. ? Fleiri fólk liggja á psykiatrisku deild í áravís, hóast tey eru liðugt viðgjørd, tí tey hava [...] vera komin, at teir vakna og syrgja fyri at fáa fleiri íbúðir og sambýli til fólk sum okkum, sigur Ingi. Hann kundi hugsað sær at komið víðari. At fingið nýggjar avbjóðingar og verið slúsaður út aftur í [...] hava ongastaðni at fara. Tað er niðursetandi og mannminkandi. Hóast vit vera væl viðfarin, so er tað stressandi at búgva soleiðis. Tað er ov vánaligt av okkara politikarum, og eg haldi, at nú má tíðin vera
sumbingar vitjaðu í Havn. Hetta komst ikki so nógv av, at tey við hesum vildu vísa, at tey hildu við teimum hvítklæddu úti á vøllinum, men meira tí at veðrið var so sera gott. Veðrið var eisini nakað av tí [...] hjá B36 at fáa seinastu sendingina at liggja rætt, ella var eingin at taka ímóti henni, tá hon kom. Ikki klassamunur Sumbingar byrjaðu sum vera man heldur varliga ? tað var ikki upp til teir at skapa dystin [...] Málið hevði týdning fyri B36, tí ein hevði varhugan av, at jú longri tíð fór at ganga, áðrenn havnarliðið fekk hol á, jú torførari fór tað at vera at fáa hol á yvirhøvur. Tríggjar minuttir seinni legði Pól
loysn er funnin. Tað undrar, at býráðspolitikarar ikki velja hendan trygga leistin at ganga eftir, men at teir heldur velja at mistulka álitið um 10. flokk og miðvíst royna at drukna málið í undanførslum [...] hava latið skúlan farið í misrøkt. Tað er hugstoytt at hugsa um, at býráðspolitikarar á henda hátt royna at ørkymla borgararnar. Teir áttu ístaðin at sagt fólki sannleikan aftan fyri tær umvælingar, sum [...] í síni tráan eftir at vísa politiska valdið í verki. Sama hvussu vit svara hesum spurningi, so er eyðsýnt, at hesi fólkavaldu hugsa ikki um heildina í málinum, tí tey megna ikki at vísa á eitt sakligt
gleðast um, at okkara egna flogfelag júst hevur byrjað regluligt flogsamband til Skotlands. Hetta boðar frá góðum. Tøkk Vegna Føroya landsstýri fari eg at enda at bera tær eina stóra tøkk fyri tey 50 árini [...] í Aberdeen. Longu tá sá landsstýrið týdningin av góðum umboði uttanlands ? at víðka virkiskarmarnar ? at vera á staðnum ? at tæna landi og fólki eisini uttan fyri landoddarnar. 1. apríl 1965 varð Sofus [...] gott umdømi uttanlands fyri eftirtíðina, sum fer at gagna Føroyum í samskiftinum við Bretland í komandi tíðum. Nú tænastuskeiðið er farið at halla, fari eg at ynskja tær og konu tíni og familju tykkara alt
viðførir, at tey privatu virkini blíva avmarkaði í síni atgongd til fiskin. Tí áttu tey almennu fiskavirkini at verið privatiseraði fyri fleiri árum síðani, men tá hetta ikki bleiv gjørt, er neyðugt at farið [...] boða frá, at einasta orsøkin til at tey selja uttanlands er, at tey sleppa ikki av við fiskin, ella fáa ikki boð uppá fiskin í Føroyum. Virkaði móttøkan av fiski optimalt, og var vinnan før fyri at keypa fiskin [...] ikki, at vit nakrantíð aftur koma at uppliva, at fiskavirkir eru eigarar av fiskiskipum, tí tað var- og vil vera til ógagns fyri Føroyar. Fiskiskipini og teirra dugnaligu manningar uppfylla øll tey krøv
Úrslitið er, at einki hendir. Hvat er at gera? Ein gongd leið hevði verið at tey, sum halda at hetta mál er umráðandi at fáa loyst, taka seg saman um at gera eina fylking, ið hevur til endamáls at fáa gongd [...] til at eiga seg sjálva. Hetta er tann grundleggjandi mannarætturin, sum øll hava, og tá ið tey nýta sína arbeiðsmegi til at byggja hús á jørð, sum er felags ogn hjá mannaættini, fáa tey rætt til at eiga [...] hugsanin um, at tað skuldi bera til at lata jørð burtur úr ættini. Hetta vildi ikki siga, at jørðin helt uppat at vera óðalsjørð. Óðalsrætturin var nú hjá eigarnum, og eins og hann hevði havt fólk til at arbeiða
hevði helst ætlað, at tey ikki skuldu fáa loyvi at fiska. At brúka tíð og orku nú at kjakast um tilfeingisrentu, kvotugjald og kvotubankar er tíðar- og orkuspill. Tað er sum at royna at steðga kavabólti [...] slíkar rentur og gjøld fara at fáa á virknið og lønsemið í føroyskum fiskiskapi. Summir vilja, at landsstýrið skal standa fyri slíkari sølu, meðan aðrir halda, at skipað átti at verið fyri einum kvotabanka [...] loyvi at fiska á Føroya banka. Teir, sum eiga og nýta henda rætt, munu hava tann egináhuga í felag, at hvør túrur, teir gera, verður ein góður túrur. Hugsaðu vit okkum, at teir einsamallir áttu livandi
spurninginum um tey gomlu bergholini, so eigur tað sjálvandi at verða kravt sum eitt minimum, at eldsløkkitól og fráboðannartelefonir verða hongd upp fyri hørjar hundrað metrar í holunum, at samband fæst [...] tá hann sigur, at hesi eru ”nærmest livsfarlige”. Skuldi eg sjálvur sagt tað, so haldi eg, at hesi gomlu bergholini eru beinleiðis deyðsfellur. Bergholini vóru eitt veldugt framstig, tá tey komu, og hava [...] hava óiva bjargað teimum bygdasamfeløgunum, tey vóru ætlað at náa, og helst onkrum mannalívi eisini. Men, sum ferðslan hevur ment seg, eru hesi bergholini vorðin aldeilis ótíðarhóskandi. Tað er ikki bara