Tað eru ov fá tilboð til sálarsjúklingar.
Tað heldur 26 ára gamli klaksvíkingurin Ingi, sum hevur fingið staðfest sjúkuna skisofreni. Hóast hann er útskrivaður av psykiatrisku deild, so noyðist hann at vera innlagdur í óásetta tíð. Hann hevur ongastaðni at fara, og sambýlini til endamálið eru fullsett.
? Fleiri fólk liggja á psykiatrisku deild í áravís, hóast tey eru liðugt viðgjørd, tí tey hava ongastaðni at fara. Tað er niðursetandi og mannminkandi. Hóast vit vera væl viðfarin, so er tað stressandi at búgva soleiðis. Tað er ov vánaligt av okkara politikarum, og eg haldi, at nú má tíðin vera komin, at teir vakna og syrgja fyri at fáa fleiri íbúðir og sambýli til fólk sum okkum, sigur Ingi.
Hann kundi hugsað sær at komið víðari. At fingið nýggjar avbjóðingar og verið slúsaður út aftur í lívið uttan fyri teir hvítu veggirnar á sjúkrahúsinum.
? Eg veit væl, at tað kostar pengar, men vit hava eins góðan rætt at liva í hesum landinum sum onnur. Og pengarnir eru líka væl farnir til okkara sum til so nógv annað, sigur Ingi.
Hann stendur uppskrivaður til sambýlið á Sólteigum í Havn og bíðar eftir, at tað verður pláss fyri sær. Men tað áttu eisini at verið sambýli aðrastaðni enn í Havn.
? Fyri meg hevði tað verið allarbest, um eitt sambýli var í Klaksvík. So hevði eg trivist væl, sigur Ingi.
MYNDATXT
Bíðar á beinkinum. Psykiatriska deild 3 er vorðin sum eitt opið fongsul. Ingi kemur og fer, næstan sum tað passar honum. Men hann vildi heldur búð í einari íbúð úti í býnum
Mynd: Ingi Rasmussen










