Einsporaðu tunlarnir í á Borðoynni og í Suðuroy eru lívshættisligir

”De gamle ensporede tunneller er nærmest livsfarlige!” Tað skrivar danski tíðindamaðurin Flemming Andersen í blaðnum Urban

Umframt nakrar spotskar, men kannska beinraknar, metingar um matstovurnar uttan fyri Tórshavn og troyttar føroyskar bygdir, so gevur greinin í danska dagblaðnum URBAN, sum heild, Føroyum eitt rættuliga positivt skoðsmál, sum ferðamannland.

 

Gløgt er gestsins eyga

Tíðindamaðurin hevur, sum so mong vitjandi í Føroyum, langt merki til væntandi trygdina í teimum gomlu bergholunum í Føroyum, sum bara hava eina koyribreyt. Eftir mínum tykki, so málber hann seg milt, tá hann sigur, at hesi eru ”nærmest livsfarlige”. Skuldi eg sjálvur sagt tað, so haldi eg, at hesi gomlu bergholini eru beinleiðis deyðsfellur.

Bergholini vóru eitt veldugt framstig, tá tey komu, og hava óiva bjargað teimum bygdasamfeløgunum, tey vóru ætlað at náa, og helst onkrum mannalívi eisini. Men, sum ferðslan hevur ment seg, eru hesi bergholini vorðin aldeilis ótíðarhóskandi.

Tað er ikki bara tað, at tey eru ov trong og forða fyri nýtímans ferðslu við bingjum og øðrum stórri góðsi. Men, trygdin í bergholunum er NUL! Har er onki ljós, ongi eldsløkkitól og ongin fráboðingarskipan.

Farleiðin eg kenni best, eru Borðoyabergholini, har ferðslan stundum kann vera øðiliga, ja holini eru nærmast stappað við akførum, í samband við t. d. grindadráp, góðveðursdagar ella serliga tiltøk. Skuldi ein vanlukka við mannsskaða hent ein slíkan dag, og tað sum ringast er, skuldi eldur komið í ein bil, so hava bjargingarliðini als ongan møguleika at sleppa frammat.

Hvussu boðar tú frá eini vannlukku, har tað ikki ber til at boða frá?

Mong dømi eru um, hvussu vandamikið tað er, um eldur kemur í inni í einum bergholi – holini virka sum blásilampur; ja, sum onkur tók til í samband við ógvusliga eldin ínni í Mont Blanc, tær virka sum jetmotorar.

Hendir ein vanlukka, so nyttar onki at royna at sleppa sær útaftur úr hesum bergholunum við einari koyribreyt, tí tá ferðslan er sum mest slepst ongan veg - breytin er full báðar vegir, og víkiplássini við. Og við tað, at ikki ber til at boða frá, so er vanlukkan longu hend! Tað einasta bjargingarliðini tá kunnu gera, er at rudda upp eftir eina synarliga vanlukku, sum Gud havi lov, enn ikki er hend. Men føroyska herrópið: Tað gongur nokk, er ongin trygd fyri trygdini, heldur ein vanvirðing fyri trygdini.

Sjálvandi eiga sandoyarfólk at fáa besta ferðasamband, ið til ber. Men áðrenn tingið fer at taka støðu til at nýta føroyskar gummikrónur til eina risa íløgu á eini farleið, sum er sera trygg, og eftir umstøðunum, eisini tíðarhóskandi (skipið er spildur nýtt, og milliardirnar í Gomlurætt og Skopunnar havn skulu jú tjenast innaftur), so eigur tingið at hugsa um deyðsfellurnar sunnast og norðast í landinum, tey gomlu bergholini við einari koyribreyt og ongari trygdarskipan.

 

Sýnir tingið vannvirðing fyri trygd og mannalívum?

Tað er ófatuligt, at tinglimir sum hava koyrt gjøgnum hesi bergholini í áravís, ikki duga at síggja, ella hava gjørt vart við vandan á ein dyggiligan hátt. Talan má vera um okkurt slag av svøvnstøðu, ella um vanvirðing fyri trygd og mannalívum. Tað gongur nokk – ja, inntil tað ikki gongur longur!

Meðan bíðað verður eftir einari dyggiligar og varðandi loysn á spurninginum um tey gomlu bergholini, so eigur tað sjálvandi at verða kravt sum eitt minimum, at eldsløkkitól og fráboðannartelefonir verða hongd upp fyri hørjar hundrað metrar í holunum, at samband fæst um fartelefonina, og at skipað verður fyri eini ljósregulering, tá ferðslan er sum mest. Hettar fer ikki at kosta trí kvart milliardir.

Samtykkir løgtingið hinvegin eina íløgu uppá 700 milliónir (Hestur íroknað sjálvandi), fyri at bøta um eina trygga farleið, uttan at bøta um trygdina í teimum gomlu bergholunum við einari koyribreyt, so sýnir tingið samstundis ”foragt”, vanvirðing fyri trygd, fyri mannalívum, fyri teimum, ið skulu nýta hesi bergholini dagliga, og fyri teimum, sum koma at vitja.