Einki er so gott sum føroyskt neytakjøt

- Eg dugi ikki at silja, at føroyingar ikki eta meiri av tí.

- Men hinvegin. Hví skal ein keypa ein føroyskan neytafjórðing, tá handlarnir eru á tremur av tí bíliga útlendska kjøtinum?, sigur Jørmund Zachariasen, bóndi í Hesti.

- Eg veit ikki hví, men tann eini kálvurin beljar so nógv. Eisini tá fólk gongur uttanfyri!
Vit eru tveireinir á veg móti fjósinum hjá Jørmundi har suðuri í bygdini.
Hestmenn hava altíð havt orð á sær fyri at hava verið góðir fiskimenn. Men landbúnaðurin hevur eisini havt sín stóra leiklut í bygdarlívinum.
Hóast ein ávís afturgongd hevur verið í landbúnaðinum í síni heild, hevur Jørmund kortini gjørt sítt til at halda lív í landbúnaðinum, umenn tað er í minni mát enn fyri 30 árum síðani.
Fyrr vóru nógv kríatúr í fjósinum, men í dag eru tey ikki eins mong og tá: Tvær kýr hvør við sínum kálvi, ein tarvur og trý ungneyt.
- Enn er alt inni. Eg vænti tó, at tey fara út um ikki so langa tíð, tá grasið er komið fyri seg, sigur hann.
 
Gjøgnumhugsað avgerð
Jørmund Zachariasen var sum so mangur annar unglingi í Hesti til skips á ungum árum.
Hann var á sjónum í nøkur ár, men gjørdist síðani bóndi og róði eisini út.
- Hetta var vanligt tá, sigur Jørmund.
Hann bygdi fjósið har suðuri í bygdini í 1974, og hevði um hetta mundið fleiri neyt enn hann hevur í dag.
Í fjósinum er rúm fyri íalt 10 neytum, men hann hevði kortini ongantíð havt fleiri enn átta.
Vitjar tú fjósið í dag eru munandi færri neyt enn áður. So líðandi hevur hann minkað munandi um talið av kríatúrum.
At hann gavst við neytahaldinum fyri nøkrum árum síðani kom mestsum av sær sjálvum. Tað hendi ikki soleiðis í einum og var heldur ikki merkt av dramatikki.
- Avgerðin um at gevast var væl gjøgnumhugsað, sigur Jørmund.
- Kreftirnar vóru snøgt sagt farnar at ganga undan!
 
Áhugi  ikki fortjenasta
Tá tosað verður um føroyskan landbúnað hoyrir ein ofta sagt, at hetta er ein tung vinna, har avkastið ikki er so stórt.
Hesum er Jørmundur eisini samdur í. Tí sum hann sigur:
- Neytahald, - tað havi eg havt av áhuga. Var tað ikki fyri áhugan, hevði eg als ikki fingist við tað.
Hann vísir til, at hevur onkur eitthvørt tímalønt arbeiði á landi, so kann viðkomandi saktans gera hetta, hóast hugurin kanska ikki altíð er til staðar.
Men tá talan er um neytahald er øðrvísi:
- Hetta MÁ gerast av áhuga. Tað er so ikki fyri fortjenastina at eg bóndist, sigur Jørmundur avgjørdur.
Umframt neytini hevur hann eitt áttamannafar, sum hann brúkar av og á. Annars ansar hann elverkinum í oynni.
 
Gott kjøt
Hjá einum bónda á bygd er spurningurin altíð, hvussu hann einfalt og lætt kann sleppa av við bæði mjólkina og ikki minst kjøtið.
Fyrr var møguleiki at lata Sláturvirkið í Hósvík fletta neytini, men hesin møguleikin er ikki til longur.
Jørmund hevur tí verið noyddur at standa sjálvur fyri søluni av góðum kjøti úr Hesti.
- Eg plagdi at lýsa í bløðunum við kjøtinum, men tað var ikki altíð at eg slapp av við alt, sigur hann.
Dygdina á kjøtinum ber hann kortini ongan ótta fyri, tí tey føroysku neytini eru væl fyri.
- Tey eru væl fóðrað, og tí er kjøtið sera gott!
 
Eta ov sjáldan døgurða
Sum ein ið vil føroyska landbúnaðinum væl er Jørmund ikki í iva um, at føroyingar áttu at etið nógv meiri føroyskt framleitt neytakjøt.
- Soleiðis sum eg síggi uppá tað, so eru tað so fá sum eta døgurða heima í dag, kanska bert í vikuskiftunum.
Hinvegin so skilir hann væl, at fólk velja tað føroyska kjøtið frá, og heldur keypa tað útlendska. Tað sær jú so lekkurt út, har tað liggur í handilsdiskunum. Og so er tað eisini væl bíligari enn okkara.
- Eg hevði so ynskt, at handlar og fólk keyptu tað føroyska. Men hvat, - tá teir fáa tað bíligari úr útlandinum, hvat er so at gera við tað?!, sigur Jørmundur.
 
 

 
Riggaði væl við mjólkabilinum
Nógv er hent innan føroyskan landbúnað, síðani Jørmundur bygdi fjós sítt fyri 32 árum síðani.
Ein serlig broyting var, tá mjólkabilarnir fingu møguleika at koyra til fjósdyrnar eftir mjólkini, og tað enntá fleiri ferðir um vikuna.
Hetta hendi, tá framburðssinnaðir hestmenn koma við áheitan og fingu játtan til gerð av góðari og tryggari samferðsluhavn, har bilferjur eisini kundu leggja at landi.
- Frammanundan høvdu vit havt mjólkadunkar. So tú skilir, at hetta var ein stór broyting og lætti fyri okkum.
- Hetta við mjólkabilinum riggaði avbera væl, sigur Jørmund.